Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-05-09, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 9. mai 2019síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 10. MAI 2019 SOSIALURIN 53 14 900 fingu løn í fjør frá Gist og Vist-samtakinum Menningin í ferðavinnuni sæst væl aftur í Gist og Vist-samtakinum, sum rindaði 63 milliónir í lønum í fjør ÁRNI GREGERSEN V aksandi ferðastreymurin fær størri og størri ávirkan á før­ oysku vinnuna og fyrst og fremst ferðavinnuna. Gist og Vist-samtakið fekk eitt úrslit í 2018, sum er besta fíggjarliga úrslit hjá felagn­um higartil. - Tað er sjálvandi fyrst og fremst, tí inn­tøkurnar eru vaksnar, sigur Johannes Jensen, stjóri í samtakinum. -Vit hava verið so heppin, at ferðavinnan hesi seinastu árini er vaksin. Tað ger, at fleiri og fleiri gista á gistingarhúsunum, og fleiri og fleiri vitja matstovurnar, leggur hann afturat. Hann sigur, at tað sjálvandi eisini hevur týdning, at samtakið hevur latið fleiri støð upp. Umframt at fleiri útlendingar vitja í Før­oyum og harvið skulu hava mat, so er tað eisini hent, at føroyingar eta munandi meira úti, enn vit gjørdu fyrr. - Eg vil siga, at serliga tað yngra ættarliðið etir meira úti. Talan er um fólk, sum hava búð uttanlands og eru komin heimaftur. Ja, man kann siga, at tað eru fólk, sum eru undir 35 ár, sum ganga á odda, sigur Johannes Jensen. Hann heldur, at talan er um eina hug­ burðs­broyting, sum ger, at føroyingar eta mun­andi meira á mastovum enn teir gjørdu fyrr. Men verður hugt samlað at øllum, so er tað summarhálvan, tá ið útleningarnir vitja her, sum ber vinnuna ígjøgnum árið. - Fyrst og fremst er hetta galdandi fyri gist­ingarhúsini, meðan føroyingar hjálpa okk­um væl gjøgnum veturin. Tey vitjandi um summarið gera, at vit kunnu hava øll hesi matstøðini opin, sigur Johannes Jen­ sen. Lønarútreiðslur Bæði tá ið tað snýr seg um gistingarhús og matstovur er talan um lønartungar vinnur. Tað eru tænastur, sum verða veittar á staðnum, og tær kunnu ikki útveitast. Lønarútreiðslurnar hjá Gist og Vist í fjør vóru heilar 62 milliónir krónur. Tað svarar til umleið 190 ársverk, men veruleikin er, at tilsamans 898 løntakarar fingu løn útgoldna frá felagnum í fjør. Av teimum 62 milliónunum í lønum vóru tær 34 milliónirnar goldnar, sum tímalønir. Koks Barbara