Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-05-09, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 9. mai 2019síða 15

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 10. MAI 2019 SOSIALURIN 53 15 Eitt mark er fyri vøkstrinum í ferðavinnuni Stjórin í Gist og Vist- samtakinum veit væl, at eitt mark er fyri, hvussu nógvum ferðafólkum vit hava pláss fyri ÁRNI GREGERSEN F øroyar eru vorðnar kendar sum ferðamál seinnu árini. Hví tað er so, er kanska ikki so lætt at siga, men stjórin í Gist og Vist- sam­takinum heldur, at vit í nøk­ur ár hava verið “undir­ eks­poneraði” -Í níti-árunum og fyrstu árini í hesi øldimi vóru vit kanska ikki so sjónlig, men tá ið vit fara at marknaðarføra Føroyar og seta alt inn í eitt rætt samanhang við rættu søguni, kemur ferð á. Eisini trendurin úti í heimi at ferðast á annan hátt í dag enn fyri nøkrum árum síðani ávirkar. Johannes Jensen sigur, at ferðamynstrið er broytt. Fólk eru styttri túrar, og tey ferðast hvør sær. Fyrr var talan um bólka­ ferðir, men tað er tað ikki í dag. Sjálvt kona og maður ferðast ikki altíð saman longur. -Ein orsøk er eisini, at tað er vorðið nógv bíligari at flúgva enn tað var. Tað er faktisk vent soleiðis, at frá at tað var dýrt at flúgva og bíligt at eta, so er tað næstan umvent í dag, sigur Johannes Jensen. Eitt mark Spurningurin um, hvussu nógv ferðafólk Føroyar megna at taka, er ofta uppi at venda. -Vit mugu ansa sera væl eftir, tí vit eru eitt lítið land – vit eru ikki Ísland. Vit mugu skipa okkum væl, men hetta er ein byrjan, so nú mugu skipanir gerast, so vit kunnu varðveita okkara sál, men kortini ikki stagnera. Ferðavinnan verður nevnd, sum eitt bein afturat at standa á. Ferðafólk geva inntøkur, so vit kunnu reka okkara samfelag. -Men hetta má stýrast væl, so vit ikki missa okkum sjálvi burtur í øllum meldrinum, sigur stjórin á Gist og Vist. - Hjá okkum er umleið helvtin av teimum 190 ársverkunum í føstum starvi, harímillum eisini 27 lærlingar. Stjórin sigur, at fyri at menna vinnuna, so er eisini neyðugt at útbúgva fólk innan vinnuna. Teir 27 lærlingarnir, sum eru í læru í løtuni, læra til tænarar, kokkar, móttøkufólk og “event-fólk” – tað eru fólk, sum skipa fyri – tað kann vera ráðstevnur og annað. Talið av lærlingum er vaksið ár undan ári. Helvtin av teimum, sum læra, eru kokkar. Johannes Jensen sigur, at so nógv fólk eru á lønarlistanum er av fleiri orsøkum. Vinnan er sesonvinna – tað vil siga, at mest er at gera um summarið. Harafturat er talan um nógv arbeiðir, sum eru uttanfyri vanliga arbeiðstíð – tað vil siga um kvøldarnar og um vikuskiftini. Av teimum, sum eru á lønar­ list­anum, eru eisini nógv ung fólk. Til dømis eru fleiri teirra und­ir útbúgving og onnur arbeiða eina tíð, áðrenn tey fara víðari at út­ búgva seg. Byggja út Tvey stór hotel verða í løtuni bygd í Havn. Annað letur Atlantic Airways byggja, meðan Smyril Line byggir hitt. Gist og Vist eigur Hotel Føroyar. Tað hotellið verður eisini bygt út við 71 kømrum afturat. Eftir ætlan verður tann útbyggingin liðug næsta summar. Hotel Føroyar fer tá at hava eini 200 kømur og verður harvið tað størsta hotellið í Føroyum framvegis. Koks Ein annar partur av samtakinum er tvey-stjørnaða Michelin mat­ stov­an Koks. Hendan matstovan hevur fingið mikla umrøðu í altjóða miðl­um og fólk koma higar, bert fyri at royna matin á dygdargóðu mat­stovuni. - Vit hava matstovuna, sum dreg­ur gestir hendanvegin. Vit hava bert 26 pláss, men tey fólkini sum koma hendan vegin eru ofta her í nakrar dagar. Tey skulu sova onkustaðni og tey skulu eisini eta onkustaðni, so eitt sindur dripp­ar á okkum, men eisini á aðr­ar veitarar i Føroyum, sigur Johannes Jensen. Hann heldur at hetta hjálpir brandingini av Føroyum, men nevnir samstundis, at samtakið hevur fleiri aðrar matstovur. Hann sigur, at sjálvt um hinar mat­stovurnar ikki hava Michelin- stjørn­ur, so er støðið rættuliga høgt. - Eg haldi, at tað er samlaði pakk­in, sum gera Føroyar til eitt spenn­andi matferðamál, sigur hann. Hotel Føroyar Johannes Jensen er stjóri í Gist og Vist-samtakinum Hesum ferðat fólk eftir