Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-05-09, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 9. mai 2019síða 24

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 10. MAI 2019 SOSIALURIN 53 24 – Tað er nógv, sum skal loysast í Saksun, áðrenn fleiri ferðafólk skulu koma higar. Saksunarvegurin má fáa hægstu raðfesting. Og so má ferðavinnan skipast á smáplássum. Tað ber ikki til sum tað er nú, sigur André Kruse, bóndi í Saksun FRANTS JENSEN T rý tey seinast árini hev­ ur André Kruse av Eiði verið festari í Saks­un. Hann hevur garð­in Við Svartá. Hagin eitur Svartá fyri uttan, og har ganga 160 áseyð­ir. Hann hevur eisini seyð á Eiði. Saksunarvegurin má breiðkast Sjálvt um hann ikki býr í Saksun til dagligt, so merkir hann tó nógv til ferðafólkastreymin til Saks­un­ ar. – Tað er fyrst og fremst far­leið­ in til Saksunar, ið nakað má gerast við. Til tíðir kann tað taka langa tíð at koyra niðan til Saksunar, tí eg eri noyddur at halda av so ofta. Tað eru langar bilrøðir, og tað mangla víkipláss. Eg hugsi onkutíð, um sjúkrabilur ella brandbilur skal til Saksunar, so ber ikki altíð til at sleppa skjótt fram hjá teimum, sigur André Kruse. Fær ikki hoyggjað fyri bilum hjá ferðafólki Saksuningar mótmæltu ætlanini hjá býráðnum í Sunda kommunu at gera fleiri parkeringspláss í Saksun. André Kruse mótmælti eisini. – Eg vil bara stuðla bygdafólk­ un­um í Saksun. Tey mugu hoyr­ ast. Tað eru tey, sum uppliva tær neiligu avleiðingarnar av eini óskipaðari ferðavinnu, sigur André Kruse. Tá ið nógv ferðafólk eru í Saks­ un, so standa bilar allastaðni, og tað forðar bóndanum í hansara arbeiði. – Eg havi upplivað í hoygging, at eg eri ikki sloppin í bøin hjá mær, tí at bilar hava staðið fyri. Hetta kann vera nokk so strævið, tí eg má bara bíða til eigararnir koma aftur og flyta bilin. Eg fái ikki gørt so nógv annað. Eg tími ikki at renna eftir fólki og skelda, sig­ur André Kruse. Inntøkurnar av ferðavinnuni fara av bygdini Hann vísir á, at ferðavinnan má skipast. – Tað ber ikki til, at onnur dríva ferðavinnu inn á økinum hjá okkum. Visit Faroe Islands og ferðafeløg kunnu ikki avgera, hvussu rákið skal vera í Saksun. Túrar verða seldir til Saksunar fyri 1.000 krónur fyri hvønn, men einki liggur eftir hjá okkum á staðn­um. Eg síggi fleiri bólkar av fólkum ganga ígjøgnum mín haga, men eg verði ikki eftirspurdur. Tað er undantakið, at eg verði spurdur. – Eg havi eisini sæð og tosað við útlendskar bólkar, ið selja ferð­ir millum annað til Saksunar fyri nógvan pening, men einki oyra liggur eftir her á staðnum. Tey halda seg kunna ganga frítt alla­ staðni í Føroyum uttan at spyrja nakran eftir. Vit hava sett okkum í skuld fyri at reka landbrúk á hes­ um ávísa økinum, tí er tað løgið, at øll onnur kunnu brúka økið fyri einki, sigur André Kruse. – Eg veit, at onkur kanska kall­ ar hetta grenj. Men hetta er tíverri tann beiski veruleiki, sigur André Kruse. Ferðavinna má skipast Bóndin vísir á, at tað er neyðugt, at ferðavinnan verður betur skipað. Sjálvur hevur hann ikki verið stórur partur av ferðavinnuni, men hann hugsar at gera nakað við tað í framtíðini. Herfyri stovnaðu Óðalsfelagið og Bóndafelagið eitt nýtt parta­ felag, ið fekk heitið Jarðir. Enda­ málið hjá felagnum er millum annað at savna og reka ferðavinnu og at fáa betri og meiri skipað við­urskifti í sambandi við eitt nú gongd í haga. - Eg havi bíðað, men tá ið Jarðir kemur veruliga í gongd, so hugsi eg at lýsa við nøkrum túrum, har eg kann greiða frá og vísa teimum tað, sum er áhugavert í tí økinum, ið eg vari av. Tørvur á vesi og ruskíløtum André Kruse vísir á, at tørvur er eisini á fleiri almennum vesum í Saks­un. Sunda kommuna ætlaði bæði at gera parkeringspláss og vesi. Bóndin við Svartá vónar, at vesi verður gjørt, tí tørvurin er stórur. – Eg hoyri frá bygdafólkunum, at tað eru fleiri ferðafólk, ið banka uppá og spyrja um at lána vesi. So eru tað eisini tey, ið bara gera av sær í náttúruni. Tað er ikki altíð so tespiligt at koma fram á aftaná. Almenn ruskíløt mangla eisini. Tað er eitt sindur keðiligt hjá bygdafólkunum at finna út av, at teirra egna ruskílat er fult, tí at onnur hava fylt í tað, sigur André Kruse. Ferðafólk órógva seyðarakstur Fleiri ferðafólk hava hund við sær, og tað órógvar seyðin. Hundurin ger av sær í haganum, og vandi er fyri smittu. Hetta heldur André Kruse, at nakað má gerast við. Viðhvørt eru nógv ferðafólk í haganum. Hetta órógvar raksturin rættiliga illa. – Vit vóru á fjalli 1. mars í ár, og tá gingu tríggir bólkar av ferðafólk, sum órógvaðu rakst­ur­ in. Um summarið kunnu tað vera nógv fleiri bólkar av ferðafólki, ið órógva raksturin. Instagrammarnir eru vandamiklir Andre hevur eisini ein ávísan ampa av fólki, ið villast ella ganga seg føst í haganum. – Eg havi tíbetur ikki upplivað nógv av hesum trupulleikunum, meðan eg havi verið í Saksun. Men eg eri í bjargingarfelagnum á Eiði, og har havi eg upplivað nakrar ferðir, at vit eru farin eftir fólki, sum eru komin illa fyri. Eg haldi, at tað eru serliga hesir insta­grammarnir, ið skulu hava onkra serliga mynd, har tað er bratt ella sær ógvusligt út, ið eru vandamiklir, sigur André Kruse. Ferðavinnan á smápláss­um má skipast André Kruse, bóndi við Svartá í Saksun (Mynd: Jens Kristian Vang)