Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-05-09, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 9. mai 2019síða 23

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 10. MAI 2019 SOSIALURIN 53 23 Komandi partur Í komandi parti greiðir John Eliasen, ættaður úr Porkeri, frá sínum sjólívi. Vestmanna, 24 ár. 2. bestimaður. Hans Michael Jacobsen á Slættanesi, 29 ára gamal, kokkur. Hann átti konu og sjey smá børn. Daniel Peter Olsen, 20 ár. Jacob Martin Olsen, 22 ár. Meinert Olsen, 15 ár, Haldarsvík. Hesir tríggir vóru brøður. Sámal Elias Samuelsen í Kollafirði, 36 ár. Eftir sótu kona og fimm børn. Joen Poulsen í Haldarsvík, 38 ár. Hann var giftur, men átti eingi børn. Jákup Emil Olsen, 17 ár, í Vestmanna, beiggi fiskiskiparan, Magnus Ditlev. Ragnvald Hansen, 21 ár, sonur Hanus bónda í Leynum. Viggo Christiansen, 17 ár, sonur Kristj­ an Ludvig Kristjansen í Kvívík, løg­tings­ mann. Kristjan var valdur á ting fyri Sjálv­stýrisflokkin 1928-1932. Hann var av fremstu álitismonnum og var limur og formaður í sóknarstýrinum í Kvívík í mong ár. Eisini var hann deknur í 50 ár, og varð kallaður Deknurin millum fólk. Kona hansara var Julia Frederika Dorthea f. Davidsen. Tey áttu átta børn, og eitt av teimum var Viggo. Hann vildi so fegin sleppa til skips, men tað var ikki lætt at fáa kjans. Men so var tað so „heppið“, at „Dora“ kemur á sumri 1931 til Kvívíkar at landa saltfiskin frá túrinum frammanundan. Hann skuldi verða turkaður í Kvívík. Tá heldur Kristjan, at hann skal gera soninum tann beina at biðja um kjans fyri honum við „Doru“, og Viggo fær tey góðu boð, at hann skuldi sleppa við. Kristjan og konan skuldu ann­ars hava silvurbrúdleyp um ta tíðina, „Dora“ skuldi koma aftur, men hetta varð sjálv­andi avlýst. Alla sína tíð hevði pápin for­treð av, at tað var hann, sum hevði skaffað soninum henda kjansin við „Doru“. Ein systir Viggo, Helga, sum var lærari í Gøtu alla sína tíð. Hon var gift við kenda løg­tingsmanninum Jákup Frederiki Øre­ gaard. Jarlgrim Fjernstad Dahl, 15 ár. Hann var sonur Atu og Jógvan Dahl, bónda á Oyri. Jarlgrim var yngsti maður við. Hann var tann einasti, sum var 14 ár, tá ið teir fóru avstað, og hann náddi júst at fylla 15 ár. Systkini søgdu, at Jarlgrim var ein fram­ úr fittur, glaður og lættlyntur drongur, sum var ógvuliga raskur at arbeiða. Jarlgrim átti tveir eldri beiggjar, Hans Andreas og Óla, sum ikki vóru farnir burtur tá. Hans Andreas var lamin í beinunum og hevði meir hug til tað bókliga. Óli hevði havt tuberklar sum drongur, og hann tók seinni við garðinum eftir pápan. Tí hev­ ur tað ligið á Jarlgrimi at vera fyrstur av beiggj­unum, sum fór burtur. Tað hevur ikki verið so lætt at fáa kjans har á leiðini. Tí gera Jarlgrim og pápi hansara saman við tí yngra beiggjanum, Esmari, sær ferð við báti yvir til Hvalvíkar at biðja flagg­skip­ ar­an, Jákup Martin Egholm, um kjans við „Doru“. Hetta eydnaðist, og Jarlgrim slapp við. Beiggin, Aksel, mintist, at Jarlgrim leiddi seg oman í fjøruna til bátin, sum førdi hann til Hvalvíkar at fara avstað. Ta fyrstu ábendingina um lagnuna hjá „Doru“ fingu tey í eini grind í Sundalagnum. Tá fingu tey vitjan av ókunnugum grinda­ monn­um. Tá kemur prátið inn á „Doru“, og tosað var um, at einki frættist frá teim­um. Hesir menn vistu ikki, at ein sonur í hús­ in­um var við hesum skipi. Hvat tey kunnu hava frætt av práti millum manna, er óvist. Men alment fáa tey einki at vita, fyrr enn nevndu tíðindi komu í Dimmalætting 5. desember. Hetta var sjálvsagt ógvuliga sárt, og sorgin var stór. Mamman og hini í húsinum vóru sum vera man, ógvuliga ring um sonin. Mamman hevði droymt Jarlgrim fleiri ferðir, har hann var vátur og kaldur. Seinni droymdi hon hann, sum tann vanliga sonin, sum hon mintist hann heima. Systirin, Sára, varð konfirmerað várið eftir. Hon var í svørtum kjóla fyri at vísa sorgina. Hon, ið seymaði kjólan, helt hetta kortini vera nóg so dapurt, so hon fekk gjørt ein ljósan kraga til kjólan. Men so løgið var tað, at hóast Jarl­grim var deyður, so fekk Sára kon­firma­tións­ gávu frá honum. Hann hevði, áðrenn hann fór avstað, bílagt ein pakka frá Candor, einum kendum postordrahandli í Keyp­ mannahavn, við ymsum honum tørvaði. Hann hevði eisini bílagt eina tasku, sum skuldi vera konfirmatiónsgáva til Sáru. Hetta sigur nakað um, hvussu umhugsin drongur, Jarlgrim var. Jarlgrim fekk ikki grøv. Men ein pláta við hansara navni er sett á grøvini hjá foreldrum hansara. Tað skriftstaðið, sum hann fekk, tá ið hann konfirmeraðist í Hvalvíkar kirkju 5. oktober 1930 av Grøn presti, stendur á plátuni. Hetta er 1. Korint. 13,13: „Men nú verða tey verandi, trúgv, vón og kærleiki, hesi trý, men størstur av teimum er kær­ leikin.“ Hans Andreas og Esmar kallaðu beiggj­an beinleiðis upp. Lotta og Óla Jákup mistu øll síni fimm børn Við „Doru“ doyðu eisini brøðurnir Kristian Martin Egholm, 18 ár, og Johan Egholm, 23 ár, Streymnesi. Lotta og Óla Jákup Egholm fingu fimm synir. Tveir teirra doyðu smáir. Hans Jacob mistu tey 23 ára gamlan í 1930 við Slatr­ inum. Lotta og Óla Jákup áttu nú tveir synir eftir. Teir høvdu, sum tað skilst, eisini verið við „Slatrinum“, tá ið Hans Jacob fekk deyðamein. Teir fóru árið eftir til skips við „Doru“. Tá mistu tey teir báðar synirnar, tey áttu eftir. Livdi í minnunum Viderø prestur greiddi frá um Lottu: Hon kom 18 ára gomul í Ólavsstovu at tæna og var tiltikin fyri sítt góða lyndi. Nú situr hon einsamøll, gráhærd og følin við gluggan og hyggur út yvir bygdina, har børn leika sær: „Nú eru teir allir farnir, men tey góðu minni havi eg eftir teir allar, og tær mongu myndir, sum eg mangan taki fram og siti og líti á, og eg livi í minninum um allar hinar føgru dagar. Og einaferð skulu vit síggjast aftur, og tá verða dagarnir enn fagrari. Tað verður undurfult. Eg ivist ikki í, at Gud veit, hvat best er. Hann gevur og hann tekur, alt tilhoyrir honum. Ikki skulu vit kæra og gremja okkum…“ Óla Jákup fekk ein systurson, sum var føddur beint eftir vanlukkuna við „Slatr­in­ um“. Hann varð kallaður Hans Jacob eftir systkinabarninum og vaks upp hjá Lottu. Hetta er enn eitt brot úr okkara lagnu­ søgu, sum lýsir umstøðurnar hjá teimum, sum løgdu grundarlagið fyri vælferðina hjá seinnu ættarliðunum. Magnus Olsen fórst saman við beiggja sínum, Jákupi Emil Her er Jarlgrim júst farin í skúla. Her sæst hann í fremstu røð millum beiggjarnar Hans Andreas og Óla. Synirnir hjá Lottu og Óla Jákupi v.f. Kristian Martin, Hans Jacob og Johan. Allir doyðu teir á sjónum í 1930 og 1931.