Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-05-09, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 9. mai 2019síða 22

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 10. MAI 2019 SOSIALURIN 53 22 Óli Jacobsen Óli Jacobsen „D ora“ úr Vestmanna var und­ir Íslandi á heysti 1931. Teir høvdu verið inni á Siglufirði tann 14. sept­ ember og høvdu teir tá veitt 25.000 fiskar. Hetta var tann tíðin, skipini plagdu at fara heim. Sambært Siglingarsøguni var „Dora“ helst seinast sædd 17. ella 18. september av „Fram“. Teir fóru tá at sigla heim og ætlaðu at preia „Doru“. Men áðrenn teir koma so nær, setti „Dora“ full segl, so teir á „Fram“ hildu, at „Dora“ var á veg heim. Veðrið var tá gott, men barometrið var fallandi, og skjótt fór tað at falla óhugnaliga nógv. Tað var eisini skjótt, at „Fram“ lá fløt av storm­inum. Teir á „Fram“ sóu einki aftur til „Doru“. „Fram“ kom í øllum góðum á Vest­manna, men har var eingin „Dora“. Tá kom ótti á menn um, at „Dora“ var farin í hes­um storminum. Helst var hon kollsigld og sokkin við tað sama. Sum frá leið gjørdust vónirnar um at síggja „Doru“ aftur ringar. Men kortini fór „Seagull“ tann 19. oktober við níggju monn­ um av Vestmanna til Íslands at leita eftir „Doru“, men teir komu heim og høvdu einki funnið. Hetta sigur nakað um, hvussu nógv, ið hevur staðið á fólki. Ein slík leiting má hava verið roknað fyri at hava verið rættiliga vónleys. Men hesir menn eiga at fáa alla æru fyri, at teir kortini fóru. Men uttan iva hevur framvegis verið vónað, tí ikki fyrr enn 5. desember kemur Dimmalætting við hesi grein: Sorgartilburðurin undir Íslandi Ríkt er títt hav gevur tær treysti og megi, fongríka hav. Bíðað hevur verið í lang­ar dagar og enn longri nætur eftir teim­um, ið ikki komu aftur undan Íslandi. Hvørja ferð, tað frættist, at eitt skip var sætt millum Føroyar og Ísland, ið kundi vera „Dora“, kveiktust nýggjar vónir. Men nú eru allar vónir brostnar. „Dora“ kemur ikki heim aftur til Føroya. Hon kemur ong­antíð aftur siglandi inn á Vestmanna, og allir teir, ið við vóru, eru sjólátnir. Teir eru farnir undir Íslandi ódnarnáttina miklu og hava funnið ta síðstu hvíldina í tí vátu grøvini, hvar so mangir av teirra lands­monn­um, ungir og gamlir, hvíla. Havið hevur givið føroyingum ríkar gávur, men tað hevur ofta givið við aðrari hondini fyri at taka aftur við hinari. Fyri Føroyar, teirra fost­ur­ land, er missurin stórur, og alt landið syrgir við teim syrgjandi. Men tyngst og sárast kennist sorgin og saknið hjá teim­um, ið eftir sita – einkjum, faðirleysum børn­ um, foreldrum og systkjum – sum í dag­ar og vikur hava bíðað og bíðað eftir sín­um kæru. Nú eru allar vónir brostnar, og hvat hetta vil siga, dugir best tann at skilja, hjá hvørjum sorgin hevur verið gestur. Eins og áður eru tað heim, hvar sorgin vil kennast so tung og nívandi, soleiðis, at ein neyvan kann fata tað. Einkjurnar, ið sita eftir við teimum mongu faðirleysu børnum, mað­ ur­in og konan, ið missa 3 synir, og hjúnini, ið hava átt fimm synir og nú sita barnleys eftir. Ella teir ungu dreingirnir, ið her vóru úti á síni fyrstu – og síðstu ferð. Hvussu ólukkan er hend, veit eingin, og eingin fær tað nakrantíð at vita, tí har kom eing­in aftur, ið kundi siga frá tilgongdini, og eing­ in sá ella hoyrdi, hvat ið hendi á tí døpru og for­løgstungu sorgarnátt. Manningin á Doru Her skal verða greitt frá manniningi á „Doru“. Tað hevur eydnast at finna fram frásagnir um summar teirra. Jacob Martin Egholm úr Hvalvík, 38 ár, var flaggskipari. Hann átti konu og 11 børn. Elsta barnið var 14 ár. Jákup Martin var álitismaður og hevði verið formaður í kommunustýrinum. Kona Jacob Martin æt Anna Maria og var úr Vík. Elsta barnið var Karolina. Hon skuldi konfirmerast hetta heystið í 1931. Men konfirmatiónin hjá henni varð útsett, tí bíðað varð eftir „Doru“. Anna Maria fekk tað ellivta barnið, eina gentu, eftir, at maðurin var deyður. Hon varð tískil kallað Jakoba. Men hvussu kundi ein einkja við 11 børn um klára seg tá í tíðini? Her var tað vanliga, at fólk hjálptu á ymiskan hátt. Men tað hjálpti eisini, at pápi Jacob Mart­ in, Sigmund, átti jørð, og hetta munaði væl til húsarhaldið. Sonurin, Hilmar, var 11 ár, tá ið pápin doyði. Tummas Egholm bóndi í Hvalvík tók dreingin at arbeiða fyri seg. Afturfyri fekk hann burtur av tí, sum bóndaskapurin kastaði av sær, til dømis kjøt, avroð og seyðarhøvd. Fleiri av børn­unum fóru til onnur at vera. Tann næstyngsti, Leivur, var tvey ár, tá ið pápin doyði. Mamma Jacob Martin, Lísbeta, spurdi Onnu Mariu, um hon ikki kundi fáa eitt av hennara børnum at vera hjá sær. Hon hevði mist tveir synir við „Doru“. Tí­ skil kom Leivur at vera í Vestmanna, til hann fór í skúla. Hilmar fór til skips, tá ið hann hevði ald­ur til tess. Hann tók skiparaprógv og fær fekk kjans sum bestimaður við „Misletoe“ hjá Ebbu Müller at sigla við ísfiski úr Íslandi til Bretlands. Men tann 8. juli sama ár verður „Misletoe“ álopin av einum týskum flogfari. Teir royndu at verja seg sum frægast. Fyrst varð ein maður raktur av eini kúlu, og hann doyði stutt eftir. Men skjótt varð Hilmar eisini rakt­ur og illa særdur. Manningin fór í bátin og hevði bæði deyða mannin og Hilmar við sær. Men báturin lak illa, sum hann var gjøgn­um gataður av kúlum, og teir máttu fara umborð aftur. Tá kom „Wilhelmina“ teim­um til hjálpar. Teir taka menninar, og siglt verður móti landi. Men dagin eftir doyði Hilmar. Hann varð grivin í Hvalvík. Tískil doyði Hilmar eins og pápin á sjónum. Magnus Ditleiv Olsen, 24 ára gamal, fiski­skipari. Hann var vestmenningur. Mamm­an sat einkja eftir Joen Magnus á Vál­in­um, ið gekk burtur við „Ruthland“ í 1916 við 15 monnum. Magnus var ikki skip­ ara­lærdur, helst av teirri orsøk, at hann kundi ikki fáa sýnsprøvan. Tí mátti hann hava flaggskipara. Magnus fór til skips í 1924 við „Neptun“ og var við hesum skipi í seks ár. Hans Poulsen, 46 ár, av Eiði, 1. besti­ mað­ur. Hann hevði einasta sonin, Magnus Paula, 15 ár, við sær. Her fórust faðir og sonur. Thomas Sigurd Olsen í Innaru Stovu í Við Doru fórust seytjan menn. Í fleiri førum fóru fleiri í sama húsi. Lotta misti teir seinastu tveir av sínum fimm synum SIÐSØGA Enn ein sorgarsøga: DORA GEKK BURTUR Í 1931 Dora Jákup Martin Egholm doyði frá 11 børnum