hósdagur 9. mai 2019síða 21
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 10. MAI 2019
SOSIALURIN 53
21
Koyrandi í
desember 2020
Hóast tað varð skotið ígjøgnum týsdagin
undir Skálafjørðinum, so tekur tað
hálvtannað ár, áðrenn koyrandi verður
– Sáttmálin hjá okkum við NCC
sigur, at tað skal vera koyrandi í
desember 2020. Sjálvt um hol er
ígjøgnum, so er nógv arbeiði eftir
at gera, sigur Teitur Samuelsen,
stjóri í Eystur- og Sandoyartunlar.
Hann vísir á, at higartil hevur
tíðarætlanin hildið nøkulunda.
Tað eru umleið 285 metrar eftir
at spreingja millum Hvítanes
og rundkoyringina. Væntandi
verður komið ígjøgnum um
mánaðarskiftið.
Tilsamans verður tunnilin
11.250 metrar til longdar. Umleið
fýra kilometrar eru asfalteraðir.
Nú verður arbeitt við at leggja
ein dúk undir loftið í tunlinum,
so at vatn ikki kemur niður á
vegbreytina. Síðani skulu nógvar
tekniskar instalatiónir gerast.
Millum annað ljós, pumpuskipan,
viftur, trygdarútgerð og annað
skal koma upp á pláss.
Nakrir av longru tunlunum
uttanlands hava rýmingarrúm
ella rýmingarvegir, men tað
verður eftir ætlan ikki gjørt í
Eysturoyartunlinum.
– Vit koyra eftir norskum
standardum, og har eru ikki
nøkur krøv um rýmingarrúm
ella rýmingarvegir. Vit hava tó
verið í Íslandi og hugt, og har
eru rýmingarrúm, sigur Teitur
Samuelsen.
Um rýmingarvegir koma í fram
tíðini, dugir hann tó ikki at siga.
– Tað veit eg ikki, sigur Teitur
Samuelsen.
Borivognarnir fara til
Sandoyartunnilin
Nú verður arbeitt báðumegin frá
fyri at spreingja teir síðstu umleið
285 metrarnar millum Hvítanes og
rundkoyringina.
Tá ið liðugt er at spreingja,
verður riggað av, og gjørt verður
klárt at fara við borivognunum til
Sandoyartunnilin.
– Tað tekur tó sína tíð at rigga
av og gera neyðuga fyrireiking
ararbeiði, áðrenn borurin verð
ur settur í. Eg ivist í, um tað
verður byrjað at bora fyri Sand
oyartunlinum áðrenn summ
arferiuna, sigur Teitur Samuelsen,
stjóri í Eystur- og Sandoyartunlar.
Steinur frá seinasta skotinum
– Hetta er ein steinur frá seinasta skotinum,
sum var her móti Rókini. Eg fari at hava hann
sum eitt minni, sigur Alfred Olsen, fyrrverandi
løgtingsmaður, sum var ein av teimum, ið stríddist
nógv fyri at fáa Eysturoyartunnilin til veruleika.
FRANTS JENSEN
FRANTS@SOSIALURIN.FO
T
á ið Alfted Olsen hevði
verið inni við tunnils
munnan og sæð, at hol
var komið ígjøgnum,
kom hann útaftur við einum
steini.
– Tá ið fyrsta skotið varð latið
av til Skálafjarðaratunnilin á
Strondum, fekk eg eg mær eisini
ein stein, sum eg havi lagt við
Gráastein í Saltnesi, og hesin fer
at liggja við síðuna av honum,
sigur Alfred Olsen.
– Eg havi glett meg til hetta í
eini 16 ár, og nú er tað veruleiki.
Hetta hevur sera stóran týdning.
Tað fer fullkomilig at broyta
Skálafjørðin og alt meginøkið.
Alfred Olsen var ein av
teimum, ið bardist fyri at fáa
tunnilin til veruleika.
– Sjálvt um tað sá svart út
onkuntíð, so misti eg ongantíð
vónina. Onkutíð sá tað heilt gott
út, og so var tað, sum um alt datt
niðurfyri. Men tá ið so allir teir
politisku flokkarnir og Gerhard
Lognberg, sum var uttanflokka
tá, skrivaðu undir avtaluna, at nú
skuldi Skálafjarðatunnilin gerast,
so visti eg, at tá var hann komin
í hús.
– Hetta er veruliga ein stórur
dagur, sigur ein fegin Alfred
Olsen.
Millum 50 og
100 krónur
hvønn vegin
– Vit hava ikki sett endaliga
prísin, men hann verður
millum 50 og 100 krónur
hvønn vegin, sigur Teitur
Samuelsen, stjóri í Eystur-
og Sandoyartunlar
FRANTS JENSEN
FRANTS@SOSIALURIN.FO
H
ann vísir á, at
hesin prísurin er
fyri koyring við
persónbili millum
Eysturoy og Streymoy hvønn
veg. Prísurin at koyra millum
báðar armarnar á Skálafjørðin
um verður umleið 20-25 krónur.
Orsøkin til at gjald verður
tikið fyri hvønn vegin, í mun
til hinar undirsjóvartunlarnar,
har eitt gjald er fyri báðar vegir,
er, at fólk annars kunnu koyra
annan vegin gjøgnum tunnilin
og so koyra eftir verandi farleið
hinvegin, vísir Teitur á.
– Vit hava ikki sett nakran
prís, um fólk hava hald. Prísurin
fyri koyring við størri akførum
er heldur ikki ásettur enn,
sigur Teitur Samuelsen, stjóri í
Eystur- og Sandoyartunlar.
Alfred Olsen, Saltnes
Teitur Samuelsen, stjóri í
Eystur- og Sandoyartunlar.
(Mynd: Álvur Haraldsen)