hósdagur 9. mai 2019síða 20
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 10. MAI 2019
SOSIALURIN 53
20
Týsdagin varð síðsta skotið
latið av í Eysturoyartunlinum
millum Strendur og Rókina.
Tað vóru borgarstjórarnir kring
Skálafjørðin, ið trýstu á knøttin
FRANTS JENSEN
FRANTS@SOSIALURIN.FO
N
ógv fólk var komið
saman við tunnils
munnan á Rókini, tá ið
síðsta skot varð latið
av. Umleið fimm metrar vóru eftir
at spreingja.
Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri
í Runavíkar kommunu, Jóhannus
Danielsen, borgarstjóri í Nes
kommunu og Artur Johansen,
borgarstjóri í Sjóvar kommunu,
trýstu á knøttin.
Løtu seinni var ein hvøllur
brestur, og nakað av royki kom
út úr tunnilsmunnanum.
Eftir at skotið varð, sluppu øll
fólkini yvir til sjálvan tunnils
munnan, og so at síggja holið.
Eftir eina løtu sóust arbeiðsfólkini
hjá NCC koma hinumegin frá og
ganga uppum grótrúgvuna og tað
varð klappað fyri teimum.
Eftir at tað var skotið, varð
farið í Løkshøll, har Teitur Sam
uelsen, stjóri í Eystur- og Sand
oyartunlinum bjóðaði vælkomin.
Síðani helt Heðin Mortensen,
samferðslumálaráðharri, røðu.
Eftir tað hildu teir tríggir
borgarstjórarnir við Skálafjørðin
røðu hvør eftir annan.
Í Løkshøll varð eisini bjóðað
køka og kaffi.
Myndir: Álvur Haraldsen
SKOTIÐ
ÍGJØGNUM
Á RÓKINI