hósdagur 9. mai 2019síða 19
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 10. MAI 2019
SOSIALURIN 53
19
Fleiri lekar enn væntað
– Arbeiðið hevur gingið væl, men tað hava
tó verið fleiri lekar, enn vit høvdu væntað.
Hetta hevur seinkað arbeiðinum nakað, sigur
Kristian Stórhamar, verkætlanarleiðari hjá
NCC í Eysturoyartunlinum Eysturoyarmegin
FRANTS JENSEN
FRANTS@SOSIALURIN.FO
K
ristian Stórhamar úr
Trongisvági hevur ar
beitt við tunlum mest
sum alt sítt vaksna lív.
Nú er hann verkætlanarleiðari
Eysturoyarmegin, tað merkir,
at hann hevur ábyrgd av øllum
tunnilsarbeiðinum, sum gongur
fyri seg Eysturoyarmegin í Eyst
uroyartunlinum.
Bara arbeitt við tunlum
Royndirnar við tunnilsarbeiði
hevur hann nógvar.
– Eg byrjaði at arbeiða við
Vágatunlinum. Síðan arbeiddi
eg í Norðoyatunlinum, og eg
havi eisini arbeitt við at gjørt
ein tunnil í Norra fyri NCC. So
arbeiddi eg sjálvstøðugur í níggju
ár uttanlands við tunnilsarbeiði.
Eg fari eftir ætlan eisini at vera
við at gera Sandoyartunnilin.
– Eg havi næstan einki annað
gjørt uttan tunlar, so eg trívist
við tí, sigur Kristian Stórhamar
og flennir.
Tað eru umleið helvt um helvt
føroyingar og norðmenn, sum
arbeiðið í tunlinum.
– Vit eru tríggir, sum arbeiða
her Eysturoyarmegin, sum eisini
hava verið við í arbeiðinum í
Vágatunlinum og Norðoyatunlin
um. So vit hava nakað av roynd
um, sigur Kristian Stórhamar.
Halda tíðarfreistina
Í síðstuni hava arbeiðsmenninir
rent seg í nógvar lekar, og tað
hevur tarnað arbeiðinum nakað.
Teir hava tí verið noyddir at tetta,
og tað verður gjørt við at sproyta
betong í.
– Arbeiðið hevur gingið væl,
men tað hava tó verið fleiri lek
ar, enn vit høvdu væntað. Hetta
hevur seinkað arbeiðinum nakað,
men vit halda okkum tó nøku
lunda til tíðarfreistina, sigur
Kristian Stórhamar.
Hann sigur, at tað gongur
skjótari nú bara arbeitt verður
móti Hvítanesi.
– Nú eru vit akkurát lidnir
at spreingja móti Rókini, so nú
arbeiða vit bara móti Hvítanesi.
Vit spreingja vanliga tvær
ella tríggjar ferðir um døgnið.
Tað velst eitt sindur um, um vit
renna okkum í trupulleikar ella
ikki, hvussu skjótt tað gongur,
sigur verkætlanarleiðarin.
187 metrar undir
havskorpuni
Lægsta stað í Eysturoyartunl
inum verður 187 metrar undir
havskorpuni, har hann er djúp
astur. Í løtuni eru arbeiðsmenn
inir komnir niður á næstan 180
metrar dýpd Eysturoyarmegin
frá.
Tunnilin er í minsta lagi 30
metrar undir havbotninum, men
í flestu førum longri enn tað.
Borað verður seks metrar inn
í veggin hvørja ferð. Fyrr var tað
fimm metrar og 10 centimetrar.
Um lekar eru, verður 8 cm
betong sprongt upp í loftið.
Tá ið liðugt er at bora, verður
løtt. Borivognurin, maskinur og
annað verður flutt burtur, áðr
enn sprongt verður. Síðani verð
ur alt grótið koyrt út, áðrenn
tað verður gjørt klárt aftur at
spreingja næsta holið.
– Tað eru ikki bara teir arbeiðs
menninir, ið bora og spreingja, ið
eru týdningarmiklir. Eisini teir, ið
eru aftanfyri og veita útgerð bæði
við el, luft, pumpum og øðrum,
gera eisini eitt stórt arbeiði. Tað
er gleðiligt, at vit kunnu nýta
føroyskar undirveitarar til hetta
arbeiði, sigur Kristian Stórhamar.
Drekka gula mjólk og
taka D-vitaminir
Men hvussu er at arbeiða í myrkr
inum langt undir jørð.
– Fólk venjast við tað. Tað ræð
ur bara um at drekka gula mjólk
og taka D-vitaminir. Sjálvur eri
eg nógv á skrivstovuni á Strond
um, so eg eri ikki niðri í myrkrin
um allatíðina. Eg eri tó inni minst
einaferð um dagin.
– Øðrvísi er hjá teimum,
sum arbeiða her allan dagin.
Summir av teimum velja at vera
inni næstan í 12 tímar, áðrenn
teir koma út aftur. Teir hava
matpakka við sær.
Tað eru umleið helvt um helvt
føroyingar og norðmenn, sum
arbeiðið í tunlinum.
Gingið væl hóast trupulleikar
– Arbeiðið hevur gingið væl. Vit hava tó rent okkum í nakrar trupulleikar. Tað hava
verið fleiri lekar, og tað er ein avbjóðing, sigur Mathias Hagestuen, formaður á tí
eina holdinum hjá NCC í Eysturoyartunlinum, sum hevur arbeitt frá Strondum.
FRANTS JENSEN
FRANTS@SOSIALURIN.FO
M
athias Hagestuen
hevur arbeitt við
tunlum í 40 ár.
Hetta er tó fyrstu
ferð, at hann hevur arbeitt í Før
oyum.
– Arbeiðið er tað sama, sum eg
eri vanur við í Norra. Góðskan á
grótinum er tó eitt sindur verri
enn í Norra. Sjálvt um vit hava
havt nakrar avbjóðingar, so
hevur tað gingið væl, sigur hann.
Mathias Hagestuen letur vær
at arbeiðsumstøðunum. Hann
arbeiðir 11 dagar út í eitt, 12 tímar
um dagin. So hevur hann frí í 16
dagar, og tá fer hann til Norra.
Sjey persónar eru á holdinum,
sum hann hevur ábyrgd av. Tað
eru fýra hold, ið skiftast.
Mathias Hagestuen var ein
av teimum, sum gekk ígjøgnum
tunnilin týsdagin frá Strondum
til Rókina, tá ið skotið varð
ígjøgnum.
– Eg haldi fram í Føroyum.
Eg skal eisini vera við til at gera
Sandoyartunnlin, sigur hann.
Mathias Hagestuen, formaður á tí eina holdinum í Eysturoyartunlinum.
(Mynd: Jens Kristian Vang)
Kristian Stórhamar, verkætlanarleiðari í Eysturoyartunlinum í borivogninum.
(Mynd: Jens Kristian Vang)