Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-05-09, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 9. mai 2019síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 10. MAI 2019 SOSIALURIN 53 18 FRANTS JENSEN FRANTS@SOSIALURIN.FO U m hálvtannað ár verður koyrandi í fyrstu rundkoyringini í Føroyum undir sjónum. Nú sprongt er ígjøgnum millum Strendur og Rókina, slapp Sosialurin ein túr at royna rundkoyringina. Fleiri vatnbrunnar Nógv skal gerast afturat, áðrenn tunnilin verður liðugur, men tað verður arbeitt við fullari ferð at fáa hann lidnan. Í mun til hinar tunlarnar, er hallið á Eysturoyartunlinum minni, og tí verður ikki eins bratt at koyra uppaftur. Ein onnur betring er eisini, at Eysturoyartunnilin hevur heilar fimm brunnar ymsastaðni í tunlinum, sum savna vatnið, ið kemur niður í tunnilin. Tað merkir, at alt vatnið skal ikki niður á botn, áðrenn tað verður pumpað upp aftur. Ikki álvarsligar skaðar – Arbeiðið hevur gingið væl og gongur eftir ætlan, sigur Herman Lindberg, sum hevur havt ábyrgd av heilsu, trygd og umhvørvi fyri Eysturoyartunnilin. Hann hevur sjálvur nógvar royndir frá tunnilsarbeiði, og hevur millum annað verið við at gjørt Norðoyatunnilin og Vágatunnilin. – Vit hava tíbetur ikki havt nógvar arbeiðsskaðar. Onkur er tó endaður á skaðastovuni, men tað hevur ikki verið nakað álvarsamt, millum annað onkur klemmaður fingur, sigur Herman Lindberg. Nógvar punkteringar – Vit hava hinvegin havt aðrar avbjóðingar, millum annað tí at nógvir av bilunum punkteraðu í fyrstuni, tá ið teir koyrdu eftir tí ósløttu vegbreytini. Men so fingu vit onnur sløg av dekkum, sum minna meira um traktordekk. Síðani hevur tað gingið betur, sigur Herman Lindberg. Hóast síðsta skotið í Eysturoyartunlinum væntandi verður um mánaðarskiftið, so er nógv eftir at gera. Ætlandi verður koyrandi í tí 11.250 metrar langa tunlinum til jóla næsta ár. Fyrsti tunnil við rundkoyring Myndir: Jens Kristian Vang Eysturoyartunnilin hevur nøkur ting meira í mun til Norðoyatunnilin og Vágatunnilin. Fyrst og fremst er tað rundkoyringin, og at tunnilin harvið bindur trý ymisk støð í Føroyum saman