mánadagur 13. mai 2019síða 2
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 13. mai 2019 · Nr. 54
2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Oddagrein
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
KJAK SÍÐA 6
Tunlar
nir norð
um Fjall
10 ár
TÍÐINDI SÍÐA 7
– Tað er fullkomiliga ábyrgdarleyst
at kalla Løgtingið saman við tí enda
máli at samtykkja tey málini, sum
ikki eru avgreidd í Løgtinginum.
Tað sigur Jørgen Niclasen, for
maður Fólkafloksins við in.fo.
Hann er spurdur, tí formaður
Miðfloksins hevur lagt so nógv fyri
at fáa løgtingið kallað saman nú, tá
allir flokkar uttan Miðflokkurin eru
farnir í eitt slag av »fólkatingsval-
mode« – at fyrireika seg til stríðið
um danating, har Fólkaflokkurin,
Sambandsflokkurin,
Javnaðar
flokkurin og Tjóðveldi stríðast um
at vinna teir báðar sessirnar.
Jørgen Niclasen vísir á, at tað er
ábyrgdarleyst at samtykkja øll mál
ini, sum liggja í løgtinginum, tí tað
fer at kosta hundraðtals milliardir
krónur.
Men hann hevði einki havt ímóti,
at Løgtingið varð kallað saman at
skriva út nýval. Men tað trýr hann
ikki uppá fer at bera til, sigur hann.
Tað er púra rætt, sum Jørgen Nicl
asen eisini sigur, at umframt tað, at
samgongan ikki er arbeiðsfør, tí hon
ikki hevur meiriluta í tinginum, so
eru vit í tí løgnu støðu, at andstøðan
heldur ikki er arbeiðsfør. Og tá verð
ur meint við, at tað heldur ikki er
semja í andstøðuni um at skriva út
val nú.
Veruleikin er uttan iva tann, at
eingi, ella í øllum førum ógvuliga fá,
tingfólk vilja hava løgtingsval nú.
Tann avgerðin má metast sum tik
in, og tað skal ógvuliga nógv til – og
nógv meira enn áheitanir frá fakfel
øgum – fyri at fáa Løgtingið saman.
Og skuldi tað koritni hent, so er lítið
sannlíkt, at tað hevði endað við ný
vali.
Hinvegin so er tað helst ein fyr
imunur fyri samgonguna, at valið
ikki verður skrivað út í óðum verk
um. Um summarið valdar vanliga
politiskur friður, og tað er ein fyri
munur hjá løgmanni og hansara
fólkum í Tinganesi.
At valið verður skrivað út undir
hátíðarligum umstøðum á ólavsøku
– tá øll eru fyrireikað upp á tað, sam
stundis sum løgmaður heldur ólav
søkurøðuna, tað er eisini ein fyri
munur fyri samgonguna.
Hinvegin kunnu vit siga, at tað er
ein fyrimunur fyri alla ta politisku
skipanina, at val verður skrivað út
uttan klandur og kegl um misálit.
Tað má sjálvandi eisini verða and
støðuni til rós, at hon ikki feldi sam
gonguna nakrar vikur fyri tíð, bara
fyri at gera ónáðir, og tí hon hevði
møguleikan.
Tí er helst væntandi, at einki
verður burtur úr royndum Miðfloks
ins at kalla tingið saman og tíðans
heldur at reisa misálit á løgmann.
FINNA ONGAN MEIRILUTA
Eurovision-veitsla í Tel Aviv
Hvørki samgonga ella and
støða hevur meiriluta í tinginum
Leivur Hansen, fyrrverandi
borgarstjóri fyri Tjóðveldi
í Havn heldur, at Tjóðveldi
skal sleppa Javnaðarflokk
inum og fara í samgongu við
Fólkaflokkin.
– Eftir søguligu semjuna
millum vinnuma og vísindina
um fiskidagaskipanina, sum
full semja eisini tykist vera
fyri politiskt, hómast loks
ins aftur møguleiki fyri eini
fullveldissamgongu
eftir
komandi løgtingsval.
Soleiðis skrivar fyrrver
andi borgarstjórin á Face
book um vikuskiftið.
Tjóðveldi hevur verið í
nógvum samgongum. Seks
ferðir undir Javnaðarleiðslu
og fýra ferðir undir Fólka
floksleiðslu. Tjóðveldi hevur
ongantíð
havt
leiðsluna,
flokkurin hevur ongantíð átt
løgmann.
Tríggjar
ferðir
hevur
Tjóðveldi sum størsti flokkur
valt ein fólkafloksmann til
løgmann: Í 1963, í 1998 og í
2002.
Leivur Hansen skrivar
víðari um hesa »søguligu
semjuna«: – Tað frøir mítt
fullveldishjarta!
Vónandi
helma flokkarnir ikki í at
brúka henda gylta møguleik
an til at taka lógvatøk sam
an um at røkka longur fram á
fullveldisleið – ongantíð bet
ur um rokkið verður heilt á
mál, so hetta verður seinastu
ferð, vit fara á fólkatingsval.
Gott fullveldisval 31. august
Vit kunnu so staðfesta, at
skal ein fullveldissamgonga
skipast, má hon skipast við
Fólkaflokkinum
og
Tjóð
veldi. Men tað tykist vera
ein ynskidreymur. Fólk ivast
í, hvussu fullveldissinnaður
Fólkaflokkurin er. Men tað
er ikki tað størsta problemið:
Skal ein slík samgonga
skip ast, so mugu annaðhvørt
tjóðveldistingfólk velja Jørg
en Niclasen til løgmann, ella
fólkaflokstingfólk
velja
Høgna Hoydal til løgmann.
Fáur man síggja tað sum
ein realistiskan møguleika.
So fólk, sum eru farin um
pensjónsaldur og droyma um
at uppliva fullveldið Føroyar,
tey munnu hava óvanliga
bláoygd ímyndingarevni.
Tórshavn Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
tel. 341800, post@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fyritaksstjóri
Jonhard Hammer
jonhard@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Stovnaður: 1927
Prent: Prentmiðstøðin
Í gjárkvøldið var eurovision-
veitsla í Tel Aviv í Ísrael í sam
bandi við stóru sangkapping
ina, sum verður leygarkvøldið,
har 41 luttakarar fara at
kappast um at vinna heiðurin
ársins Eurovision-vinnari.
Kvøldið byrjaði við, at allir
luttakararnir gingu eftir ein
um appelsingulum leypara
og heilsaðu fjølmiðlum og
fjepparum, áðrenn Internati
onala Melodi Grand Pirx vik
an byrjar.
Har var eisini 20 ára
gamla Leonora, sum um
boðar Danmark í ár. Hon
fegnaðist um at vera har og
segði seg hava úr at gera.
Danska Leonora skal í hálv
finalu hóskvøldið kappast
um at koma víðar í finaluna
leygarkvøldið.
Hin
hálvfi
nalan verður í annaðkvøld, og
tá skulu grannar okkara Ís
land og Finnland kappast um
at komaí finaluna.
Danska Leonora skla við
sanginum »Love Is Forever«
kappast við eitt nú Noreg og
Svøríki um at koma í finaluna.
Mett verður, at serliga Svøríki
hevur góðan møguleika við
John Lundvik og sanginum
»Too Late For Love«.
Bookmakararnir hava rím
uligar vónir til danska luttak
aran. Sangurin »Lov Is For
ever« varð kosin vinnari bæði
av hyggjarum og dómarunum,
tá kappingin var í Danmark í
februar. Bæði hálvfinalurnar
og finalan í Eurovision verða
at síggja á DR1.
/ritzau/
Jan
Restorff er
takksamur
og errin
Tjóðveldi og Fólkaflokkur eiga
at samstarva, heldur Leivur
Hansen
Vil í samgongu við
Fólkaflokkin
FAKTA
Hesi hava vunnið Euvrovision-songkappingina
seinastu 10 árini:
2018: Ísrael, Netta, "Toy".
2017: Portugal, Salvador Sobral, "Amar Pelos
Dois".
2016: Ukraina, Jamala, "1944".
2015: Svøríki, Måns Zelmerlöv, "Heroes".
2014: Eysturríki, Conchita Wurst, "Rise Like a
Phoenix".
2013: Danmark, Emmelie de Forest, "Only
Teardrops".
2012: Svøríki, Loreen, "Euphoria".
2011: Aserbajdsjan, Ell & Nikki, "Running Scared".
2010: Týskland, Lena, "Satellite".
2009: Noreg, Alexander Rybak, "Fairytale".
Vinnarin úr Danmark Leonora Colmor Jepsen
Mynd: Olafur Steinar Gestsson/Ritzau Scanpix