mánadagur 13. mai 2019síða 3
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
3
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 13. mai 2019 · Nr. 54
TÍÐINDI
Fólk við
kelidýrum
liva longri
- Kelidýr gera, at mann ikki er púra
einsamallur, og mann følir, at mann hevur
eina ábyrgd fyri einari aðrari livandi veru,
sigur Ingibjørg Mortensen, djóralækni
Pætur Hjalmar Evensson
pature@sosialurin.fo
Hundurin er besti vinurin hjá
menniskjum, verður ofta tikið
til. Fyri summi er hundurin
sum ein eyka familjulimur, og
hundurin fyllir sum heild nógv
í familjumyndini.
At hundar kunnu gera und
urverk er høvuðssøgan í sein
asta Vikuskiftis Sosiali eitt
prógv um. 23 ára gamla Jórunn
Davidsen greiddi frá, hvussu
ein hundur fekk hana burturúr
tunglyndi og í roynd og vera
bjargaði henni frá at taka lívið
av sær sjálvari. At hon fekk ein
hundahvølp fekk hana upp úr
songini og gav henni mót uppá
lívið aftur.
- At hava ábyrgd og kærleika
fyri einum øðrum var tað, sum
gjørdi mun fyri meg. Um eg
ikki hevði tað gott, so hevði
hann tað heldur ikki gott. At
eg tók mær av honum gjørdi,
at eg eisini tók mær av mær
sjálvari, greiddi hon frá í Viku
skiftis Sosialinum.
- Sorg og gleði fylgir við
Men hvussu kann ein hundur
fáa so stóra ávirkan á lívið hjá
okkum menniskjum? Vit spyrja
á Djóralæknastovuni, hvat tey
leggja merki til í teirra virk
semi hesum viðvíkjandi.
Djóralæknarnir hjá Djóra
læknatænastuni síggja dagliga,
hvussu stóran týdning hundar
hava fyri okkum menniskju.
- Vit síggja ta sorgina, sum
fylgir við, tá hundurin er gam
al, verður sjúkur og má avlív
ast. Vit síggja sjálvandi eisini
gleðina, tá tað gongur væl, og
mann fær loyst trupulleikan,
so hundurin verður frískur
aftur, fortelur Ingibjørg Mort
ensen, djóralækni.
Tá kelidýrið skal avlívast
Soleiðis er tað ikki bara við
hundum, men eisini við øðrum
kelidýrum, so sum kettum. Tá
talan er um avlíving av einum
kelidjóri, er tað er øgiliga ym
iskt frá fólki til fólk, hvussu
eigararnir taka tað.
- Summi vilja ikki konfront
erast og fara úr rúminum, með
an onnur vilja vera hjá djórin
um allan vegin, sigur djóra-
læknin.
Serliga eru tað børn, ið
kunnu vera kensluborin, tá
keilidýrið, sum tey kanska eru
uppvaksin við, má avlívast.
- Tað er ofta trupult, hvussu
foreldur fyrihalda seg í støð
uni, tá tað snýr seg um børn.
Onkur ger kanska eina hvíta
lygn um, at djórið er blivið
burtur ella okkurt líknandi,
sigur Ingibjørg Mortensen.
Ábyrgd og samvera
Djóralæknin vísir á, at kelidýr
kunnu hava sera stóra ávirkan
á lívsgóðskuna hjá eldri fólki.
- Mann sigur, at eldri fólk,
sum hava kelidýr, liva longri
og hava eitt ríkari lív, sigur
hon og greiðir víðari frá, hví so
er:
- Kelidýr gera, at mann ikki
er púra einsamallur, og mann
følir, at mann hevur eina
ábyrgd fyri einari aðrari liv
andi veru. Hevur mann til
dømis hund, so kemur mann
jú út, tí mann er forpliktaður
til javnan at fara út at ganga
túr við honum og keypa mat
til hann.
Tað vil siga, at eitt kelidjór
kann geva innihald til ger
andisdegin, sum er gott fyri
sálarligu heilsuna. Samstundis
snýr tað sum um ta sosialu
vælveruna, tí mann hevur
onkran rundan um seg allatíð.
Hundurin er góður fyri krops
ligu vælveruna í tí, at mann
kemur út at røra seg, tá hund
urin skal ganga túr.
Minkar um vandan
fyri hjartasjúkum
Ein svensk kanning frá Upp
sala Universiteti frá 2017 stað
festir, at hundar geva sínum
eigara nøkur eyka liviár. Svensk
ir granskarar hava granskað í
sambandinum millum at eiga
ein hund og vandanum fyri
hjartasjúkum hjá 3,4 milli
ónum svium í aldrinum 40 til
80 ár. Endamálið við kanning
ini var at finna út av, um mun
ur er á vandanum fyri sjúku,
um mann hevði hund ella ikki
- og úrslitini tosa fyri seg sjálvi.
Sambært
kanningini
fáa
persónar, ið búgva einsamallir,
mest burturúr at hava hund í
heimi sínum. Hundurin mink
ar vandan fyri sjúku við einum
triðgjaparti samanborið við
persónar, ið búgva einsamallir
uttan hund. Í einum heimi, har
fleiri fólk búgva, er hundurin
eisini orsøk til eitt longri lív.
Her minkar vandin fyri hjarta
sjúkum við 15 prosentum.
Fyritreytin fyri, at ein hund
ur ella annað kelidjór skal økja
um lívsgóðskuna, er sjálvandi,
at eigarin er glaður fyri djór.
ÁRG. 93, BLAÐ NR. 53
10. MAI 2019
Minst til
mammudagin
Tlf: 34 19 60
Vit hava opið 8–14 sunnudagin 12. mai
Síða 6-9
Føroysk ferðavinna:
– Tað besta er at viðurkenna, at tunglyndi er ein sjúka og at søkja
sær hjálp, sigur 23 ára gamla Jórunn Davidsen
Tema um
tunglyndi
og angist
TEMA
900 fingu løn frá Gist &
Vist í fjør síða 14-15
HUNDURIN
BJARGAÐI
MÆR UNDAN
SJÁLVMORÐI
Jórunn Davidsen:
Síða 8-10
Ein túrur gjøgnum
tunnilin Síða 18-21
Reportasja:
MIÐFLOKKURIN
Mia av Kák Joensen
Føroyska
røddin má
hoyrast!
Vangamynd
síða 5
Mynd: Lars Laursen / Biofoto
/ Ritzau Scanpix
Í Vikuskiftis Sosialinum (10. apríl) fortaldi 23 ára gamla Jórunn
Davidsen um, hvussu hundur hennara fekk hana burturúr tunglyndi