mánadagur 13. mai 2019síða 4
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 13. mai 2019 · Nr. 54
TÍÐINDI
Bíleggingar
streyma inn til
hotell í Havn
– sum ikki er
bygt enn
NÝTT HOTELL Vit eru langt frá at nøkta tørvin á hotellum í Havn,
sigur Rógvi Mikkelsen, sum skal standa á odda fyri nýggjum
hotelli í Havn, sum skal vera so umhvørvisvinarligt, sum tilber
Áki Bertholdsen
– Vit hava longu fingið heilt
bíleggingar til næsta ár, so vit
kunnu ikki annað enn vera
rættiliga væl nøgd.
Tað sigur Rógvi Mikkelsen,
sum nú er settur sum leiðari á
Hotell Brandan, sum samtakið,
í frammanundan hevur Hafnia
og Norrønu, byggja á Oknar
vegnum uppi við Gundadal í
Havn.
Rógvi Mikkelsen er 31 ára
gamal og hevur fingist við hot
ell, og annað líknandi virksemi,
síðani hann fór at arbeiða.
Hann hevur prógv frá handils
háskúlanum
í
keypmanna
havn og hevur verið leiðari á
einum golf- og ráðstevnudepli
í Danmark.
Síðani hann flutti til Føroy
ar nakað síðani, hevur hann
verið leiðari fyri Haps og Essa
barr, til hann fekk boðið hend
an møguleikan at standa á
odda fyri Hotell Brandan.
Nýggja hotellið skal takast í
nýtslu í mai næsta ár. Men tá
má hotellið eisini vera liðugt, tí
Rógvi
Mikkelsen
sigur,
at
næsta ár hava tey longu fingið
3500 bíleggingar frá útlendsk
um ferðafólk, so tey hava einki
val uttan at hava hotellið lið
ugt tá.
Hann sigur, at nøkur leiðslu
fólk eru sett í starv, men tað
verður ikki leingi, so fara tey
eisini at søkja eftir starvsfólki.
Hvussu nógvum fólkum, tey
fáa brúk fyri, er vónleyst at
siga, fyrrenn hotellið er roynt í
verki.
Tey eru tilvitað um, at tað er
arbeiðið til allar hendur, og at
tað kann vera ringt at fáa ar
beiðsmegi.
Men
tey
hava
hugsað um at gera Hotell
Brandan til eitt lokkandi ar
beiðspláss, men tey hugsa eis
ini um at fáa útlendska ar
beiðsmegi.
Tey hava eisini Hotell Hafn
ina og Norrønu í sama samtaki,
so tað gevur eisini møguleika
fyri at skifta ímillum, og tað
gevur teimum eisini møguleika
at gera samtakið til eitt fjøl
broytt lærupláss.
Gongur eftir ætlan
Men Rógvi Mikkelsen sigur
eisini, at byggingin gongur
eftir ætlan, so hann stúrir ikki
fyri, at tað ikki verður klárt at
taka i nýtslu í mai næsta ár.
Hann sigur, at stórur dentur
er lagdur á, at hotellið skal
verða so umhvørvisvinarligt,
sum gjørlig. Fjarhiti verður
lagdur í hotellið og annars fara
tey at hugsa grønt í øllum lut
um í sjálvum rakstrinum.
– Vit eru í neyvum samstarvi
við Horesta, ið er ein altjóða
felagsskapur, sum flokkar hot
ell. Tey meta um dygdina á
hotellum og geva teimum
stjørnur har eftir. Men tey
meta eisini um, hvussu um
hvørvisvinarlig, hotell eru, og
Rógvi
Mikkelsen
sigur,
at
endamálið er, at Hotell Brand
an skal fáa umhvørvisgóð
kenning frá teimum.
– Enn hevur einki hotell í
Føroyum umhvørvisgóðkenn
ing frá Horesta, men tað skal
Brandan hava, tí tað skal verða
ein partur av okkara samleika.
Her verður bæði hugsað um
at
brúka
endurnýtslutilfar,
umframt at sápur og alt annað
er umhvørvisgóðkent.
– Tað er ikki bara tí at tað er
gott fyri samvitskuna, men vit
halda eisini, at hetta er nakað,
okkara gestir fara at virðis
meta, samstundis sum at vit
vilja fegin gera okkara íkast á
hesum øki. Og tí verður hot
ellið, bæði bygt og rikið, eftir
nýggjastu umhvørviskrøvun
um hjá Horelsta, sigur Rógvi
Mikkelsen.
Annars verður talan um eitt
nýmótans hotell, har føroysk
ur byggisiður kortini sæst aft
ur við grótlaðingum og flag
taki. Men annars verður talan
um eitt hotell við fýra stjørn
um og sostatt er tað á sama
stigi su Hotell Hafnia og Hotell
Føroyar,
Hotell Brandan hevur 124
dupultkømur, men endamálið
er eisini at hava góðar umstøð
ur til ráðstevnur, serliga tí at
hotellið liggur beint við stóra
ítróttarøkið í Gundadali.
Tískil verðir tað eisini ser
liga innrættað til at lúka krøv
ini, sum fótbóltslið, og onnur
ítróttarfólk, seta til massasju
rúm og aðrar hentleikar.
Ikki mettaður enn
Umframt
Hotell
Brandan,
byggir Atlantsflog eisini hotell,
Hotell Føroyar byggir út, og
aðrar ætlanir eru eisini,
Men Rógvi Mikkelsn heldur
ikki, at vit eru ikki nær í ná
mind av at hava ov nógv
hotellpláss í Havn.
Hann sigur, at hotell hava
tann fyrimunin, at tað ber til
at laga virksemið eftir ferða
fólkastreyminum, men vøkst
urin í ferðafólkatalinum er
stórur, og tað er alt, sum bend
ur á, at vøksturin heldur á, í
hvussu so er nakað afturat.
Rógvi Mikkelsen er settur sum
leiðari fyri Hotell Brandan, sum
verður bygt í Havn í hesum døgum.
Hotellið skal vera nýmótans og
tað skal vera grønt, sigur hann
Tað er ikki
bara tí at tað
er gott fyri
samvitskuna