mánadagur 13. mai 2019síða 5
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 13. mai 2019 · Nr. 54
TÍÐINDI
Um 10 ár hava suðuroyingar
fingið undirsjóvartunnil
– Tað lova for
menninir í næstan
øllum flokkum á
Løgtingi. Men ein
floksformaður
spyr um vit einki
hava lært
Áki Bertholdsen
Í seinasta lagi í 2030 skal Suð
uroyggin verða knýtt upp í
meginøkið við einum undir
sjóvartunli.
Tað lyftið fingu suðuroy
ingar á fólkafundi í Salt leyg
ardagin.
Á
fólkafundinum
vórðu
floksformenninir spurdir um,
nær teir, eftir bestu sannfør
ing, mettu, at tað fer at verða
koyrandi ímillum meginøkið í
Suðuroyar.
Og tað vóru formenninir í
øllum flokkum á tingi -uttan
einum- sum lovaðu suðuroy
ingum, at nú skal farast undir
at gera undirsjóvartunnil til
Suðuroyar,
og
teir
lovaðu
enntá, at tað skal vera koyr
andi ígjøgnum hann um eini
tíggju ár.
Onkur metti at koyrandi
skal vera í 2028-2029, men aðrir
søgdu at tað skuldi vera í sein
asta lagi í 2030.
– Tað skal verða koyrandi til
Suðuroyar í seinasta lagi í
2030, segði Jørgen Niclasen,
formaður
Fólkafloksins,
og
hann heldur, at tað er ein upp
gáva, allir føroyingar skulu
vera við til at loysa.
Bárður á Steig Nielsen, for
maður Sambandsfloksins, helt
enntá, at Løgtingið væl kann
binda seg til at tað skal vera
koyrandi til Suðuroyar í 2030.
Formaðurin
í
Javnaðar
flokkinum, Aksel V. Johanne
sen sum eisini er løgmaður,
segði, at Løgtingið eigur at
semjast um at brúka næsta
valskeið upp á fyrireika tunn
ilin, og at finna fíggingina, tí
tað verður tann stóra avbjóð
ingin. Sandoyartunnilin er lið
ugur í síðst 2023, og tá skal
vera klárt at halda fram til
Suðuroyar, soleiðis, at tað
verður koyrandi í 2028-2029,
heldur løgmaður.
Eisini Jógvan Skorheim, for
maður í Sjálvstýri, trýr uppá,
at vit eiga at klára at hava
gjørt Suðuroyartunnilin áðr
enn 2030. Hann sigur, at kemur
Sjálvstýri í samgongu eftir
valið, fer hann at leggja dent á,
at undirsjóvartunnilin til til
Suðuroyar skal standa í sam
gonguskjalinum.
Høgni Hoydal, formaður í
Tjóðveldi, helt, at tað er ikki at
taka munnin ov fullan at siga,
at tað skal vera koyrandi til
Suðuroyar áðrenn 2030.
Eisini Jenis av Rana, for
maður í Miðflokkinum, sigur,
at er tað eitt veruligt ynski í
Løgtinginum at bjarga Suður
oynni, kann Suðuroyartunnilin
verða veruleiki um 10-12 ár.
Vil ikki seta árstal á
Poul Michelsen formaður í
Framsókn er einasti tingmað
ur, sum hevur eitt ávíst fyri
varni. Hann spurdi hinar floks
formenninar um teir einki
hava lært.
Hann sigur, at samfelagið er
farið at kalla tvær ferðir á
heysin, bara í hansara tíð í pol
itikki og hann skilir ikki,
hvussu politikarar kunnu lova
suðuroyingum ein tunnil fyri
fleiri milliardir, uttan at hava
gjørt sær nakrar metingar av,
um tað er búskaparliga for
svarligt.
Tí vil hann ikki seta nakað
árstal á, men hinvegin lovaði
kortini suðuroyingum, at Suð
uroyartunnilin skal gerast í
somu løtu, tað er forsvarligt.
Hann vísir á, at tekniskt er
tað eingin trupulleiki, men tað
verða fíggingarmøguleikarnir,
sum gera av, hvussu skjótt
tunnilin kann gerast, og hann
heldur, at í hesum sambandi
fer tað at fáa týdning, hvussu
úrslitið verður, nú Eysturoyar
tunnilin, og Sandoyartunnilin,
eru tiknir í nýtslu.
Hinvegin heldur Arnfinn á
Birtuni, sum er valevni fyri
Framtakið, at tunnilin er ikki
altavgerandi fyri Suðuroynna.
Hann tekur ikki undir við eini
gongd, har tað einasta, ið um
ræður, er ein støðugur vøkstur.
Sjálvur er hann vágamaður,
men býr í Vági, og hann heldur,
at Vágar mistu eitt sindur av
sjarmuni, tá ið undirsjóvar
tunnilin kom.
Sleppa ikki undan
Men tað eru ikki bara for
menninir
í
teimum
ymsu
flokkunum, sum lova suðuroy
ingum undirsjóvartunnil, tí
tað gjørdu aðrir løgtingsmenn
eisini.
Jacob
Vestergaard,
ting
maður fyri Fólkaflokkin, sigur,
at tað slepst ikki undan at gera
undirsjóvartunnil
til
Suðuroyar, tí tað er bara fast
samband við miðstaðin, sum
kann venda gongdini í Suður
oy.
Erhard Joensen í Vági, sum
er valevni fyri Sambands
flokkin á løgtingsvalinum er
samdur í, at ferðasambandi er
tað týdningarmesta av øllum
fyri ungfólk, tá ið tey taka
støðu til, hvar tey ætla at seta
búgv.
– Vit skulu hava undirsjóv
artunnil og Smyril, sum nú er,
skal vera tann síðsti, sigur
hann.
Henrik Old, tingmaður fyri
Javnaðarflokkin, sigur, at tá ið
han var landsstýrismaður í
samferðslumálum,
gjørdi
hann av at seta ein
suðuroying í nevndina fyri
Eysturoyartunnilin og Sand
oyartunnilin, so at hann kundi
kunna seg um fíggingarmøgu
leikar, og um annað í hesum
sambandi.
Tað er Gudmund Morten
sen, á Tvøroyri, sum er valdur í
nevndina í felagnum, sum
stendur fyri arbeiðnum at
gera
Eysturoyartunnilin
og
Sandoyartunnilin.
Ruth Vang, tingkvinna fyri
Framsókn sigur, at vit skulu
avgjørt hava undirsjóvartunnil
til Suðuroyar. Hon heldur, at
tann heilt stóra avbjóðingin
verður fíggingin og tað er ein
spurningur, sum vit hava onga
loysn upp á tað í løtuni, men
vit skulu avgjørt arbeiða fram
ímóti.
Sirið Stenberg, landsstýris
kvinna fyri Tjóðveldi, sigur, at
nú løgtingsval verður seinni í
summar, verður tað eitt val
lyfti hjá Tjóðveldi, at Suðuroy
artunnilin skal setast á skrá.
Helgi Abrahamsen, sum er
varamaður á tingi fyri Sam
bandsflokkin, staðfestir, at tað
er eingin ivi um at Suðuroyar
tunnilin kemur, men eisini
hann vísir á, at tað verður fígg
ingin, sum verður tann stóra
avbjóðingin.
– Tað er ein dýr ætlan, so
mugu semjast um eina sam
ferðsluætlan, har tað verður
ásett, hvussu hann skal fíggj
ast, sigur Helgi Abrahamsen.
Formenninir fyri flokkarnar á Løgtingi mestsum kappast um at bjóða suðuroyingum tunnil. Frá vinstru eru teir Jørgen Niclasen úr
Fólkaflokkinum, Bárður á Steig Nielsen úr Sambandsflokkinum, Aksel V. Johannesen úr Javnaðarflokkinum, Jógvan Skorheim úr Sjálvstýri,
Høgni Hoydal úr Tjóðveldi, Poul Michelsen úr Framsókn, Jenis av Rana úr Miðflokkinum og Arnfinn á Birtuni úr Framtakinum.