mánadagur 13. mai 2019síða 6
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 13. mai 2019 · Nr. 54
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
167 ÁR SÍÐANI FYRSTA BLAÐIÐ
Færingetidende er fyrsta avísin, sum kom
út í Føroyum. Niels Winther flutti sum
nýútbúgvin løgfrøðingur heim til Føroya og
byrjaði at geva fyrstu føroysku avísina út
13. mai 1852. Blaðið kom út 9 ferðir frá
13. juni til 27. juli í 1852.
TÁ PÁVIN VARÐ SKOTIN
Hendan dagin í 1981, fyri vikuliga mikudagsaudiensin á Pæturspláss
inum, koyrdi pávin runt í einum opnum bili á plássinum at hitta fólkið.
Mehmet Ali Agce úr Turkalandi loysti tá fleiri skot av ímóti pávanum.
Hann varð særdur, men góði fysikkurin hjá honum bjargaði honum,
og longu 3. juni var hann aftur í Vatikaninum. Eftir hálvt ár var hann
aftur til arbeiðis fulla tíð, men heilsan varð ongantíð hin sama aftur.
Trina tosar
um ljóðdálk
ing í Klaksvík
Trina Eysturoy fer
undir framløguni at
greiða frá, hvussu
kommurnar kunnu
loysa trupulleikan
við larmandi og
dálkandi skipum
Týskvøldið,
21.
mai
klokkan 20:00, fer Trina
Eysturoy, forkvinna í
felagnum Heimafriður,
at hava almenna fram
løgu
í
Klaksvík
um
ljóð, luft og ljósdálking.
Framløgan verður í Mið
høllini á Skúlatrøð.
Trina
Eysturoy
fer undir framløguni
at greiða frá, hvussu
kommurnar
kunnu
loysa trupulleikan við
larmandi og dálkandi
skipum, og hvørjar ágóð
ar bæði land, kommun
ur og borgarar fara at
vinna av tí.
Forkvinnan vísir á,
at tað er púra óneyðugt,
at larmandi skip koma
til bryggju at umskipa,
og
at
kommunurnar
fáa forsvinnandi lítið
burturúr peningaliga. Tí
heldur hon, at tað bein
anvegin eigur at verða
hugt at, hvørjar loysnir
Noregi brúkar.
Síðani felagið Heima
friður varð stovnað fyri
knøppum hálvum ári
síðani,
hevur
felagið
fingið nógvar klagur um
larm frá skipum frá fólki
um alt landið.
Eftir
framløguna
verður møguleiki at seta
spurningar. Við á fundi
num vera fólk, sum hava
servitan
innan
økið,
sum kunnu svara upp á
spurningar frá áhoyrar
unum.
Tað er Norðoya Sjálv
stýrisfelag, sum skipar
fyri fundinum.
Jákup Mikkelsen
løgtingsmaður fyri
Fólkaflokkin
Dagurin í dag 13. mai er søgu
ligur. Júst henda dagin, fyri
10 árum síðan, samtykti Før
oya Løgting við stórum meir
iluta, at farast skuldi undir at
gera nýggjar tunlar norð um
Fjall. Vandin við øktu ferðsl
uni var í 2009 vorðin so stór
ur, at løgtingið ásannaði, at
nú mátti nakað gerast við
lívshættisligu farleiðina.
Lógin frá 2009 er ontantíð
avtikin, so formliga stendur
hon vil makt. Men tunlarnir
eru ongantíð komnir, hóast
tingsamtyktin í dag fyllir 10
ár.
Hesi 10 árini er ferðslan
norð um fjall økt 80%. Vega
breiddin er tann sama. 280
cm! Tað ber ikki til at hava
trygdarvenjingar í hesum
tunlum, av tí at tað er ov
vandamikið.
Trygdarvenj
ingar hevur mann bara í
tunlum, har høgt er til loft
og vítt til veggja. Trongar
deyðsfellur skulu bara tigast
í hel. Vandaleiðin norð um
fjall hevði ikki fingið loyvi at
staðið sum ein landaskomm,
um
deyðsfellurnar
lógu
nærri Tinganesi.
Tvær
ferðir
í
hesum
valskeiði
hevur
sitandi
samgonga, ella núverandi
minniluti, felt uppskot um
at fremja 10 ára gomlu løg
tingssamtyktina. Í mun til
fólkatalið er tað neyvan
nakað øki í landinum, sum
hevur givið landshúsarhald
inum størri íkast, enn øk
ið norðan fjall. Her verður
serliga hugsað um sjógv- og
smoltaling ið hevur skapt út
flutningsvirði fyri milliardir.
Nógva vinnuliga virksemi
setur stór krøv til fólka- og
farmaflutning.
Men
frá
Tinganesi eru ongar sømdir
at hóma.
Men nú er tað marghátt
liga kortini hent, at sam
gongan hevur avsett 1,5 mió
í fíggjarlógini fyri 2019, til
nýggjar tunlar norð um fjall.
Men komandi ár er tað aftur
”business as usual”. Játtanin
í 2020 er aftur 0!!! At lands
stýrið hevur valt at avseta
1,5 mió í 2019 hevur eina
einfalda orsøk. Valár! Mann
samgongan veruliga halda,
at fólkið norðan Fjall er so
tápuligt, at tey taka ímóti
eini narrisuttu uppá 1,5 mió.
Sjálvur trúgvi eg heldur
ikki, at ein einasta króna
av avsetingini uppá 1,5 mió
kr. verður brúkt í ár. Talið á
fíggjarlógini er bara pynt og
valflesk.
Einki land, sum vit ynskja
at samanbera okkum við,
hevði útsett sínar borgarar
fyri
slíkum
ferðsluvanda
sum vit dagliga uppliva norð
an fjall. Og nú stendur aftur
eitt summar fyri durum, har
hópur av ferðafólki við leigu
bilum fara inn í tunlarnar. Í
myrku, vátu og trongu tunlu
num seta skelkaðu gestirnir
ferðina niður í 20 km/t. Fleiri
ferðsluproppar standast av,
at skakaðir gestir koyra lítið
skjótari enn eitt líkfylgi. Men
hetta tykist ikki at nerva løg
mann ella landsstýrið.
Í hesum døgum eru ann
ars fýra ár liðin síðani tunnil
in til Viðareiðis var sprongd
ur ígjøgnum. Stutt eftir tók
nýggja samgongan við. Men
henda samgongan hevur
snøgt sagt ikki borað ein
centimetur av tunli hóast bil
atalið í landinum er methøgt.
Samgongan hevur tilvitað
drálað við hvalbiartunlinum
og seinkað hesa verkætlan
óneyðugt eini 3 ár.
Síðani føroyingar byrjaðu
at bora tunlar fyri umleið
60 árum síðan, hevur einki
landsstýrið framt eitt lakari
tunnilsavrik
enn
sitandi
samgonga. Men eingin sam
gonga hevur tosað meira um
tunlar enn núverandi.
Tað er eingin her á landi ið
heldur, at 1,5 mió kr. munar
til gerð av nýggjum tunlum
norð um fjall. Men eg trúgvi,
at tunlarnir kunnu gerast
bíligari, enn eykarokningar
nar á Glasir.
Kjak: Tunlarnir norð um
fjall »fylla« 10 ár í dag
Trina Eysturoy er forkinna í felagnum Heimaríði
Felagið heimafriður stríðist bæði fyri ljóð, luft og
ljósdálking
Jákup Mikkelsen, løgtingsmaður Fólkafloksins, heilsar enn
óbygdu tunlunum norður um Fjall á Borðoynni – uppskotið
varð samtykt í Løgtinginum fyri júst 10 árum síðani í dag, hin
13. mai í 2009