mánadagur 13. mai 2019síða 7
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
Mánadagur 13. mai 2019 · Nr. 54
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
OLSEN-BRØÐURNIR VUNNU EUROVISION-SANGKAPPINGINA
Í dag eru 19 ár síðani, at donsku Brødrene Olsen vunnu Eurovision Songcontest, ella International Melodi
Grand Prix, sum danir kalla tað. Eingin hevði roknað við tí, at brøðurin báðir skuldu koma aftur úr Svøríki við
sigrinum hetta kvøldið. Onkur næsadjarvur journalistur skrivaði, at tað var skomm, at Danmark sendi tveir
gamlar menn í hesa altjóða tónleikakappingina, sum bara kundu gera sær og Danmark fyri skommum. Men
úrslitið var, at brøðurnir komu aftur við sirgirinum – sum Danmark vann fyri aðru ferð. Ikki síðani Grethe og
Jørgen Ingemann í London í 1963 vunnu við sanginum Dansevise, hevði Danmark vunnið kappingina.
Maud Buhl Ziska, ættað
úr Klaksvík, búsitandi
í Greve andaðist í
heiminum 9. mai.
Ingibjørg Súsanna
Lomax, fødd Krage
steen, ættað úr Havn,
búsitandi í Rams
bottom í Onglandi,
andaðist hósdagin 9.
mai, 93 ára gomul.
Johannes Pauli Karbech
Mouritsen, ættaður
úr Havn, búsitandi í
Skagen, andaðist 8.
mai, 76 ára gamal.
Mogens Petersen,
skraddari, Fuglafirði,
andaðist mikukvøldið
í Vesturstovu, 95 ára
gamal. Kistan fer úr
Vesturstovu í kirkjuna
fríggjadagin kl. 17.
Anne-Lise Reinhold
Niclasen, ættað úr Keyp
mannahavn, búsitandi
í Miðvági, andaðist 8.
mai 81 ára gomul.
Tummas Johansen,
ættaður av Signabø,
búsitandi í Odense and
aðist 7. mai, 80 ára gamal.
Gudrun Nørgaard
Jensen, fødd Olsen,
ættað úr Funningi,
búsitandi í Hvidovre,
andaðist á Hvidovre
hospital mánadagin
6. mei, 73 ára gomul.
Frida Helena Maria
Larsen, fødd Lenvig,
ættað úr Hesti, bú
sitandi í Nykøbing
Falster, andaðist 3.
mai, 93 ára gomul.
Jóhan F. Magnussen,
Miðvági, andaðist á
Sýnini leygarkvøldið,
87 ára gamal.
Frida Helena Marie
Larsen, fødd Lenvig,
úr Hesti, andaðist 3.
mai, í Nykøbing Falst
er, 93 ára gomul.
Helena í Homrum, Kolla
fjørður, andaðist í heim
inum fríggjadagin 3. mai
67 ára gomul. Jarðar
ferðin verður lýst seinni.
Meinhard Berg, ættaður
úr Funningsfirðið, bú
sitandi á Borgarnesi
í Íslandi andaðist 30.
apríl 93 ára gamal.
Eyðstein Eliassen,
Fuglafjørður, andaðist
í heiminum mikudagin
1. mai, 63 ára gamal.
Hilmar Egholm
Jacobsen, Tórshavn
andaðist í heiminum
týsdagin 23. apríl,
69 ára gamal.
Einar Hentze, ættaður
úr Sandavági, andaðist í
heiminum í Kristiansund
leygardagin 27. apríl,
84 ára gamal.
Haraldur Rasmussen
Nattestad, Miðvági
andaðist í heiminum,
64 ára gamal.
Ásla Lamhauge, ættað
av Skála, búsitandi
í Keypmannahavn,
andaðist 29. apríl,
71 ára gomul.
Erna Mouritsen,
Sørvági, andaðist
mánanáttina, 29.
apríl, 69 ára gomul.
ANDLÁT
NØVN
Send hugskot, myndir, greinar
ella annað til novn@sos.fo
VÆLKOMIÐ LÍTLA BARN
Villy Joensen & Hanna Poulsen, Djóna í
Geil gøta 44, Tórshavn, fingu 3 mai 2019
ein son. Longd: 53 cm. Vekt: 3350 gr.
Jan Restorff og
Søllerød Kro vinna
»The Nordic Prize«
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Søllerød Kro, sum havn
armaðurin
Jan
Restorff
stjórnar, varð í gjárkvøldið
kosin »Ársins matstova í
Norðanlondum 2018«.
Heiðurin fekk matstovan
á
einum
hátíðarhaldi
á
Restaurant
Arakataka
í
Oslo í gjárkvøldið. Tað var
Bent Christensen, maðurin
handan
»Den
danske
Spiseguide«, sum í 2009
stovnaði viðrislønina, sum
nú er latin fyri 10. ferð.
Fyrsti vinnarin var Noma,
og í fjør fekk føroyska
Michelin matstovan Koks
heiðurin.
Søllerød Kro vann í harð
ari kapping við Frantzén úr
Stokkhólm, Maaemo úr Oslo,
Grön úr Helsinki og Óx úr
Reykjavík. Tað var Leif Friis
Jørgensen frá høvuðsstuðli
num Naturmælk í Danmark,
sum handaði virðislønina.
Jan Restorff er sum vera
man sera fegin um heiðurin:
– Eg eri takksamur og err
in av at fáa tillutaða hesa
virðisløn. Bæði Franzen og
Maemo hava tríggjar Mich
elin stjørnur, og teimum
hava vit kappast ímóti. Dóm
arapanelið hevur vitjað allar
tær fimm tilnevndu mat
stovurnar og mett okkara ta
bestu. Tað er heilt fantastiskt
fyri okkum á krónni og eitt
stórt
herðaklapp,
eingin
nevndur eingin gloymdur,
sigur Jan Restorff í stuttari
viðmerking.
– Eg eri takksamur og errin
Matstovan Søllerød Kro
hevur røtur ehilt aftur til 1677.
Matstovan liggur í tí gamla
partinum av Søllerød í Norð
ursælandi. Umframt at verða
kosin Ársins Matostova í Norð
anlondum, so hevur hon eisini
eina Michelinstjørnu, sum hon
hevur havt síðani 2007
(Ritzau Scanpix Jyllands-Posten)
Jan Restorff er matstovuleiðari á Søllerød Kro. Jan er sonur Esther og Johan Restorff, sála, á Hotel Hafnia
(Mynd: Hannah Paludan Kristensen/Ritzau Scanpix)
Frá vinstru: Bent Christien, Arne Ronold úr norsku dóms
nevndini og Leif Friis Jørgensen saman við Jan Restorff og
soninum Tóri, báðir frá Søllerød Kro
Vælkomið
Bestu ynskir
lítla barn
Sosialurin ynskir hjartaliga til lukku
við barninum, og vit vilja fegin siga frá
hesum í teiginum “Føðingar”.
Send teldupost til:
barn@sos.fo
Upplýs:
Burðardag, kyn, longd (cm), vekt (gr.),
navn foreldranna/systkin og bústað.
Send mynd við
Øll børn, sum koma í
blaðið, fáa ein bamsuklút
sendandi frá Sosialinum