Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-05-13, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 13. mai 2019síða 8

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 13. mai 2019 · Nr. 54 TÍÐINDI SEMJA UM FISKIDAGA­SKIPAN Semja er millum Havstovuna, vinnuna, reiðarafelagið, manningarfeløgini og eisini landsstýrismannin í fiskivinnumálum um, at vit skulu hava eina fiskidagaskipan og eina umsitingarætlan, sum skal stýra fiskiskapinum eftir toski á landgrunninum, hýsu og upsa í føroyskum sjógvi Frants Jensen frants@sosialurin.fo Síðsta heyst setti lands­stýris­ maðurin við fiskivinnumálum ein arbeiðsbólk at koma við til­ mæli um eina umsit­ingar­ætl­ an fyri fiskiskapin eftir botn­ fiski undir Føroyum. Fríggjadagin legði arbeiðs­ bólkurin uppskotið fram. Umsitingarætlan og veiðureglur – Vit mæla til, at fiskidaga­skip­ anin heldur fram, og at hon verður umsitin innan karm­ar­ nar av eini umsitingarætlan. Endamálið er at tryggja góða stovnsrøkt, men eisini at vit hava ein stabilitet í skipanini, so at dagatalið ikki verður broytt ov nógv frá ári til ár, sig­ur Jens Helgi Toftum, ið hev­ur verið samskipari av ar­ beiðs­bólkinum. – Hin høvuðsbroytingin er, at landsstýrismaðurin ásetir fiskidagatal og ikki Løgtingið, sum skipanin er í dag. Land­ stýrismaðurin má halda seg til um­sitingarætlanina og veiðu­ regluna, tá ið dagatalið verður ásett. Hann skal eisini ráðføra seg við eina nevnd umboðandi allar skipabólkar og veiði­hætt­ ir í fiskidagaskipanini, um­ framt fólki frá Havstovuni og Fiski­veiðieftirlitinum, sigur Jens Helgi Toftum. Júst hvør skal manna hend­ an bólkin, veit Jens Helgi Toft­ um ikki, men hann heldur, at tað hóskandi kundi verið mannað av somu fólkum, ið hava gjørt tilmælið. – Bólkurin er eisini góður hjá landstýrismanninum at hava, tá ið hann skal ráðføra seg um aðrar reguleringar, til døm­is at friða smáfiskaleiðir, steingja nakrar kassar ella okk­urt líknandi, sum hevur við stovnsrøkt at gera. Ásetingarnar í lógini um fyri­siting av sjófeingi, um at fara frá fiskidøgum til kvotur 1. januar 2020, verða broyttar sam­svarandi. Arbeiðsbólkurin Í arbeiðsbólkinum hava sitið: Hanus Hansen, Reiðara­fel­ agið, Ludvík við Stein, Reið­ara­ felagið, Hálvdan Gudmundsen, Reiðarafelagið, Gulak Gulak­ sen, Felagið Trolbátar, An­finn­ ur Garðalíð, Føroya Skipara- og Navigatørfelag, Jan Høj­gaard, Føroya Fiski­manna­ felag, Ólavur Gunnarsson, Mask­inmeistarafelagið, Óli Jacobsen, Meginfelag Útróðr­ ar­manna, Petur Steingrund, Hav­stovan, Bara Helga Vang, Havstovan, Jóhan Simonsen, Vørn, og Jens Helgi Toftum, Fiski­málaráðið, samskipari. Væntar at alt Løgtingið tekur undir við broytingunum Høgni Hoydal, landsstýrismaður við fiskivinnumálum, væntar, at alt Løgtingið tekur undir við nýggju fiskidagaskipanini og umsitingarætlanin. Men spurningurin er tó, nær lógin kann koma í gildi. Helst verður tað ikki fyrr enn aftaná valið Frants Jensen frants@sosialurin.fo – Eg eri næstan tikin av bóli, at tað eydnaðist at fáa semju. Tað er eitt bragd í sjálvum sær, at vinnan, manning­ar­ feløg­ini og Havstovna, eru vorð­in samd um eitt tilmæli, sig­ur Høgni Hoydal, lands­ stýrismaður við fiski­vinnu­ mál­um. Í fleiri ár hevur vinnan og serfrøðin av Havstovuni verið ósamd um, hvussu nógv skal veiðast ella ikki. Spurningurin hevur verið, um rætt er at fylgja fiskidaganevndini, sum hevur verið umboðað av vinn­uni, ella um tilmælið frá Havstovan skal fylgjast, tá ið fiski­dagatalið skal ásetast.  Men nú er semja um ein nýggjan leist. Lógarbroyting má gerast Fyri at fáa skipanina ígjøgn­ um er neyðugt at gera nakrar lógarbroytingar. Tí má Løg­ tingið saman at gera broyt­ ingarnar. Óvist er, um und­ir­ tøka verður at kalla Løgtingið saman, nú tingið er farið í summ­arfrí, og gera broyt­ing­ ar­nar. – Vit mugu síggja, hvat vit fáa semju um, men eg fari at tosa við allar politiskar flokk­ ar fyri at fáa hetta ígjøgnum. Um vit fáa hetta ígjøgnum áðr­enn valið ella aftaná, tað má tíðin vísa, sigur Høgni Hoy­dal, landsstýrismaður við fiski­vinnumálum. Bárður á Steig Nielsen, for­ maður Sambandsfloksins, er jaligur til fiskidagaskipanina og umsitingarætlanina. – Hetta er tað, ið vit alla­ tíðina hava sagt og ætlað, so tað taka vit undir við, sigur Bárður á Steig Nielsen. Hann vísir á, at nú má ar­ beiðast við neyðugu lóg­ar­ broytingunum, áðrenn málið kann koma fyri Løgtingið. Væntar 33 atkvøður fyri Bæði vinnan, Havstovan, manningarfeløgini og eisini lands­stýrismaðurin ynskja, at nýggja skipanin longu kann takast í brúk frá 1. jan­ uar 2020. Landsstýrismaðurin leggur tó dent á, at tað er ikki altavgerandi, um málið verð­ ur samtykt her og nú. – Um tilmælið ikki kemur ígjøgnum áðrenn valið, so verður tað aftaná. Eg vænti fulla politiska undirtøku fyri hesum. Tað vil siga 33 at­kvøð­ ur, sigur Høgni Hoydal. Arbeiðsbólkurin, ið hevur gjørt uppskot um fiskidagaskipan og umsitingarætlan. (mynd: Álvur Haraldsen) Høgni Hoydal, landsstýrismaður við fiskivinnumálum (mynd: Álvur Haraldsen)