mánadagur 13. mai 2019síða 9
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 13. mai 2019 · Nr. 54
TÍÐINDI
Hetta er rætta loysnin
Hanus Hansen, formaður í Føroya Reiðarafelag og stjóri
á Kósini í Klaksvík, er sera glaður fyri semjuna, sum er
gjørt millum vinnuna, manningarfeløgini og havfrøðina
um fiskidagarnar og nýggju umsitingarætlanina
– Hetta er bæði ein góð og røtt
loysn. Tað var stórt at fáa
semju og koma til eina felags
niðurstøðu, sum allir partar
kunnu taka undir við, sigur
Hanus Hansen.
Hann er ein av teimum 12
persónunum, ið hevur mannað
arbeiðsbólkin,
sum
hevur
gjørt tilmæli um eina umsit
ingarætlan
fyri
fiskiskapin
eftir botnfiski undir Føroyum.
Tað var landsstýrismaðurin
við fiskivinnumálum, Høgni
Hoydal, ið setti arbeiðsbólkin
síðsta heyst. Í arbeiðsbólkinum
hava verið umboð fyri vinn
una, Havstovuna, manningar
feløgini og fyrisitingina í Fiski
málaráðnum.
Roknistykki broytti
útgangsstøðið
– Tá ið vit fingu betur úrslit,
enn eg hevði væntað, so kann
eg ikki annað enn vera nøgdur,
sigur Hanus Hansen.
Hann vísir á, at tá ið arbeiðið
byrjaði, so var talan um at
hava eina kvotaskipan. Men
eingin av teimum í vinnuni
ella manningarfeløgini vildu
hava eina kvotaskipan. Allir
partar vildu hava fiskidaga
skipan.
– Í november og desember í
fjør kom ein stórur niður
skurður í døgum, tá ið kvotu
skipanin var slept. Men so
royndu vit at gera eitt rokni
stykki út frá árunum 2002 og
2003 og hugdu eftir, hvat vit
fiskaðu um dagin tá og fluttu
tað yvir til í dag. Dagarnir vóru
í hesum tíðarskeiðnum lækk
aðir við 50 prosentum. Tá var
niðurstøðan hjá Havstovuni,
at vit eru innan fyri karmarnar.
Tað vil siga, at tað er burðar
dygt. Tí endaði tað við hesum,
sigur Hanus Hansen.
Tørv á MSC-góðkenningum
Útgangsstøði fyri nýggju áset
ingina verður sostatt tikið í
hesi útrokningini, og so er
møguligt at hava somu veiðu
næsta ár, ella at tillaga fimm
prosent upp ella fimm prosent
niður.
– Vinnan vil hava tryggar
karmar. Tað er eingin, ið vil
fiska tann síðsta fiskin. Vit
ynskja at fáa burðardygga
veiðu og harvið eisini MSC-
góðkenningarnar fyri hýsu og
tosk skjótast gjørligt, so at
fiskurin kann tilvirkast í Før
oyum og ikki sendast feskur
av landinum. Um vit fáa hesa
góðkenningina, so hava vit
hýsu at arbeiða næstan hvønn
dag á Kósini, sigur Hanus
Hansen.
Upsin, brosman, longan og
gulllaksurin eru longu MSC-
góðkend, men toskurin og
hýsan mangla.
Meira til arbeiðsfólkið
og meira til vinnuna
Hanus Hansen vísir á, at tað
eru stórir marknaðir í Ong
landi, til dømis Mark & Spencer
og Tesco, sum teir seldu nógv
til fyrr, men sum teir ikki eru
slopnir inn á í síðstuni, tí at
MSC-góðkenningar mangla.
– Sjálvt um vit eiga bæði
skip og virki, so hava vit selt
hýsuna feska niður til Ong
lands. Vit hava arbeitt eitt lítið
sindur, men vit hava ikki
fingið nakran serligan prís, so
tað hevur ikki loyst seg. Um
vit fáa hesa góðkenningina, so
verður meira arbeiði í Før
oyum, og vit fara eisini at fáa
meira fyri tað, sum vit selja,
sigur Hanus Hansen.
Hann vísir á, at botnurin
verður lagdur hægri, og at tað
verður meira til arbeiðsfólkið
og meira til vinnuna.
Umsitingarætlan og
veiðiregla skal stýra
fiskiskapinum
Fiskiskapurin eftir botnfiski í Føroyum skal framyvir stýrast av eini
umsitingarætlan og veiðireglu, sum ásetir fiskidagatalið. Umboð fyri
havfrøðina halda, at hetta er ein góð sjálvstýrandi skipan
Frants Jensen
frants@sosialurin.fo
– Veiðireglan er ein góð,
langtíðar
og
sjálvstýrandi
skipan. Men hon skal eisini
eftirmetast í eftir tørvi og í
seinasta lagi í 2023, sigur
Petur Steingrund, fiskivinnu
frøðingur á Havstovuni.
Nýggja veiðireglan byggir
á,
at
fiskidagarnar
halda
fram. Veiðireglan leggur upp
til, at botnfiskaflotin er býtt
ur sundur í tvey. Bólkur 2 eru
teir, sum fiska upsa á djúpum
vatni, meðan bólkur 3-5 eru
teir, ið fiska tosk og hýsu sum
høvuðsfiskasløg. Fiskidagar
nar kunnu broytast ymiskt
fyri hesar báðar høvuðsbólk
arnar.
Veiðan eftir upsa
Skulu
dagarnir
hækkast,
lækkast ella vera óbroyttir
verður avgjørt út frá einum
roknistykki.
– Fyri bólk 2 verður bara
stýrt eftir, hvussu støðan er í
upsastovninum. Um alt er í
lagi, tað vil siga um gýtingar
stovnurin er omanfyri 55.000
tons, og um veiðilutfallið,
sum er veiðan í tonsum býtt
við tí fiskibara stovninum av
upsa, tað vil siga upsi fýra ár
og eldri, um tað lutfallið er
minni enn eitt lágmark, sum
er 23 prosent, so verða fiski
dagarnir hækkaðir við fimm
prosentum, sigur Petur Stein
grund.
Hinvegin, um annaðhvørt
gýtingarstovnurin er niðan
fyri 55.000 tons ella veiðilut
fallið er omanfyri 0,33 so fara
fimm prosent av døgunum
hjá bólki 2. Um tað er har
ímillum, hendir eingin broyt
ing.
Veiðan eftir toski
Tað líkist fyri bólk 3-5, men
tað er tó eitt sindur meira
torgreitt. Her er tað bæði
støðan í toski og hýsu, ið
spælir inn.
–
Fiskidagarnir
verða
hækkaðir, um bæði gýtingar
stovnurin av toski og hýsu
eru omanfyri eitt lágmark.
Tað vil siga 29.000 tons fyri
tosk og 23.000 tons fyri hýsu,
og samstundis at veiðulut
fallið fyri báðar stovnarnar
eru minni enn eitt lágmark,
tað vil siga minni enn 24 pro
sent fyri tosk og minni enn 17
prosent fyri hýsu, so fara
fimm prosent upp á dagar
nar. Fyri alt annað harímill
um, tað vil siga, at gýtingar
stovnarnir eru omanfyri hesi
lágmørkini og veiðulutføllini
eru ímillum ella inni í hesum
intervallinum, so er eingin
broyting í fiskidøgunum hjá
bólki 3-5, sigur Petur Stein
grund.
Landsstýrismaðurin
ásetir dagatalið
Hann vísir á, at tilmælið frá
Havstovuni um komandi ár,
verður gjørt í november. Tá
eru veiðitøl longu fyri 10
mánaðar í árinum.
–
Havstovan
ger
sínar
árligu metingar og klárar so
at rokna út, hvussu hesi
virðini eru í mun til virðini í
umsitingarætlanini. Út frá tí
gevur tað seg sjálvt, um tað
skal vera ein hækking, lækk
ing ella óbroytt, sigur Petur
Steingrund.
–
Undir
vanligum
umstøðum,
so
heldur
landsstýrismaðurin seg til
veiðuregluna.
Men
um
okkurt er heilt galið, og tað
sæst, at veiðureglan ikki
riggar, so kann landsstýris
maðurin í samráð við hetta
ráðið koma við uppskoti um
nakað annað enn tað, sum er
í veiðuregluni. Tað kann til
dømis vera, um nøgdirnar av
toski og hýsu ikki fylgjast
eins og tær hava gjørt
seinastu 60 árini ella um
nøgdirnar av toski og hýsu í
mun til nøgdirnar av upsa
gerast sera ymiskar í mun til
tað, sum er í dag, so er skip
anin komin undir trýst. Ella
um ein ein ávísur stovnur, til
dømis toskurin fer niður um
øll vandamørk, meðan alt
annað er í lagi, so er eisini
grundarlag fyri at hyggja
eftir umsitingarætlanini og
stilla upp á skipanina, sigur
Petur Steingrund.
Petur Steingrund, fiskivinnufrøðingur á Havstovuni.
(Mynd: Álvur Haraldsen)