Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-05-13, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 13. mai 2019síða 10

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 13. mai 2019 · Nr. 54 Í síðstu viku vórðu 86 metrar sprongdir í Eystur­ oyartunlinum tilsamans, 47 metrar Hvítanes-megin, 31 metrar frá rundkoyringini móti Hvítanesi – og síðan teir seinastu átta metrarnir móti Rókini. Tað er kostnaðarmikið at senda dekk til endurnýtslu - Í Danmark verður eitt gjald lagt á alla dekksølu. Hetta gjald verður brúkt til at rinda kostnaðin fyri at senda dekkini til endurnýtslu. Men, eingin tílík skip er í løtuni í Føroyum, sigur IRF Vilmund Jacobsen Skulu tíni dekk vekk í summ­ ar? Tað er spurningurin, sum IRF setir í dag, nú tíðin er kom­ in, at vetrardekkini eru farin und­an bilinum, og summar­ dekk­ini eru sett undir. IRF vísir á, at tað er týdn­ing­ armikið at burturbeina gomlu dekkini á rættan hátt. Um felgan ikki kann brúk­ ast aftur, er skilagott at lata hana til jarnendurnýtslu - og dekkini sjálvi til brenningar. - Um tað er neyðugt, kanst tú fáa eitt verkstað at taka dekkini av felgunum. IRF vísir á, at jarn er vorðið ein trotvøra í heiminum. Jarnið verður tískil latið til end­urnýtslu. Tað verður sent av landinum, har tað verður gagn­nýtt í nýggjum høpi. - Tí skal alt jarn og metal lat­ ast til endurnýtslu. Bæði jarn, rust­frítt stál, aluminium og kop­ar eigur undir ongum um­ støð­um at verða latið til brenn­ ingar. IRF vísir á, at framleiðsla úr endurvunnum jarni og metall­ um til nýggjar lutir, gevur mun­andi minni CO2-útlát enn at framleiða somu lutir úr nýggj­um tilfeingi.  - Haraftrat eru jarn og metall til stóran bága fyri brenni­ovnin hjá IRF. Eingin endurnýtsla Men, hví verða dekk ikki send til endurnýtslu? - Vit senda ikki dekk av land­ inum til endurnýtslu, tí tað tíverri er alt ov kostnað­ar­mikið. Víst verður á, at eitt nú í Dan­mark verður eitt gjald lagt á alla dekksølu. Hetta gjald verð­ur brúkt til at rinda kostn­ að­in fyri at senda dekkini til end­ur­nýtslu. - Tað eru dekk-og bilasøl­ur­ nar, sum taka sær av hesum, men í løtuni er eingin tílík skip­an í Føroyum, vita tey hjá IRF at siga í dag. Millum høg fjøll reisist skjøldurin Vilmund Jacobsen Mitt í bygdini og millum høg fjøll reisist skjøldurin á nýggja skúlanum í Fugla­ firði – og fangar eygað. Soleiðis, sum dagarnir ganga, byrjar nú meira og meira at síggjast til stóru skúlaverkætlanina, sum er í gongd í Fuglafirði. - Íblásturin frá gamla skúla­bygninginum, sum fyrsti føroyski arkitekt­ur­ in við útbúgving frá Kunst­akademinum - Hoff­ gaard - teknaði fyrst í 1930-árunum, er týðiligur og fer at halda lív í minn­in­ um um hin einferð so tign­ ar­liga skúla. Tað siga tey í Fugla­fjarð­ ar kommunu á sínari Face­ book-síðu. - Har gamli skúlin stóð, stendur nú ein nýggjur bygningur við vøkrum og ser­merktum skjøldri og boð­ar frá góðum – ja, sum fugl­urin Føniks verður skúl­in nú endurreistur og boð­ar um vón, lærdóm og nýggj­ar tíðir, verður lagt aftr­at. Á MIDDEGI í dag legði ferðamannaskipið Spitsbergen hjá norska reiðarínum Hurtigruten til bryggju í Runavíkar Havn. Skipið liggur til klokkan 20 í kvøld, og mikudagin verður vitjað á Elduvík. Skipið er 100 metrar langt, og umborð eru 159 ferðafólk. Nú skal projekterast Seinasta mána­kvøld skipaði Hvalbiar kommuna fyri borgarafundi, nú ætlanin er at byggja nýggjan bátahyl Vilmund Jacobsen Nógv hevur verið tosað og kannað, men nú er tíðin kom­ in til at fara víðari við ætlan­ ini. Hvalbiar kommuna hevur gjørt avtalu við Landsverk um grót, nú nýggjur Hvalbi­ artunnil skal byggjast. Umleið 100 fólk vóru á borg­arafundinum, har borg­ ar­stjórin, Janus Thomsen, for­kvinnan í vega-og havna­ nevnd­ini, Gunnhild Mort­en­ sen og Jan Odmarsson hjá Landsbyggifelagnum greiddu frá verkætlanini. - Gjørdar eru ymiskar kann­ ­ingar, men bæði bygda­ráðið og fundarfólkið eru mest fyri loysnini á viðheftu tekn­ing. BioFar hevur gjørt kann­ ingar av botnviðurskiftunum, og einki er, sum forðar fyri, at byggja bátahylin. - Nú verður farið at pro­ jekt­era, so klárt er at taka ímóti gróti, tá arbeiðið við tunl­inum byrjar, verður lagt aftrat.