mánadagur 13. mai 2019síða 11
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 13. mai 2019 · Nr. 54
Eigur Føroya
besta gásapar
- Eg eri ovfarin av, at gásaparið hevur roynst
okkum so væl, sigur Páll Holm í Rituvík
Vilmund Jacobsen
Í trý ár hevur Páll Holm í
Rituvík havt eitt gása
par, og tað er ikki smá
vegis, sum hetta parið
hevur
roynst
honum
væl, tá ræður um gásar
ungar.
- Í ár lá bøgan við 15
eggum. Við tað, at eg eri
sjómaður, visti eg ikki, at
eggini vóru so mong, og
eg vildi ikki órógva hana,
meðan
hon
lá,
sigur
hann.
At gásaparið hjá Páll
Holm hevur roynst væl
hesi árini - og væl betur
enn vanligt plagar at
vera - sæst, tá hugt
verður yvir hesi trý
farnu árini.
Tað fyrsta árið kom
bøgan við níggju ungum;
næsta árið við 13, og í ár
kom hon so við heili 15.
Tað gevur stívliga 12,3
ungar í miðal um árið.
- Eg eri ovfarin av, at
gásaparið hevur roynst
okkum so væl. Bøgan,
sum
okkara
bøga
er
undan, hevði eitt árið 13
ungar, sum var tað mesta
hjá
henni,
sigur
Páll
Holm.
Seinastu vikuna
hava fleiri skip landað
svartkjaft til Havsbrún.
Arctic Voyager hevur
verið við 1500 tonsum,
Høgaberg við 1900,
Katrin Jóhanna við
1500 og Finnur Fríði
við 2200 tonsum.
Tey slóða fyri
- Rúm má verða fyri at velta
og liva av og við jørðini.
Vilmund Jacobsen
Í síðstu viku gjørdist
greitt, at Veltan í Sand
oynni fekk Grønu Gáv
una, sum matstovan Et
ika letur á hvørjum ári.
Gávan verður latin ein
um virki ella stovni, sum
virkar til frama fyri um
hvørvið.
Peningurin, ið latin
verður sum viðurkenn
ing, kemur frá sølu av
vatni á Etika.
- Vit hava stafettina á
hondum, tá ræður um
landbúnað. Her eru tey,
sum liva av at dyrka sínar
egnu vørur og framleiða
mat, sum ikki skal førast
um heimshøv fyri at náa
brúkaranum.
Í
Sands
kommunu
halda tey tað vera upp á
tíðina, at føroyingar taka
í álvara teir fyrimunir ið
eru við at framleiða ger
andisvørur her heima,
sjálvt um hetta kanska
kann hava ávirkan á okk
um, ið her búgva.
- Rúm má verða fyri at
velta og liva av og við jørð
ini á harðbaldnu klettum
okkara.
Í
Sands
kommunu
ynskja tey Veltuni hjarta
liga tillukku við heiðr
inum og bestu eydnu við
tilnevningin til Embla-
virðislønina, sum Veltan
saman
við
Uttastovu
garði og Miðstovugarði
er innstillað til fyri 2019.
Soleiðis
gongur við
fiskiskapi
Vilmund Jacobsen
Seinastu dagarnar
hava fimm
ísfiskalínuskip fiskað
undir Føroyum.
Væntandi koma tvey av
hesum skipum inn at
landa í dag; síðan koma
tvey seinni í vikuni,
og tað fimta kemur
helst í næstu viku.
- Ísfiskalínuskipini
undir Føroyum
fáa mest av toski,
hýsu og longu og so
nakað av brosmu.
Fýra føroysk
ísfiskalínuskip og fýra
føroysk frystilínuskip
fiska eisini undir
Íslandi í løtuni.
Eitt av ísfiskaskipunum
landar væntandi í dag,
og síðan koma hini trý
ísfiskalínuskipin helst í
endanum av hesi vikuni
- og fyrst í næstu viku.
- Streymurin er góður,
men harðnar, sum
henda vikan gongur.
Veðrið verður gott, og
tí verður roknað við,
at onkrir bátar fara til
útrógvar hesa vikuna.
Á Fiskamarknaði
Føroya vistu tey
fríggjadagin at siga,
at flestu partrolarapør
eru til fiskiskap, og
skipini koma inn at
landa, sum henda
vikan gongur.
- Fiskiskapurin eftir
upsa er heldur frægari
nú, men hann kundi
saktans verið betri.
Trý partrolarapør eru
á gulllaksaveiði, og
skipini gera fyri tað
mesta rímiliga góðar
túrar. Best dámar
gulllaksinum, tá veðrið
er hampiliga gott, siga
menn á hesari veiði.
Fríggjadagin var bara
ein djúpvatnstrolari
til fiskiskap. Teir
fiska svartkalva og
kongafisk og landa
væntandi í vikuni.
- Fríggjadagin vóru
eisini tveir trolbátar til
fiskiskap. Annar kemur
inn at landa í dag, og
hin kemur miðskeiðis
í vikuni. Í løtuni hava
trolbátarnir, sum eru
úti, smáligan fiskiskap.
Tvey garnaskip fiska
svartkalva. Annað
skipið frystir veiðina
umborð, og hitt ísar.
- Eitt garnaskip fiskar
eisini havtasku.
Garnaskipini hava
brúkiligan fiskiskap,
verður lagt aftrat.
40 FLEIRI: Sambært
nýggjastu tølunum hjá
Hagstovu Føroya er
fólkatalið í Fuglafjarðar
kommunu vaksið við 40
seinasta árið, roknað
frá 1. apríl 2018 til
1. apríl 2019. – Góða
gongdin heldur fram,
staðfestir borgarstjórin,
Sonni á Horni.
Gásaparið hjá Páll Holm hevur í miðal havt 12,3 ungar í trý ár
- Við tað, at eg eri sjómaður, visti eg ikki, at
eggini vóru so mong, sigur Páll Holm