Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-12-04, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 4. desember 2004síða 4

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 233 - 4. desember 2004 Í tíðindaskrivi boðar Smyril Line frá, at Ólavur Hovsgarð hevur fingið tilboð um annað starv í fyritøkuni NORRØNA Jákup Mørk Í tíðindaskriv sigur Smyril Line, at tey nú hava nær- lisið frágreiðingina frá Skipaeftirlitinum um óhappið hjá Norrønu tann 15. januar í ár. Ein av spurningunum, sum tá varð reistur, var, hvussu arbeiðsviðurskifitni hjá Ólavi Hovsgarð, skip- ara, skuldu skipast fram- yvir. Reiðaríið hevur nú bjóð- að táverandi skiparanum annað starv á skrivstovuni hjá Smyril Line, har tað er tørvur á royndum og góð- um kreftum til tær upp- gávur, sum liggja fyri framman. - Ólavur Hovsgarð gevst sostatt sum skipari hjá Smyril Line, og reiðaríið takkar honum fyri trúgva tænastu á sjónum, stafestir Óli Hammer, stjóri í Smyril Line, í tíðindaskrivinum, sum hóskvøldið varð sent fjølmiðlunum. BÓKAÚTGÁVA Jákup Mørk Á øðrum sinni gevur rit- høvundafelagið út rithøv- undabókina. Rithøvundabókin er fyrst og fremst ei upplýsing um føroyskar rithøvundar. So- leiðis er hon sera hent hjá eitt nú skúlanæmingum, tá hesi kanska gera uppgávu, har slíkar upplýsingar eru hentar at hava, eins og hon er góð sum uppslag hjá teimum, ið vilja vita eitt- hvørt um navnið handan bøkur av alskyns slag. Tað eru í nógvum førum rithøvundarnir sjálvir, sum í bókini lýsa seg og tað, sum tey standa fyri. Somu- leiðis er dagførdur listi yvir tey verk, sum hesi hava verið við til at gjørt, eins og tað í nógvum førum eisini framgongur, hvar tað ber til at koma í samband við høv- undarnar. Tað er Zakarias Wang, sum hevur ritstjórnað bók- ini. Kápumyndina hevur Martin Joensen gjørt, og er tað Føroyaprent, sum hevur staðið fyri umbróting, prenti og innbinding. Gevst sum skipari Nýggj rithøvundabók