leygardagur 4. desember 2004síða 5
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 233 - 4. desember 2004
5
Magni Christiansen úr Kví-
vík hevur nú latið fjórðu
fløgu sína av hondum.
Á undanfarnu fløgunum
vóru kendir sálmar, krydd-
aðir við countrytónleiki.
Hesuferð er tó talan um
eina jólafløgu.
Tíggju
av
kendastu
føroysku jólasálmunum eru
á fløguni – nakrir teirra
sjálvandi eisini innspældir
við countrydámi.
Magni hevur eina sera
reina rødd, og hóast løgini
fáa nýggjan búna við
countryspælinum, so syng-
ur Magni løgini, júst sum
tey verða sungin í kirkjum
og í samkomum.
Í sjálvum sanginum er
hann sera trúgvur ímóti
løgunum, uttan at broyta
løgini við egnum innføllum
og sonevndum »krúllum«.
At hann syngur løgini, júst
sum vit kenna tey, uttan at
improvisera, ger tað sera
lætt fyri øll at syngja við.
Og tað má sigast at vera eitt
sera stórt pluss, serliga fyri
eina jólafløgu.
At sálmarnir eisini eru
prentaðir inni í fløguhús-
anum, ger tað enn lættari
fyri øll at læra seg sangirn-
ar og syngja við.
Fløgan eitur »Eg gleðist
so hvørt jólakvøld«, og tað
er eisini fyrsta lagið. Onnur
løg á fløguni eru til dømis
»Eg rósu upp sá næla«,
»Her koma Jesus tíni smá«,
»Nú ringja kirkjuklokkur
so hátt« og »Gleðilig jól«.
Løgini eru væl vald og
minna okkum á, hví vit
halda jól.
Tað er Heimamissións-
forlagið, ið gevur jólafløg-
una hjá Magna Christian-
sen út.
Hon kann keypast frá
Heimamissiónsforlagnum
og á sølustøðum kring
landið.
Kostnaðurin
er
169,- kr.
eys
Í Eydnuni á Oyra-
bakka arbeiða tey við
at skipa fyri tiltøkum,
sum kunnu fáa lív í
økið. – Tað hevur
verið sera tamt við
tiltøkum í Eydnuni í
seinastuni, men tað
ætla vit at gera okkurt
við, verður sagt
EYDNAN
Eydna Skaale
eydna@sosialurin.fo
– Vit mugu viðganga, at tað
hevur verið ógvuliga lítil
aktivitetur í Eydnuni í sein-
astuni, men nú eru vit so
farin at arbeiða við at bøta
um tað, verður sagt úr
Eydnuni.
Fyrsta tiltakið verður nú
sunnudagin, tá Eydnan
fyrst skipar fyri árliga jóla-
bingo'inum, sum plagar at
vera um hesa tíðina. Hetta
plagar at draga nógv fólk, tí
nógvir góðir jólavinningar
eru at vinna.
Tað byrjar kl 16.00
sunnudagin.
Magni Christiansen
Eftir at alt bingo tilhoyrið
er ruddað burtur, verða
dyrnar aftur latnar upp í
Eydnuni. Hesuferð verður
verður alt sett inn fyri at fáa
fólk í jólahýr. Magni
Christiansen fer at syngja
og spæla løg av nýggju
jólafløguni, og jólahugni
við rís á la' mande og kaffi
verður eisini á skránni.
Borð, sum eini 6-8 fólk
rúmast við, verða sett upp,
soleiðis at fólk ikki skulu
sita og hyggja í nakkan á
hvørjum øðrum alt kvøldið.
– Vit royna at fáa fólk at
koma í Eydnuna aftur. Til
dømis arbeiða vit við at fáa
dans til tey ungu. Vit vita at
fullir bussar fara higani til
Havnar við ungfólki, sum
fara í dans. Ætlanin var
eisini at hava eitt »syngið
við kvøld« áðrenn jólini,
men tað er so útsett, inntil
einaferð eftir jól. Men
væntandi leggur Magni
einki í, um fólk syngja við,
tá hann fer at upptraðka,
siga tey í Eydnuni.
Kostnaðurin fyri kvøldið
verður 80 kr fyri vaksin og
50 kr fyri børn. Tá fáa fólk
rís á la'mande og kaffi ella
saft og eina góða konsert.
Sagt verður, at konsert-
irnar hjá Magna plaga at
draga nógv fólk, og tey í
Eydnuni vænta eisini, at so
verður sunnukvøldið. Men
ætlanin er ikki at fylla so
nógv fólk inn, at tað gerst
trongt inni. Tí mæla fyri-
reikararnir til, at fólk ringja
til Eydnuna á tlf 722322 og
bíleggja atgongumerki.
Jólafløgan hjá Magna komin
Hóast stóra træið í
miðbýnum í
Havnini longu er
tendrað, eru fram-
vegis fleiri jólatrøð
eftir at tendra í
kommununi, nú
hon er vaksin so
nógv. Sunnudagin
5 desember verður
restin av trøunum
tendrað
À Argjum, Hvítanesi, í
Kaldbak, Norðradali ,
Kollafirði og á Velbastað
verða trøini tendrað so-
leiðis:
Í Kaldbak verður jóla-
træið tendrað kl. 15.30.
GHM fer at spæla jóla-
løg, og Sverri Stein-
hólm, prestur, og Beate
L. Samuelsen, býráðs-
limur, fara at tala.
Á Hvítanesi
verður
jólatræið
tendrað
kl.
16.30. Havnar Horn-
orkestur spælir jólaløg,
og Heri Joensen, prestur,
og Beate L. Samuelsen,
býráðslimur, fara at tala.
Í Kollafirði
verður
jólatræið
tendrað
kl.
16.30. Her fer Horn-
orkestrið hjá Frelsunar-
herinum at spæla, og
Elsa Petersen fer at tala.
Á Argjum verður jóla-
træið tendrað kl. 17.00.
GHM fer at spæla jóla-
løg, og Sverri Steinhólm,
prestur, og Jan Christian-
sen, borgarstjóri, fara at
tala.
À Velbastað
verður
jólatræið
tendrað
kl.
18.00. Havnar Horn-
orkestur fer at spæla
jólaløg, og Heri Joensen,
prestur,
og
Annfinn
Brekkstein, bygdaráðs-
formaður, fara at tala.
Í Norðadali
verður
jólatræið
tendrað
kl.
18.30. GHM fer at spæla
jólaløg, og Sverri Stein-
hólm, prestur, og Jan
Christiansen,
borgar-
stjóri, fara at tala.
eys
Magni Christiansen í Eydnuni
Jólatrøini í Tórshavnar
kommunu og Velbastað