leygardagur 4. desember 2004síða 6
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 233 - 4. desember 2004
Í gjár kom blaðið
»Vinnuvitan« fyri
fyrstu ferð á gøtuna.
Blaðið, sum fyrst og
fremst fæst við
vinnutíðindi, skal
koma út aðruhvørja
viku, og blaðið ætlar
sær bæði at kveikja og
kanna
BLAÐ
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Maður kemur í mans stað,
verður sagt, og kanska er
tað eisini galdandi fyri
bløðini.
Fregnir góvust við sínari
útgávu fyrr í ár, og nú bjóð-
ar eitt nýtt blað seg fram at
fylla tómrúmið. Blaðið er
eitt vinnublað fyrst og
fremst, og tað hoyrist aftur í
navninum á blaðnum –
»Vinnuvitan«.
Blaðið skal koma út
aðruhvørja viku at byrja
við, og tað fer at kosta 20
krónur í leysasølu. Blaðið
var fyrstu ferð prentað í
3000 eintøkum, og ætlanin
er, at blaðið við tíðini skal
koma út hvørja viku.
Óli á Deild Olsen, sum er
stjóri fyri kt-fyritøkuna
Kervi,
er
blaðstjóri
á
nýggja blaðnum, og hann er
eisini ein stigtakari til út-
gávuna.
– Hetta hugskotið er trý
ára gamalt, og nú er tað
veruleiki. Vit hava hildið, at
føroyskt vinnulív hevur
manglað eitt forum. Eg
veit, at aðrir miðlar gera eitt
sindur við vinnutilfar, men
nú fær vinnan eitt blað
burturav, sigur Óli á Deild
Olsen.
Roynd blaðfólk
Eingi blaðfólk verða í føst-
um starvi á »Vinnuvitan«,
men
fleiri
freelance-
journalistar skulu skriva til
blaðið. Hetta verður mett
sum besta loysnin fyri blað-
ið.
Millum teir eru fleiri
royndir journalistar, og eis-
ini journalistar, sum áður
skrivaðu
fyri
Fregnir.
Sveinur
Tróndarsson,
Høgni Mohr, Hilmar Jan
Hansen, Malan Johansen
og Niels Juel Arge eru mill-
um fólkini, sum skulu fylla
teigarnar í nýggja vinnu-
blaðnum. Samanlagt verða
eini 10 fólk knýtt at blaðn-
um.
Tað verður ReproZ, sum
skal seta blaðið út og leggja
uppsetingina til rættis, og
blaðið verður sum hini før-
oysku bløðini prentað á
Prentmiðstøðini í Havn.
Bakgrund heldur enn
tíðindi
»Vinnuvitan« ætlar sær at
leggja dent á bakgrundstil-
far heldur enn tíðindatilfar.
Tað ræður um at fara meira
í dýpdina við vinnutilfarin-
um, heldur enn bara at bera
skjót og stutt tíðindi.
– Vit hava ongar ætlanir,
at vera fyrst við tí síðsta,
men vit fara heldur eitt
sindur í dýbdina við okkara
tilfarið. Bakgrund hevur
týdningarmikil fyri okkara
blað, sigur Óli á Deild
Olsen.
Hann heldur, at nýggja
blaðið verður eitt alternativ
til verandi bløðini í Føroy-
um. Tey ætla sær ikki at
kappast um vanliga tíðinda-
tilfarið, men heldur um at
leggja nakað afturat.
– Øll londini rundan um
okkum hava eitt vinnublað
burturav, og tað hava føroy-
ingar eisini brúk fyri. Vit
fara at fáa ein virðisbræva-
marknað í Føroyum, og tá
verður eisini neyðugt við
størri gjøgnumskygni, so
fólk vita meira um fyritøk-
urnar.
Kveikja og kanna
»Vinnuvitan« ætlar at sær
at kveikja og kanna, sum
tað verður tikið til á blaðn-
um.
Vit hesum hugsar blaðið
sær, at tað fer at máta hitan
í ymsum vinnun, greiða frá
ráki, og eisini tora at leggja
upp til, at nýggj átøk verða
gjørd.
– Føroyingar hava eitt ov
einstáttað vinnulív, og vit
hava brúk fyri fleiri beinum
at standa á. Tað tykist, sum
vit bara góðtaka, at tá ið
fiskaprísirnir eru góðir, so
hava vit tað gott, og tá ið
fiskaprísirnir eru lágir, so
hava vit tað minni gott. So-
leiðis nýtist tað ikki at vera,
men vit mugu fáa nýggjar
vinnur fyri at mótviga teim-
um stóru sveiggjunum í
fiskivinnuni, heldur Óli á
Deild Olsen.
»Vinnutíðindi« vónar tí,
at blaðið – umframt at
greiða frá verandi vinnum –
eisini kann skunda undir
nýggjar vinnur.
–
Fiskivinnnan
fyllir
nógv í føroyskari vinnu, og
sjálvandi fer blaðið eisini at
viðgera fiskivinnuna, men
vit ætla eisini at viðgera
aðrar vinnur í blaðnum.
Fyrsta »Vinnuvitan« fæst
nú til keyps kring landið og
verður aftur á gøtuni síðst í
aðru viku.
Føroyski tónleikarin í
Danmark, Terji
Messell, hevur nú
givið nýggja fløgu út
á internetinum. Hann
heldur, at sangir eru
sum børn, og allir
sangir hava rætt til lív
TÓNLEIKUR
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Hann kallar nýggju útgáv-
una hjá sær fyri eina virtu-
ella útgávu, og hon fæst
bara umvegis heimasíðuna
hjá honum.
Føroyski Terji Messell,
sum nógvu seinnu árini
hevur búð í Danmark,
gongur sínar egnu leiðir við
tónleikinum hjá sær. Hann
hevur ongantíð verið bang-
in fyri at royna nakað nýtt,
og nú hann er til reiðar við
einari nýggjari útgávu,
brúkar hann internetið til at
fáa tónleikin út.
Hetta gera hann við at
selja tónleikin hjá sær um-
vegis heimasíðuna hjá sær.
Tað ber til at gjalda fyri
tónleikin har, og síðani taka
sangirnar niður á telduna
ella mp3-spælaran.
Útgávan kallast »Songs
by Messel Vol. 1«, og á
henni eru 9 mp3-sangir.
Sangir hava rætt til lív
Terji Messell var føddur í
Havn, men hann hevur búð
í Danmark í nógv ár. Hann
spælir tónleik og undirvísir
eisini í tónleiki.
Hann skrivar sínar egnu
sangir, spælir teir live og
gevur tónleikin út.
– Eg skifti ofta hugsan,
men tað havi eg rætt til. So
tú veitst ongantíð, hvat eg
kann finna uppá at gera av
tónleiki, um tað er poppur,
rockur, jungle, jazz ella
klassiskur tónleikur, sigur
Messell á heimasíðu sínari.
– Ein sangur er fyrst og
fremst eitt úttrykk, og sum
eitt barn hava allir sangir
rætt til lív, eisini um teir eru
vanskaptir ella brekaðir. Eg
eri pápi at 200 sangum,
summir eru blivnir vaksnir
og eru farnir heimanífrá,
aðrir eru bara nýføðingar
og hava brúk fyri nógum
kærleika og umsorgan, og
summir eru lætnir til upp-
aling, sigur Messell, sum er
búsitandi í býnum Nibe.
Tað ber til at keypa
nýggju
útgávuna
hjá
Messell
á
heimasíðuni
w
w
w
.
songsbymessell.com.
BÓKAÚTGÁVA
Jákup Mørk
Mentunargrunnur Stu-
dentafelagsins hevur
givið út nýtt yrkingar-
savn við yrkingum eftir
Tóroddi Poulsen.
Savnið ber heitið,
Eygnamørk, og verða
lív og deyði í hesum
lýst hvørt um annað á
speiskligan hátt verður
sagt í tíðindaskrivi.
Hartil
er
nýggi
skapningurin ein høv-
uðstráður í yrkingar-
savninum. Sagt verður
frá, nýføðinginum, tá
hesin liggur í vøgguni,
og síðani verða broyting-
arnar í lívinum lýstar, so
hvørt sum hesar troka
seg framat. Talan er í
nógvum førum um sterk-
ar kenslur, sum verða
lýstar, og í tíðindaskriv-
inum verður eisini víst til
rámandi orðini frá Leo-
nard Cohen »Tú veitst
ikki, hvat ótti er, fyrr enn
tú ert blivin pápi«.
Umframt hetta spei-
semi eru trý ørini úr
Jobsbók sett fremst, og
geva hesi líkasum savn-
inum ein ávísan karm og
eitt ávíst álvarsemi.
Bókin er løgd til rættis
og prentað hjá Føroay-
prent. Tórodd Poulsen
hevur sjálvur gjørt perm-
una.
Vinnan fær sítt egna blað
Vinnulívið fær nú eitt nýtt
forum í føroyska
fjølmiðlaheiminum. Nýggja
blaðið »Vinnuvitan« fer at
seta sjóneykuna á føroyskt
vinnulív, og blaðið ætlar sær
bæði at kanna og greiða frá
verandi vinnum og at
skunda undir nýggjar vinnur
Allir sangir hava rætt til lív
Eygnamørk