leygardagur 4. desember 2004síða 7
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 233 - 4. desember 2004
7
Virtuel
útgáva frá
Messel
Mikudagin kom nýggja
útgávan hjá Terja Messel,
Songs by Messel, á al-
netið. Talan er um níggju
løg, sum øll eru tøk í
MP3-formati, sum kunnu
heintast beinleiðis niður á
telduna. Løgini kunnu
síðani avspælast í einum
MP3 spælara, ella á I-
pod.
-jm
Smakk-
aðu
føroyskt
jólaøl
ØLSMAKKING
tíðindaskriv frá felagnum,
ølvinir
Felagið skipaði fyri øl-
smakking hósdagin tann
04.11.2004 fyri limum
sýnum. Smakkað var upp
á »Jólabryggj« frá Føroya
Bjór og »Jólatrøll« frá
Restorff´s.
Kartakterurin, sum giv-
in verður, verður máldur í
krússum, og verða hesi
givin fyri lit, smakk,
krydd,
kolsyruinnihal,
skúm, eftirsmakk, anga
ogheildarmynd
Jólatrøll (Restorff´s)
Fimm krúss
Ølið er ravgult á liti, skúm
sum stendur eina løtu og
ølið hevur ein rímuligan
anga. Ølið kundi gott havt
eitt sindur meira av kol-
sýru (brús). Malt smakk-
urin er góður, men nakað
stuttvarandi, (kundi havt
ein longri eftirsmakk).
Ølið er vælegnað sum
veitsludrykkur og aftur
við løttum mati (td. kalt
borð).
Alt í alt ein eitt sindur
ov løtt/ljós øl til at vera
ein »Jólaøl«. Men tó, hon
smakkar væl av eini øl at
vera, sum er 5,8 % vol.
Jólabryggj (Føroya
Bjór) Seks krúss
Ølið er karamell-litt á liti,
skúm sum stendur væl og
er mjúkt at drekka. Ølið
sýnist gott fyri eiga og
hevur ein rímuligan anga.
Maltsmakkurin er góður.
Ølið er nakað kryddað og
hevur ein langan og kraft-
igan eftirsmakk. Ølið er
vælegnað sum veitslu-
drykkur og hóskar væl til
sterkan mat (t.d. ræst
kjøt)
Alt í alt ein dimm øl
sum minnir um at verða
ein »Jólaøl«. Men tó hon
smakkar væl av eini øl at
vera, sum er 5,8% vol.
Niðurstøða
Samanumtikið duga før-
oysku bryggjaríini væl at
bryggja øl. Hvat øl er
betur er jú upp til góman
at avgera. Summi eru til
myrkt og kryddað øl,
meðan onnur eru til ljóst
og lætt øl.
Ølsmakkararnir hesa-
ferð sakna tó eina veru-
liga »Jólaøl« . Eina øl, ,
sum minnir um jólaølina,
sum bryggjaríini kunnu
selja í handlunum.
Altso er uppskriftin
eftir meiningini hjá ølv-
inum: Myrkt, søtt/krydd-
að, gott skúm (skal standa
leingi),
langan
eftir-
smakk, 5,8% vol.
Eftir meting limunum í
»ølvinir« burdi tað verði
loyvt at bryggja sterkari
øl enn 5,8 % - tí tað er
ikki lætt at bryggja eina
»góða øl« tá bryggjaríini
skulu halda seg til eitt
mark, sum er 5,8% vol.
Fleiri áhugaverd tiltøk á
Strondum
TILTØK
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Rættiligt lív er komið í
aftur í bygdarhúsinum á
Strondum, síðan Sonni
Johansen varð settur sum
samskipari í húsinum, 1.
oktober í ár.
Skipað hevur verið fyri
ymiskum tiltøkum hvørt
vikuskifti; tey flestu tó við
ymiskum sangi. Seinasta
vikuskiftið var hugnakvøld,
har Sámal Ravnsfjall og
Ronni Nielsen luttóku.
Jóan Karl Djurhuus av
Selatrað segði eisini frá
ymiskum søgum og hend-
ingum í lívinum. Á Strond-
um siga tey, at Jóan Karl
dugdi væl at siga frá og var
ógvuliga
skemtiligur
í
sínum frásagnum.
Eini 70 fólk vóru til til-
takið á Strondum seinasta
vikuskiftið.
Stórt tiltak
Aftur hetta vikuskiftið, í
dag og í morgin, er nógv á
skránni í bygdarhúsinum.
Høvið verður at síggja
gamlar myndir av Strond-
um og strandingum; har
verður málningaframsýn-
ing við Ketty á Fríðriks-
mørk, 17 ára gamla Fróða
Abrahamsen, og eisini hev-
ur samskiparin, Sonni Jo-
hansen, málningar við á
framsýningini.
Sonni sigur, at Ketty hev-
ur málað í fleiri ár, meðan
hann sjálvur og Fróði eru
lutfalsliga nýggir undir
sólini sum listamenn.
Undirhald
við
sangi,
dansi og gykli verður eisini
í bygdarhúsinum, og har-
aftrat verður framsýning av
motorsúklum, skutarum,
knallertum og sonevndari
MC-útgerð, ið eitt nú fevnir
um hjálmar og klæði til
koyring á motorsúklu og
knallertum.
Skráin
Tiltakið í bygdarhúsinum
um vikuskiftið verður ann-
ars skipað soleiðis:
Í dag, leygardagin, lata
framsýningarnar
upp
klokkan 14, klokkan 19
syngur Lív Hansen, og
bygdarhúsið letur aftur
klokkan 22.
Í morgin, sunnudagin,
lata framsýningarnar upp
klokkan 15, klokkan 17.30
syngja og dansa ungar
gentur á Strondum, og
klokkan 18.00 fer gyklarin,
Rógvi Dam, at sýna fram
kynstur, og tá verður eisini
okkurt leskiligt til børnini.
Klokkan 18.30 sunnu-
dagin fara ungar gentur á
Strondum aftur at undir-
halda við sangi og dansi.
Sunnukvøldið
letur
bygdarhúsið aftur klokkan
21.
Kostnaðurin er 50 krónur
fyri vaksin og 20 krónur
fyri børn.
Føroya Bjór og Damfar
hava stuðlað tiltakinum,
sum hetta vikuskiftið verð-
ur í bygdarhúsinum á
Strondum.
Nógv áhugaverd tiltøk verða í bygdarhúsinum á Strondum í dag og í morgin
– Hetta er eitt spenn-
andi arbeiði, sum eg
nú fari at leggja mína
orku í, sigur Sonni
Johansen, samskipari,
sum annars hevur róð
út í egnum báti, síðan
hann var 13-14 ára
gamal
UMSKIFTI
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Nýggi
samskiparin
í
bygdarhúsinum á Strond-
um, Sonni Johansen, sum
Sjóvar kommuna setti í
starv, 1. oktober í ár, hevur
róð út í egnum báti, síðan
hann var 13-14 ára gamal. Í
dag er hann 42.
- Tað slít-
ir nógv uppá likamið at
vera útróðrarmaður, og eg
noyddist at gevast, tí eg var
uppslitin.
Sonni sigur, at árini sum
útróðrarmaður hava gingið
út yvir meginpartin av
kroppinum, og seinastu tíð-
ina hevur hann serliga havt
trupulleikar við ørmunum
og albogunum.
– Tað er væl kent millum
menn, sum hava róð út í
mong ár, at hetta hevur
gingið út yvir bein, lendar,
armar og rygg.
Hann sigur, at nú hann er
vorðin uppilagstur við ar-
beiðsskaðum
og
hevur
fingið starvið sum samskip-
ari í bygdarhúsinum, ætlar
hann at gera nógv fyri, at lív
kemur í aftur húsið.
– Hetta er eitt spennandi
arbeiði, sum eg nú fari at
leggja mína orku í, sigur
Sonni Johansen, samskipari
og uppilagstur útróðrar-
maður.
Uppilagstur útróðrarmaður
skipar fyri
Sonni Johansen hevur róð út
í egnum báti, síðan hann var
13-14 ára gamal. Nú er
hann samskipari í
bygdarhúsinum á Strondum