Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-12-04, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 4. desember 2004síða 8

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 233 - 4. desember 2004 FISKIVINNA Tíðindaskriv frá Samhald Umleið 70 fólk vóru komin saman á Svanga- skarði í mikukvøldiðð, har veljarafelagið Sam- hald skipaði fyri almenn- um fundi um støðuna í Fiskivinnuni. Fundurin staðfesti enn einaferð, at langt er ímillum sjónar- miðini hjá fiskakeyparum og -seljarum. Bjørn Kalsø, landsstýr- ismaður greiddi á fundin- um frá, at upprunaliga var ætlanin, at vinnan sjálv skuldi gera semju um sølu og keyp av fiski, men tann royndin miseydn- aðist. Tí hevði hann gjørt eitt uppskot, sum hann hevði roynt at lagt mitt ímillum sjónarmiðini hjá pørtunum. Bjørn Kalsø segði, at tað er ein misskiljing, tá ført hevur verið fram, at lands- stýrið ætlar við lóg at tvinga fiskin uppá land í Føroyum. Útlendskir keyparar skulu kunna bjóða uppá fiskin, og skip- ini skulu kunna sigla bein- leiðis av feltinum til út- lendska keyparan. Men sølan skal vera í kapping við føroyskar keyparar, segði hann. Ikki til stuttleika Árni Joensen, umboð fyri ráfiskaseljararnar segði, at eingin sendir eitt skip av landinum til stuttleikar. Tað verður bara gjørt, tí at hetta gevur eitt betri úrslit á botnlinjuni. Um støddarskiljing av fiski segði Árni Joensen, at reiðaríini tora ikki at støddarskilja, tí tey vita ikki, um tey sleppa av við allan tann skilda fiskin. "Ein fyritreyt fyri sølu er, at tað er ein keypari í hin- um endanum, og ivasamt er, um nóg mikið av keyp- arum eru til allan tann skilda fiskin", segði hann. Árni Joensen mælti til at hava so fáar bindingar sum møguligt í lógini, tí jú fleiri bondini eru, meira darvandi eru tey fyri vinnuna. Vilja hava sama møguleika at bjóða Páll Gregersen, umboð fyri ráfiskakeypararnar segði, at føroyskir fiska- keyparar ynskja at fáa sama møguleika at bjóða uppá fiskin, sum út- lendskir keyparar, men samstundis undirstrikaði hann, at tað seinasta sum fiskakeyparar ynskja, er at seljararnir ikki fáa rætta prísin fyri fiskin. Páll Gregersen fanst at seljarunum, sum hann segði almannakunngera sølurnar, tá prísurin er lágur á uppboðssølu í Før- oyum, meðan teir dylja tað sum mansmorð, um teir fáa lágan prís í Skotlandi. Hann vildi við hesum vísa á, at ikki allar sølur uttan- lands eru so væl eydnaðar, sum fjølmiðlarnir geva eina mynd av. Samdir um Fiskavirking Hóast langt var ímillum sjónarmiðini hjá ráfiska- keyparum og –seljarum, so var kortini semja um, at almenna fyritøkan "Fiskavirking", átti at verið privatiserað, og eis- ini funnust Árni Joensen og Páll Gregersen at tí, at Fiskavirking ikki keypir fiskin yvir uppboðssølu. Árni Joensen lýsti hetta við orðunum: "Vit kapp- ast hvønn dag ímóti okk- ara egnu skattakrónum". Lívligt orðaskifti Fundarfólkið fekk eisini høvið at gera viðmerk- ingar og at seta spurn- ingar, og henda møguleik- an nýttu mong av teimum umleið 70 fólkunum, sum vóru møtt upp til fundin á Svangaskarði í gjár- kvøldið. Fundur um støð- una í Fiskivinnuni Løgreglan í Havn noyddist at nýta kniplar, tá ið teir hós- kvøldið skuldu hand- taka tveir íslendingar uttan fyri Cafe Natúr á Kongabrúnni POLITI Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Rættuligt rok var á Konga- brúnni í Havn í gjárkvøldið um hálvgum ellivu tíðina, tá ið løgreglan kom í hóslag við nakrar íslendingar, sum vóru tveittir út av Cafe Natúr. Løgreglan fekk frá- boðan um, at íslendingar ikki vildu góðtaka, at teir vóru tveittir út. Tá ið løg- reglan kom á staðið, bar ikki til at sissa teir báðar íslend- ingarnar. Tískil var neyðugt at handataka menninar, men tað gekk ikki stillisliga fyri seg. Áfast bleiv, og tá ið av- tornaði vóru tað ikki færri enn átta løgreglufólk, sum hjálptu til við at fáa lagt teir báðar íslendingarnar í hond- jørn Ógvuslig handtøka Vitnir, sum Sosialurin hev- ur tosað við, greiða frá, at tað var rættuliga dramatiskt ta einu løtuna, og at løg- reglan noyddist at taka kniplarnar til hjálpar fyri at fáa lagt íslendingarnar báð- ar í hondjørn. - Tað virkaði rættuliga ógvusligt, men løgreglan gjørdi óivað ikki meiri enn neyðugt fyri at fáa lagt menninar í hond- jørn, greiðir vitnið frá og leggur afturat, at løgreglan eisini fekk hjálp frá sivilum persónum til at handtaka menninar. Vakthavandi á politistøð- ini í Havn segði fyrr í dag, at teir báðir íslendingarnir framvegis eru í arrestini á politistøðini, og teir skuldu avhoyrast seint fyrrapartin. Av tí at teir báðir gjørdu mótstøðu, tá ið teir skuldu handtakast og í veruleikan- um fóru at berjast við løg- regluni, verða teir ákærdir eftir paragraf 119 í straffi- lógini. Løgreglan í bardaga við íslendingar Menninir vóru tiknir við á politistøðini, har teir í gjáramorgunin vóru til avhoyringar hjá løgregluni. Mynd: Eirikur Lindenskov Tað gekk ein løta, áðrenn tað eydnaðist løgregluni at fáa lagt menninar í hondjørn Mynd: Eirikur Lindenskov Árliga fótbóltskappingin fyri sjómenn verður aftur í ár Kappingin sum nú hevur nokur ár á bakið og er fastur táttur í KÍ-holl- ini, verður í ár tann 28/12. Kappingin verður skipað sum vanligt og eftir at vinnarar eru funnir verður stórt borðhald í Skálan- um. Tilmelding til kapp- ingina fer fram hjá Palla Ziskasson, tlf. 217739 tn Fótbóltskapp- ing fyri sjómenn