Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-12-04, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 4. desember 2004síða 9

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 233 - 4. desember 2004 9 Okkurt nýtt kom uppá pláss á fundin- um, sum studentafel- agið MFS skipaði fyri í Føroyahúsinum mikukvøldið í Før- oyahúsinum. Serliga munurin í hugburði til tann aktuellapolit- ikkin millum kom- battantarnar kom týðuliga fram. Men eisini tað, at munurin í samfelagsáskoðan teirra millum kanska ikki er tann størsta í føroyskum politikki. TINGHELLUDEBATTIN Rolf Guttesen Fýra stór mál á skránni Hetta var ein væl fyri- reikaður fundur, og serliga orðstýrarin Beinta Løwe Rasmussen dugdi síni ting, og vísti at fyrireikarnir høvdu eitt klárt og av- markað mál við fundinum. Tað bleiv ikki bara "tjak" í orðsins versta týdningi. Hesi breiðu mál vóru vóru á skránni: Útbúgving og gransking (stuðul, Fróðskaparsetrð, nytta av gransking) Innlendis mál (tey etisku, fosturtøku og samkynd), Yvirtøkumál (yvirtøku- lógin) og. Útlendismál (heimildar- lógin, Nato) Útbúgving og gransking Hetta hevði serliga student- anna áhuga, og eingi ser- ligur munur var á støðuni hjá báðum politikkarunum. Lesið har tað er møguligt, har tit fáa mest burturúr, bleiv sagt. Um gransking í Føroyum segði Hoydal at fleiri pengar skuldu til, meðan Løgmaður legði meira dent á at fáa meira samfelagsliga nyttu burtur- úr pengunum og gransking- ini. Tí skuldi eitt ’policy- board’ - ein granskingar- politikk-makara-nevnd - setast, sum skuldi raðfesta tær átroðkandi samfelags- ligu og vinnulívsrelevantu uppgávurnar, eitt, tvey, fimm og kanska longri áramál fram. Hoydal meinti at royndir tala í móti at stýra granskingini, uttan at nevna konkret dømir. Etisk innlendsk mál Her vóru ikki stórvegis skilnaðir í hugburði millum manna, men báðir ásann- aðu, at í báðum flokkum teirra var ikki semja. Tað kom at taka sína tíð, at fáa eitt avklárandi orðaskifti í flokkunum og tinginum. Og annars var føroyska sam- felagið sera konservativt og á støðum kanska fundam- entalistisk á hesum økjum. Yvirtøkumál Løgmaður legði dent á, at nýggja yvirtøkulógin, sum skjótt kemur í gildi, fer at gera tað møguligt at yvir- taka næstan øll mál, "- so hvørt, sum vilji er til tess". Eftir hesi nýggju lóg kan alt, uttan uttanríkismál, verjupolitikkur, hægstirætt- ur og peningapolitikkur, yvirtakast. Tað sum liggur eftir, er tað sum myndar Ríkisfelagsskapin (óhugs- andi er til dømis, at partar í einum felagsskapi kunnu hava hvør sín verjupolitikk, og - teoretiskt sæð - fara í kríggj móti hvørjum øðr- um). Hoydal meinti haraft- ur ímóti, at yvirtøkulógin fór at vera ein forðing. Útlendismál Løgmaður meinti, at ein nýggj lóg kallað Heimild- arlógin, har danska Uttan- ríkisministeriið delegeraði myndugleika til Landsstýri, fór at geva landinum nýggj- ar og víðari ræsur. Før- oyska stjórnin fær í øllum yvirtiknum málum fullan rætt til at gera millumtjóða avtalur, tað veri seg um fiskivinnu, mentan, skúla og útbúgving. Hoydal helt har aftuímóti, at tað var at bera blak fyri eyguni á fólki. Heimastýrislógin var ein forðing Føroyar kundi blíva limur í Norðurlanda- ráðnum, WTO og ST. Spunringurin um Nato og hervald Ein skriftligur spurningur frá salinum var settur Høgna: "Skal fullveldið Føroyar vera limur í NATO?", og har til varð svarið "ja". Eg meini at Høgni hevur sagt so fyrr, men aðrir tjóðveldismenn, sum eg havi tosað við, benokta at hetta er støðan nú. Hetta bendir á, at ein ávís realisma hóast alt er um at grógva fram í hesum flokki. Teir hava annars í 50 ár leikað í um anti-Nato, anti-militer, anti-radarstøð, anti-loranstøð, anti-marinu- støð, anti-herskipavitjan. Høgni undirbygdi sína støðu við, at Føroysk repu- blikk, ikki kundi og ikki vildi sleppa at liggja, sum ein ótryggur faktorur mitt í Atlantshavi uttan fyri Natosamgonguna. Framvegis var ein spurn- ingur á somu gøtu: "Hevur ov lítið danskt hervald verið í Føroyum?" Hartil var svarað :"Nei, har hevur verið alt ov nógv". Spyrjarin, sum ikki slapp at greiða frá bak- grundini (bert skrivtligir spurningar sluppu framat), hevði tikið støði í einum spurningi, sum HH herfyri setti í Fólkatinginum (alt er endurgivið á heimasíðuni hjá Norðuratlantsbólkinum, Sp. 3410): "Kan ministeren oplyse, hvem der ville for- svare Færøerne i en krise- sitiation?" Í grundgevingini, vísir HH til, at Bent Jensen skrivar: "Det faktiske for- svar af Færøerne og (Grøn- land) samt havområderne omkring disse øer blev imidlertid overladt til Stor- britannien og USA." Og framvegis: "Man kan undre sig over, at Danmark ikke afsatte militære resoursser til forsvar af de militære anlæg." Og sjálvur biður HH víðari um, at: "reger- ingen redegør for, hvordan man agter at røgte ansvaret for Færøernes sikkerhed i den ændrede globale sikk- erhedspolitiske situation." Hetta kann bert lesast soleiðis, at HH fýlist á, at danska verjan ikki hevur verið nóg væl mannað í Føroyum, men at álitið í kreppustøðum var Nato- samarbeiðið. Tí noyðist eg í hesum føri at konkludera, at svarið hjá Hoydal í Før- oyahúsinum, og grundgev- ingin fyri spurninginum í Fólkatinginum ikki sam- pakka. Niðurstøða: munurin á tveimum politikarum Annar sigur, vit noyðast at forhalda okkum til veruleikan, sum hann er í dag. Hin byggir á eina hypotesu um at alt verður gott, tá vit hava fingið fullveldi. Annar sigur, at við nýggju Heimildarlógini, kunna føroyingar frítt gera avtalur um øll mál, sum eru yvirtikin, til dømis fiski- vinnu, mentan og oljumál. Hin sær samstarvið í Ríkis- felagsskapinum, sum eina forðing fyri, at føroyingar kunnu fara uppí altjóða samstarv, og blíva ábyrgd- arfullir á øllum økjum. Realisturin Eidesgaard, segði ferð eftir ferð at vit noyðast at taka støði í veruleikanum, soleiðis sum hann er. Brúka teir møgu- leikar, vit hava. Men er okkurt sum forðar okkum í at skipa okkara samfelag, sum vit vilja hava tað, so munna vit flyta hesar forð- ingar. Teoretikarin Hoydal meinti, at tað altíð vil vera ein grázona, sum eingin vil taka støðu til, so leingi vit hava Heimastýrislógina og ikki fullveldi. Hann nevndi spurningin um samkynd og skrásett parlag, sum dømir um hetta. Eisini rúsdrekka- spurningin nevndi hann, sum dømi um økir í grá- zonuni, sum ikki blivu loyst, tí at tey ikki eru sermál. Men hesi mál kunna loysat tá fullveldi varð veruleiki. Tá Hoydal legði upp ímóti Løgmanni, varð tað blivið til, at "tú góðtekur veruleikan, sum hann er, og tí fer einki nýtt at henda." Her var Løgmaður kanska ikki nóg skjótur at skera út í papp, at. tað er munur á at "forhalda okkum til veru- leikan, sum hann", og so at "góðtaka veruleikan, sum hann er." At enda verður alt gott, kanska Hetta er ikki eitt referat, sum er skrivað eftir einari bandupptøku, men soleiðis sum eg upplivdi fundin. Verri enn so alt er komið við, og øll citat eru eftir minninum. Eg skal ikki royna at útnevna nakran vinnara. Hetta er eingin fótbólts kampur, men báðir luttakarar vóru klárir og vælfyrireikaðir. Løgmaður kundi vísa á framstig í "praktisku" tilgongdini til økt sjálvstýri við yvirtøku- lógini og heimildarlógini, sum nakað skjótt koma í gildi, og ein nýggjur granskingarpolitikkur skuldi fremjast. Hoydal kundi endurtaka sínar visi- ónir um, at eitt komandi fullveldi var einasta trygd fyri at loysa spurningarnar. Á tí "etiska" frontinum høvdu báðir partarnir tunga last at flyta í bakgarðinum. Men eg haldi at áhoyrarnir mundu fáa væl burturúr. Gott tiltak! Rolf Guttesen 3. december 2004 Hólmgongan í Keypmannahavn: Politiskt orðaskifti millum Løgmann og Hoydal