Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-12-04, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 4. desember 2004síða 10

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 233 - 4. desember 2004 2005 nærkast og við tí nýggjar avbjóðingar í samfelagnum uppá gott og ilt. Ein av hesum eru nýggj andlit á ymsum leið- andi økjum í samfelagnum. Fólk, sum hava røkt síni størv væl og virðiliga í mong ár, gevast og onnur taka við í teirra stað. Millum hesi nýggju andlit eru m.a. tvey, ið fara at standa á odda fyri tveimum fyri Føroyar týdningamiklum stovnum – in- stitutiónum. Vit hugsa um Norðurlandahúsið og Ríkisumboðið. Tveir stovnar/institutiónir, sum hava útlendsk oddafólk og sum í stóran mun eru við til at byggja brýr millum okkara samfelag og umheimin. Í báðum førum verður talan um tvey donsk andlit, sum vit uttan iva fara at hoyra meira til í komandi árum. Í Norðurlandahúsinum fer danski Niels Halm at avloysa ís- lendsku Helgu Hjörvar og á Ríkisumboðum fer Søren Christensen at avloysa Birgit Kleis. Lat okkum beinanvegin takka teimum, sum fara í komandi ári, fyri trúgva og góða tænastu, samtíðis sum vit ynskja teim- um báðum nýggju vælkomnum. Vónandi koma ikki allar ávaringar, gitingar og metingar um ringar tíðir at passa heilt. Vónandi fer samfelagið - eisini við tí arbeiði, sum hesar in- stitutiónir gera, at halda tørn og klára seg í eini ella aðrari kreppu ella í verri tíðum. Tað hevur týdning at hava eina livandi og blómandi mentan, eisini ella kanska ikki minst tá tað sansar at búskaparliga. Tí fær nýggi stjórin í Norðurlandahúsinum eina krevjandi uppgávu: nevniliga at tryggja, at mentanarliga virksemið ikki verður skert, hóast búskaparligu karmarnir verða trengri. Til tess skal hann m.a. fáa okkara stuðul, hvat so enn ein fjølmiðil megnar í so máta. Vælkomin harra Halm. Ríkisumboðið er – hóast tað liggur í hjartanum á høvuðsstaðn- um og miðskeiðis millum lóggevandi og útinnandi valdini, løg- tingið og landsstýrið - rættiliga anonymt. Tað er sum um tess leiklutur er vorðin alt meira ein eygleiðaraleiklutur. Vit kunnu so bara vóna, at nýggi Ríkisumboðsmaðurin megnar at tryggja eitt gott samskifti og samstarv millum føroyskar og danskar myndugleikar. At byggja brýr millum samfeløgini. Mong og stór mál standa fyri framman at loysa. Heldur ikki her skal okkara leiklutur sum fjølmiðil ikki liggja eftir. Vælkomin harra Christensen. Eitt lítið ynski hava vit til nýggja Ríkisumboðsmannin, sum kann tykjast onkrum óneyðugt og ov avmarkað at taka fram her. Vit gera tað kortini. Vøkru urtagarðarnir í miðbýnum, sum í dag eru afturlatnir og ogn hjá statinum, herímillum tann hjá Ríkisumboðnum, áttu at verið latnir føroyskum mynguleikum og eftir tað latnir upp fyri almenninginum. Hóast vit halda okk- um eiga eina ta vakrastu náttúru í heiminum, so er tað kortini ein sannroynd, at Tórshavn sum høvuðsstaður manglar tað allir aðrir høvuðsstaðir við virðing fyri sær og sínum hava, nevniliga almennar parkir, sum øll fólk kunnu hava gleði av. Vitandi at bert fá støð finnast í býnum, sum kunnu kallast ella brúkast sum so, og at grønu blettirnir verða lagdir undir asfalt til parkeringspláss, tá átti tað at verið eyðsæð, at stóru urta- garðarnir hjá statinum, sum í dag bert fátal hevur gleði av, vera latnir upp fyri almenninginum til gleði fyri øll. Tað skal vera okkara fyrsta ynski til nýggja Ríkisumboðsmannin. Enn eina- ferð vælkomnir Christensen og Halm, og tøkk til Kleis og Hjörvar fyri eitt gott arbeiði. DAGSINS MEINING Sosialurin Nýggj andlit – nýggjar tíðir VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard toki@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Teresa Jensen teresa@sosialurin.fo Hjørdis Gregersen hjordis@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Solby Eliasen solby@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 220727 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Sosialurin í Eysturoy: Postsmoga 143, Saltangará tel. 447820 fax 449520 tel. 228909 e-post: vilmund@sosialurin.fo Sosialurin í Vágum: 360 Sandavágur tel. 333820, 220507 fax 333720 e-post: edvard@sosialurin.fo e-post: vagar@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Føroyaprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Sjófuglurin í stórari kreppu Urtagarðurin hjá Jarðarráðnum Simme Arge Jacobsen, form. í Veiðifelagnum Byrsumúla Viðmerking til grein í Sosialinum um Sandvíkir, hvar Elisabeth Eldevig, form. í Jarðarráðnum verð- ur siterað. Hon sigur, at Jarðarráðið hevur mist tolið við Tórs- havnar kommunu, men vit hava langtsíðani mist tolið við Jarðarráðnum: Hon sigur málið um vegin vera gamalt, men tað er ikki gamalt í jarðar- ráðshøpi, bert tvey ár. Tað er neyvan av tilvild, at hon brúkar argumentini hjá Hanusi Vang um at tú fert inn í urtagarðinum hjá øðrum at velta, og so send- ur hon politi eftir brots- manninum. Hetta kenna vit aftur. Lat okkum halda okkum til myndina við urtagarðin- um: Tá ið Jarðarráðið selur eitt stykki mitt í urtagarð- inum hjá sær, má tað eisini lata atgongd til stykkið, ella atkoyring, eftir teimum treytum, sum Landsverk og Matrikulstovan seta fyri at kunna frálesa stykkið. Hetta er tvítungan hjá Jarðarráðnum: Alt er í lagi við at lata stykkið til kommununa, umframt tað, sum krevst til vegin. Men at kommunan uppfyllir sínar treytir og ger tann kravda vegin, tað er brotsverk, sum fútin skal steðga. Men vit bíða í góðum toli, tí tað kann ikki bera til, at almennir stovnar kunnu brúkast til at gjøgnum- knúska privat áhugamál. Erik Mortensen Fyri nøkrum árum síðan kom bók út sum æt »Farvel til Grønlands natur«. Ein bók, sum greiddi frá av- oyðing sum av fuglinum var fyri í Grønlandi, tey seinastu nógvu árini. Hesa bókina kom mær til hugs, nú eg eri farin at skriva um gongdina hjá sjó- fuglinum í Føroysum sein- astu 40 árini. Ein gongd, sum bara gongur ein veg, við nøkrum fáum undan- tøkum, og tað er niðureftir. Skal ikki endurtaka tað sum hendi av broytingum í landsgrunninum, sum hevði við sær, at líkindini vernaðu hjá sjófuglinum. Hann fær ov lítið at eta, ikki um at tala at lítið og onki kemur undan av pisum vegna hungur. Hesin mat- kovin sum hevur verið full- ur av mati, og sum hevur verið álitið hjá sjófuglinum bæði at liva í og eiga. Nú kom ein nýggj tíð, við stórari óvissu, sum gjørdi tað at ólag kom í vistskip- anina. Latum okkum taka tey seinastu 15 árini. Okkurt árið hevur glógva í. Tú fær eina vón um at vend er komin í, men so er aftur galið. Og fleiri ár á rað koma, sum minnir ein á at hetta ár- ið bara var ein glotti. At alt gongur sína skeivu gongd. Úrslitið er har eftir, tað síggja vit í dag. Fuglurin bara minkar í bjørgunum. Ein syrgilig sjón. Er ongin fuglur eftir í 2020 – altso um 15 ár? Eg vóni tað ikki. Hetta kann bara ikki halda fram. Hvat er orsøkin? Er ein orsøkin fiskiskapurin? Hetta at skipini sópa fiskin úr sjónum sum elvir til alt hetta ólagið? Lomvigi, rita, terna, lundi og annar fuglur, sum livir av nebbasild minkar við fúkandi ferð. Hjá nátanum og summum másasløgum er eisini vend komin í. Hjá teimum kann ein orsøkin vera at meira kemur til sættis hjá fiskiskipunum og á flakavirkjunum. Samanumtikið eru vit í einari stórari umhvørvis- kreppu. Næstan allur tann fuglurin sum livir beinleiðis ella óbeinleiðis av sjónum minkar meira ella minni. Árið 2003 var vánaligt. 2004 er nógv verri. Tað byrjaði við eini armóð, sum valla nakar av okkum hevur sæð fyrr. Tá ið várið kom, komu flokkar í túsundatali av hungraðum lomviga, mest vangagráa undir land. Hesir bíðaðu bara eftir deyðanum. Tað hava verið nógv túsund til- samans. Tí tað sum fólk sóu, var helst bara toppurin av ísfjallinum. Tað er merkiligt, hvussu lítlan áhuga fjølmiðlaheim- urin og almenningurin hev- ur fyri tí sum hendir í nátt- úruni. Undantikið Dimma- lætting sum hevði eina mynd av svøltaðum lomviga við einum petti av tekst undir. So støðan hjá lomvigan- um fer helst at versna upp- aftur meiri í komandi tíðum. Fiskirannsóknarstovan hevur í nógv ár gjørt kann- ingar av gróðri og æti á landgrunninum. Um sam- spælið millum djórini sum veiða, og tey sum verða veidd. Men eitt sum al- menningurin lítið og onki hevur hoyrt um, er at sjó- fuglurin eisini hevur fingið sín part av heildini. Hann er jú partur av vistskipanini. Bergur Olsen hevur í nógv ár havt nágreiniligar teljingar av lomviga, ritu og náta í bergi í Skúvoy. Hvat er komið undan tey ymisku árin og nógv annað t.d. av lundanum. Tíggjunda hvørt ár telur hann so allan lomvigan og rituna í øllum Føroyum. Eitt ógvuliga týdningar- mikið tilfar sum bara veksur í virði sum árini líða. Tilfar sum bara verður goymt burtur. Men ongantíð kemur okkum til kunningar. Ein skylda sum ein almennur stovnur eigur at havna. Eisini Jens Kjeld Jensen hevur í nógv ár gjørt týdn- ingarmiklar kanningar, sum sjálvlandi eigur at verða partur av frágreiðingini. Samanumntikið eigur tjóðin at fáa eina heildar- lýsing av gongdini í land- grunninum tey seinastu 15 árini t.d. hví føðin ikki er til, ella í ov smáum nøgd- um. Hví hon ikki sampakk- ar við tíðina, tá ið fuglurin eigur. Sjálvandi hevur tað altíð verið ymiskt frá ár til ár. Men hví er tað so langt ímillum nú, at hóttafall er komið á allan sjófuglin?