leygardagur 4. desember 2004síða 11
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 233 - 4. desember 2004
11
Innsent tilfar
Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar
sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur
blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar
avmarkingar.
Enn sum áður skal fult navn skal vera undir
øllum innsendum greinum – annars verða tær
ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til
at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum
bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni.
Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn
áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma
bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein
fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost
ella á diskli.
VIÐMERKINGAR
Ikki hissini fordómar
Harry á Lakjuni
Eftir at hava lisið greinina,
"Kristna fundamentalisman
oyðileggur okkum", sum
var samrøða við Johannes
Møllehave, 23. nov. í Sosi-
alinum, mátti eg spyrja meg
sjálvan, um maðurin yvir-
høvur veit nakað sum helst
um føroyskt kirkju-, sam-
komu- og trúarlív.
Sjálvur havi eg gingið á
møti, síðan eg var lítil smá-
drongur, og havi hoyrt
nógvar túsund talur, præ-
dikur av bæði monnum og
kvinnum, eisini úr ymisk-
um trúarsamfeløgum. Men
ongantíð havi eg hoyrt ein
boðskap, sum ber brá av, at
vit skulu hata ávís menn-
iskju.
Í greinini sigur Mølle-
have m.a.: "Veruleikin er
jú, at ringastu fundamenta-
listarnir
ofta
eru
teir
kristnu, sum ganga frítt
ímillum okkum og standa
enntá á okkara prædiku-
stólum og fordøma og oysa
hatur og hevndarhuga út
yvir samkomuna".
Nú er tað blivið modern-
að at kalla tey kristnu fyri
fundamentalistar, og tað
hoyra vit oftari og oftari —
og tað í einum negativum
týdningi — men lat tað
fara!
Hetta er ein ótrúlig
ákæra, sum presturin kem-
ur við, og tað er so oyða-
sørt, at journalisturin, Anna
V. Ellingsgaard, konfront-
erar mannin við tað, hann
sigur, og spyr, hvar hann
hevur hoyrt henda haturs-
og hevndarboðskap. Tey,
sum lesa samrøðuna við
Møllehave, ganga sjálvandi
út frá, at hann hevur hoyrt
slíkt í Føroyum, tí annars
var eingin grund til at sláa
tað stórt upp í føroyskum
blað.
Mangur
kirkju-
og/ella møtigangari man
ógvast við eitt slíkt úttalilsi
frá hesum danska presti.
"Tað undrar ikki Mølle-
have", sigur Anna Ellings-
gaard, "at vit her heima
javnan síggja lesarabrøv í
bløðunum, har fólk verða
hongd út sum ógudilig og
heidningar, tí tey hava víst
á tann humanistiska boð-
skapin í Bíbliuni, sum tosar
um fyrigeving og tolsemi
heldur enn fordøming og
revsing".
Nú veit eg ikki, hvussu
nógv Møllehave lesur før-
oysk lesarabrøv, men her
skyldar Anna Ellingsgaard
at siga okkum, hvørji hesi
lesarabrøv eru, sum javnan
heingja fólk út sum ógudi-
lig og heidningar. Men tað
mest ørkymlandi við hes-
um brotinum er, at tað
verður tosað um "tann
humanistiska boðskapin í
Bíbliuni".
Tíbetur eigur humanis-
man, sum útilokar Gud og
setur menniskjað í sentrum,
ongan lut í boðskapi Bíbli-
unnar. Bíblian er sambært
sær sjálvari guddómlig, inn-
blást av Gudi (2.Tim.3.16).
Víst er kærleiksboðið stórt,
men boðskapurin um náði,
fyrigeving og frelsu skúgvar
ikki
aðrar
meginreglur
Bíbliunnar til viks, so sum
humanisman ger tað.
"Vit sita øll í sama toki
og eru á veg til sama stað",
sigur Møllehave. Um her
verður sipað til, at vit øll
stundað ímóti gravarbakk-
anum, so er tað rætt. Ella
um tað verður sipað til, at
vit øll av náttúru eru í sama
toki, so sum Róm. 3, 10-20
vísir á, so er tað eisini rætt.
Men tað er ikki rætt, at vit
pr. automatikk eru í sama
toki, sum førir til himmals,
um tað er tað, presturin
meinar. Men til alla lukku
fyri okkum, ið vóru so illa
stødd, sum Róm. 3 talar
um, kom tilboðið um náði,
frelsu og fyrigeving — ikki
ein humanistiskur boðskap-
ur — men ein boðskapur
um eina fullkomna frelsu-
ætlan úr erva, sum ikki er
mannaverk.
At ein danskur prestur
kemur til Føroya og setur
spurnartekin við, um vit í
Føroyum ikki eru slík, sum
buka børn okkara, so at tey
liggja bløðandi á gólvinum,
má sigast at vera langt úti,
og ein fær varhuga av, at
Møllehave, tá ið hann sipar
til søguna í Lukas 10, hevur
hug at identifisera føroying-
ar við ránsmenninar, prestin
og levitin heldur enn við hin
miskunnsama samverjan.
Um Møllehave ikki veit
um allar sólskinssøgurnar,
sum føroyingar kunnu siga
frá, so átti journalisturin at
vitað okkurt. Eg hugsi um,
hvussu stórt hjartalag føroy-
ingar upp ígjøgnum tíðirnar
og til dagin í dag hava víst
teimum, sum vóru illa stødd
– t.d. tá ið heilar skips-
manningar ikki bóru boð í
bý, og bygdir gjørdust nær-
um mannleysar, og eftir sótu
einkjur og faðirleys, sum
komu ígjøgnum við hjálp
frá Gudi og góðum fólki.
Tað kundi verið so nógv
at nevnt. Eg hugsi um alt
tað hjálpararbeiði, sum ein-
staklingar, kirkjur og sam-
komur hava gjørt og gera,
t.d. tey, sum í áravís hava
ferðast til Rumenia og
onnur lond við hjálp av
bæði einum og øðrum slag.
Jú, tað kundu verið mangar
sólskinssøgur at sagt frá.
Eg hugsi, tað verður ringt
hjá Møllehave at finna eitt
land, sum hevur fostrað so
nógvar miskunnsamar sam-
ariubúgvar sum Føroyar, og
man hann vita, at Føroyar
eru heimsmeistarar í at
senda trúboðarar út í onnur
lond. Og visti journalistur-
in, Anna Ellingsgaard, ikki
tað, tá ið hon ger hesa
samrøðuna. Hevði tað ikki
verið viðkomandi at kon-
frontera mannin við tað?
Fjølmiðlarnir eru óførir
at vera á gosi, tá ið onkur
gerst føroyameistari í onkr-
ari ítróttargrein, fyri ikki at
tala um, um vit vinna ein
landsdyst. Men at vit eru
heimsmeistarar á hesum
økinum, fer bara aftur við
borðinum.
Tað eru ómetaliga nógvir
føroyingar, sum millum ár
og dag hava verið úti í
hjálpararbeiði í styttri og
longri tíðarskeið. Og úr
Føroyum eru í dag umleið
50 trúboðarapør úti í full-
tíðartænastu (umframt fleiri
einstaklingar), sum lut-
falsliga eftir fólkatalinum er
tað mesta í heiminum. Flutt
yvir á donsk viðurskifti,
skuldi tað givið umleið
5000 trúboðarapør, og vóru
lutfalsliga líka nógvir amer-
ikanarar, skuldu teir havt
sent 280000 pør út. Tó hev-
ur einki land sent so nógvar
trúboðarar út sum USA í
tali, og koma teir klárt inn
sum nr. 2 eftir fólkatalinum
(hetta í dag so hataða
Amerika!).
Er tað nakað, vit føroy-
ingar kunnu gleðast um og
vera stoltir av, so er tað, at
tað úr Føroyum eru farnir
so nógvir trúboðarar út í
fremmand lond.
Papua Nýguinea, Filips-
oyggjarnar, Senegal, Tan-
sania, Nigeria, Venezuela,
Russland og Tailand – fyri
at nevna nøkur av londun-
um, har hesir trúboðarar
virka – hesir miskunnsomu
samverjarnir, sum neyvan
hava stundir til at granska
Shakespeare og H.C. And-
ersen, men eru upptikin av
at hella olju og vín í sárini
hjá teimum, ið treingja, og
boða teimum gleðiboðs-
kapin – boðskapin um hitt
einasta fundamentið, sum
heldur, tá ið ódnirnar koma.
Tey, sum hvíla á tí funda-
mentinum, eru tey einastu,
ið av røttum kunnu kallast
fundamentalistar!
At ein danskur prestur er
fullur av fordómum um før-
oyskt kirkju- og samkomu-
lív, kunnu vit kanska bera
yvir við. Men at føroysk
fjølmiðlafólk eru so lítið
objektiv, tá ið tey viðgera
slík evni, er ræðandi!
Fuglafjørður 01.12.2004
Ein heilsan til
Jústinis Leivsson Eidesgaard
Jústinis heilt óskiljandi, tað kann lata seg gera,
at tú, eitt so flott bókaverk, kanst til føroyingar levera,
nú kanst tú hvíla, og hyggja frameftir, við góðum treysti,
sum rithøvundur, teljist tú millum teir allar bestu.
Bókin um Kaj eitur, Kaj ein dokumentarisk ævisøga,
tað mangan føroyingin, við takksemi og gleði, man frøða
Á Hellunum, hevur tú sitið og kanna og bókina skriva
í dagar og nætur, tú varst mangan móður og kanska í
iva.
Perman, eitt prýði er, har Kaj á verandanum stendur,
sær út at leggja skip og manning, í Harrans hendur,
eg ivist onga løtu, at tú mangan hetta, eisini gjørdi,
áðrenn tú síðsta blaðið, í hesum megnarverki fullførdi.
Hevði tú ikki stuðul, frá Poulu, Edvard og Fría fingið,
hevði tað ikki, við hesum megnarverkið hjá tær gingið,
bókin er sera væl skrivað og myndirnar bókina prýða,
sera spent vit eftir næstu bókini hjá Jústinusi bíða.
Vit á Kvíggjarvegi 7
Føroya Reiðarafelag
Føroya Reiðarafelag mót-
mælir harðliga, at Fram-
taksgrunnurin hevur lagt
Fiskasøluna undir Fiska-
virking við tí endamáli at
avhøvda ein kappingar-
neyta til Fiskavirking.
Fiskasølan hevur í ár
verið keypari av ráfiski og
hevur megnað at skapa eina
ávísa kapping um ráfiskin.
Fiskasølan hevur í fleiri
førum syrgt fyri, at avreið-
ingarprísirnir eru hækkaðir
og at meiri fiskur tí er kom-
in til virkingar í Føroyum.
Fiskasølan hevur gjørt
strategiskar íløgur og byrj-
að framleiðslu bæði í
Hvalba og Vági og ítøkilig-
ar ætlanir vóru at fara undir
upsaframleiðslu
í
Fuglafirði.
Leiðslan á Fiskavirking
hevur longu steðgað øllum
innkeypi av fiski, sum
Fiskasølan hevði í Klaks-
vík frá útróðrarbátunum og
til virkini hjá Fiskasøluni í
Suðuroy, so nú er stórt sæð
eingin kapping um útróðr-
arfiskin, upsa, kongafisk,
svartkalva, toskin av Rygg-
inum v.m.
Nevnd og leiðsla í Fram-
taksgrunninum eru ikki
sína uppgávu vaksin, tá tey
ikki taka av einum møgu-
leika at selja Fiskasøluna,
sum tey sjálvi onga framtíð
síggja í.
Nevnd og leiðsla í Fiska-
virking er heldur ikki sína
uppgávu vaksin, tá tey
avhøvda ein kappingar-
neyta í staðin fyri at taka
kappingina upp við hann.
Reiðarafelagið
hevur
ferð aftaná ferð víst á, at
um kapping er um fiskin í
Føroyum, verður hann av-
reiddur her, men Fiska-
virking fer nú at arbeiða
fyri at lóggivið verður um,
at allur fiskur skal landast í
Føroyum – til undirprís, tí
eingin kapping er um
fiskin.
Virkið í Vági er jú prógv
um, at Fiskavirking ikki vil
hava kapping um fiskin.
Ger politiski myndug-
leikin onki við núverandi
gongd, fer meginparturin
av heimaflotanum á heysin.
Sannlíkasti keypari tá verð-
ur Fiskavirking, sum so-
leiðis bindur skip og virkir
saman aftur og ásetur tá
einsamalt
prísin
fyri
ráfiskin.
Mótmæli