leygardagur 4. desember 2004síða 12
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 233 - 4. desember 2004
VIÐMERKINGAR
Opið bræv til FSF
Spurningar
1)
Hvussu ber tað til at allar
kærur ið MB hevur sent inn
vera ikki gingnar á møti.
Hetta sjálvt um reglur
FSF’s greitt siga hvussu
farast skal fram hjá kapp-
ingarnevndini hjá FSF.
Men verður hetta bert sett
til síðis.
2.
Hví kemur onki svar aftur
frá dómsnevndini hjá FSF,
uppá kæruna MB sendi
05.11.2004 og 12.11.2004.
Sjálvt um tað greitt gongur
fram í grein 8 hjá FSF yvir
»Reglur fyri dómsnevndir
innan ÍSF og viðgerð av
kærum« at »í seinasta lagi
tvær vikur aftaná, dóms-
nevndin hevur móttikið
kæruna, skal hon gera
úrskurð og kunna partarnar
um hann í innskrivaðum
brævi« (FSF móttók fyrru
kæruna
05.11.2004
og
seinnu kæruna 12.11.2004.
Sostatt skuldi dómsnevndin
eisini havt fingið hesar um
somu tíð).
Í dag er 28.11.2004 t.v.s.
23 dagar frá dagfesting av
fyrru kæruni og 16 dagar av
seinnu kæruni sum eru
sendar frá MB til dóms-
nevndina hjá FSF.
Vinarlig heilsan
MB (Miðvágs Bóltfelag)
Valdemar á Løgmansmø
(skrivari)
FO-370 Miðvágur
Grein 4
Kæran verður skrivliga at
senda saman við kr. 500,-
til sersambandið ella deild-
ina innan tvey samdøgur
eftir, at avgerðin ella til-
burðurin er komin til kunn-
leika hjá viðkomandi. Um
so er, at eingin sjálvstøðug
deild er verður kæran at
senda til starvsnevnd Í.S.F.
Vinnur kæran sømdir,
verða kr. 500,- afturgoldnar.
Sersamband og deild
kunnu eisini av egnum áv-
um taka eina avgerð ella til-
burð upp til viðgerðar, og
skulu partarnir í málinum
tá hava boð um hetta, áðren
nøkur avgerð verður tikin.
Grein 8
Tá ið kæra er komin til
dómsnevndina, skal hon,
áðrenn kæran verður við-
gjørd, avgera, um limur ella
limir nevndarinnar eru lut-
tøkuførir. Kemur nevndin
til tað úrslit, at onkur av
limum hennara ikki er lut-
tøkuførur, taka varalimirnir
sæti í nevndini, meðan mál-
ið verður viðgjørt.
Í sambandi við viðgerðina
av kærum kann dóms-
nevndin biðja um skrivliga
frágreiðing frá pørtunum,
dómara ella øðrum. Eisini
kann
dómsnevndin
um
neyðugt biðja um sakkøna
hjálp, t.d. frá metingar-
monnum, løgfrøðingum e.ø.
Í seinasta lagi tvær vikur
aftaná, at dómsnevndin
hevur móttikið kæruna,
skal hon gera úrskurð og
kunna partarnar um hann í
innskrivaðum brævi.
Til
FSF (Fótbóltssamband
Føroya)
Att: Óli Holm og
Dómsnevndin
Gundadalur
Box 3028
FO-110 Tórshavn
Miðvágur 28.11.2004
Viðv. aftursvari frá kapp-
ingarnevndini hjá FSF uppá
kæru
send
frá
MB
05.11.2004, og síðan til
dómsnevndina 12.11.2004.
Spurningar
1
MB hevur kært at FS-Vág-
ar hevur nýtt ólógligan
leikara alt kappingarárið
2004, og sum áseting FSF’s
sigur so gongur kappingar-
árið ikki út fyrr enn
31.12.2004 (so tað er ikki
liðugt enn)
2
Í
aftursvari
frá
FSF
11.11.2004 vísir FSF til
Grein 38 stk. 1 (vit sitera:
»í samband við Birgir Joen-
sen verður víst til, at hann
leikti ikki við í dystinum
SÍF-MB 03.11.04. Kapp-
ingarnevndin metir ikki, at
tað hevur týdning fyri mál-
ið, at leikarin hevur leikt
við FSV í kappingarárinum
2004, tí í hesum sambandi
er kærufreistin, sambært
grein 38, stk. 1 í kappingar-
reglunum fyri fótbólt, úti.
Sitat endar«.
3
Í grein 38. stk. 1 stendur
soljóðandi »Kærur um brot
á hesar reglur skulu sendast
Fótbóltssambandi Føroya í
seinasta lagi 2 dagar eftir,
at brotið er framt. Saman
við kæruni skulu sendast
kr. 500.00, ið verða aftur-
goldnar, um kæran vinnur
sømdir«. Minnast til at kært
var fyri alt kappingarárið
2004, og FSF hevur sent
hetta at enda 31.12.2004.
(t.v.s. »2 dagar eftir at
brotið er framt má so verða
02.01.2005«).
4
Tað, ið nú blívur áhugavert
er, at tað stendur undir
»Reglur fyri dómsnevndir
innan ÍSF og viðgerð av
kærum« (dómsnevndin hjá
FSF má vælsaktans vera
innan ÍSF) í Grein 4 »Kær-
an verður skrivliga at senda
saman við kr. 500,- til
sersambandið ella deildina
innan tvey samdøgur eftir,
at avgerðin ella tilburðurin
er komin til kunnleika hjá
viðkomandi. Um so er, at
ongin sjálvstøðug deild er,
verður kæran at senda til
starvsnevndi Í.S.F«.
Við hesum 4 punktum vil
MB (Miðvágs Bóltfelag)
gera vart við tann órætt, ið er
farin fram viðvíkjandi mál-
inum millum MB og FSF.
FSF verður her alment
biðið um at geva eina frá-
greiðing til øll Føroya fólk,
hvat tað er sum gongur fyri
seg innan FSF, og hví reglur
og greinar, sum eru sam-
tyktar á aðalfundum hjá
hesum, ikki verða fylgdar
av nevndum hjá/innan FSF
og um hetta ikki eigur at
fáa avleiðingar fyri millum
annað núsitandi Kapping-
arnevndina hjá FSF.
• Avrit av kæruni hjá MB,
svarinum hjá FSF og kopi
av greinum er lagt við.
Eisini loyva vit okkum at
senda avrit av hesum til all-
ar fjølmiðlar og starvs-
nevndini hjá ÍSF.
Vinarligast
MB (Miðvágs Bóltfelag)
Valdemar á Løgmansbø
(skrivari)
FO-370 Miðvágur
Grein 4
Kæran verður skrivliga at
senda saman við kr. 500,-
til sersambandið ella deild-
ina innan tvey samdøgur
eftir, at avgerðin ella
tilburðurin er komin til
kunnleika hjá viðkomandi.
Um so er, at eingin sjálv-
støðug deild er verður kær-
an at senda til starvsnevnd
Í.S.F.
Vinnur kæran sømdir,
verða kr. 500,- afturgoldnar.
Sersamband
og
deild
kunnu eisini av egnum áv-
um taka eina avgerð ella
tilburð upp til viðgerðar, og
skulu partarnir í málinum tá
hava boð um hetta, áðrenn
økur avgerð verður tikin.
Grein 8
Tá ið kæra er komin til
dómsnevndina, skal hon,
áðrenn kæran verður við-
gjørd, avgera, um limur ella
limir nevndarinnar eru lut-
tøkuførir. Kemur nevndin
til tað úrslit, at onkur av
limum hennara ikki er lut-
tøkuførur, taka varalimirnir
sæti í nevndini, meðan
málið verður viðgjørt.
Í sambandi við viðgerðina
av kærum kann dóms-
nevndin biðja um skrivliga
frágreiðing frá pørtunum,
dómara ella øðrum. Eisini
kann
dómsnevndin
um
neyðugt biðja um sakkøna
hjálp, t.d. frá metingar-
monnum, løgfrøðingum e.ø.
Í seinasta lagi tvær vikur
aftaná, at dómsnevndin
hevur móttikið kæruna,
skal hon gera úrskurð og
kunna partarnar um hann í
innskrivaðum brævi.
Til
FSF (Fótbóltsamband
Føroya)
Att: Kappingarnevndin
Gundadalur
Box 3028
FO-110 Tórshavn
Klaga
Undirritaða
felag
MB
(Miðvágs Bóltfelag) vil við
hesum kæra at SÍF fær
loyvi at nýta leikara Rúna
Olsen, ið uttan leikaraloyvi
fær loyvi at leika í dystin-
um 03.11.2004 sum var
millum SÍF og MB hendan
áðurnevnda dag.
MB vil við hesum vísa á
at tann handfaran sum er
farin fram viðv. hesum
dysti kann ikki undir nøkr-
um umstøðum góðtakast, tí
tað tykist sum um at tað er
og verður bert hugt eftir um
MB ger nakað galið í
hesum viðurskiftum.
Í somu syftu vil MB eis-
ini klaga, at FS-Vágar hev-
ur nýtt hendan áðurnevnda
leikara alt kappingarárið
2004, eisini er her talan um
at FS-Vágar hevur nýtt ein
annan leikara alt kapping-
arárið 2004, her er talan um
Birgir Joensen sum hevur
sítt leikaraloyvi liggjandi í
Sørvági hjá SÍ (Sørvágs
Ítróttarfelag). MB vónar at
hesi viðurskiftir eisini nú
verða eftirhugd.
MB krevur eisini av FSF,
at FSF tekur viðgerðina av
fundinum í gjárkvøldið
04.11.2004 hjá kappingar-
nevndini upp til nýggja við-
gerð. »Og vilja eisini vísa á
at FSF má verða somikið at
sær komið at geva MB
møguleika at viðgera ein
slíkan dóm í nevnd felags-
ins. Enn liva vit ikki í ein-
um »diktatstati« og góðtaka
heilt einkult ikki slík eins-
rættaði harraboð«. Tí kann
ein dómaraseðil ikki latast
inn til eitt slíkt tíðspunkt kl.
17.00 í dag, sum tit hava
álagt.
Við ítróttarkvøðu
MB (Miðvágs Bóltfelag)
Valdemar á Løgmansbø
(skrivari)
FO-370 Miðvágur
Miðvágs Bóltfelag
v/ Hans Boga Ellefsen
Fo-370 Miðvágur
Mál: Kæra frá MB um
Rúna Olsen og Birgir Joen-
sen
hjá
SÍF,
dagf.
05.11.2004.
Vit skulu siga frá, at
kappingarnevndin á fundi
10.11.04 viðgjørdi oman-
fyrinevndu kæru. Niður-
støðan er, at kæran verður
ikki gingin á møti.
Í sambandi við Rúna
Olsen, verður víst á, at FSF
sendi SÍF og MB eitt skriv
01.11.04, har tað varð frá-
boðað, at dystirnir millum
feløgini vóru ásettir, og at
feløgini kundu gera nýtslu
av leikarunum á leikaralist-
anum, sum var hjálagdur.
Rúni Olsen stóð á hesum
leikaralista og hevði tí loyvi
at leika.
Í sambandi við Birgir Jo-
ensen verður víst til, at
hann leikti ikki við í dystin-
um
SÍF-MB
03.11.04.
Kappingarnevndin
metir
ikki, at tað hevur týdning
fyri málið, at leikarin hevur
leikt við FSV í kappingar-
árinum 2004, tí í hesum
sambandi er kærufreistin,
sambært grein 38, stk. 1 í
kappingarreglunum
fyri
fótbólt, úti.
Við ítróttarkvøðu
Fótbóltssamband Føroya
Pætur S. Clementsen
Til
FSF (Fótbóltsamband
Føroya)
Att: Dómsnevndin
Gundadalur
Box 3028
FO-110 Tórshavn
Klaga/kæra
MB vil við hesum kæra at-
burðin og framferðarháttin
hjá kappingarnevndini hjá
FSF viðv. málinum SÍF-
MB og teimum kærum sum
eru sendar til kappingar-
nevndina, og viðgjørdar av
henni.
1
MB kærir at ein leikari
verður settur á ein leikara-
lista hjá ávísium felag uttan
nakað leikaraloyvi, og uttan
at vera leysgivin av hansara
fyrrverandi felag.
Sambært grein 14 stk. 1 er
leikaraloyvi hjá einum leik-
ara framvegis galdandi í
hesum fyrrverandi felag, til
tað fyrrverandi felagið hjá
viðkomandi leikara skriv-
liga hevur boðað kappingar-
nevndini hjá FSF frá at við-
komandi leikari ikki longur
leikar fyri hettar felag.
At ein leikari er leysgivin
frá ávísum felag verður víst
til Grein 15, stk. 1.
Síðan vísir MB til grein
13, stk. 3 har stendur: Tá
leikari hevur fingið loyvis-
bræv, er hann at meta sum
lógligur leikari.
Leikarin talan er um
omanfyri er Rúni Olsen
sum SÍF nýtti í dystinum
móti MB 03.11.04.
2
MB vil við hesum kæra av-
gerðina hjá kappingar-
nevndini viðv. úrskurðinum
og endaligu niðurstøðu
kappingarnevndanna í sam-
band við uppgerðar dystir-
nar millum SÍF og MB, um
hægru deildina viðv. sam-
starvinum um FS-Vágar.
Av tí sum gongur fram í
punkti 1 er niðurstøðan, ið
kappingarnevndin er komin
til ikki í fylgi lógunum hjá
FSF og má hetta harðliga
átalast, og er hetta eisini
grundin til kæru okkara.
3
MB kærir somuleiðis við-
urskiftini viðv. leikaranum
Birgir Joensen sum hevur
leikt við FS-Vágum alt
kappingarárið 2004 (hetta
hava vit eisini gjørt til
kappingarnevndina). Her
vil MB kæra bæði kapping-
arnevndina fyri sjusk og
óreglusemi, av teirri orsøk
at kappingarnevndin kemur
til ta niðurstøðu at
Sitat byrjar: »Í samband
við Birgir Joensen verður
víst til, at hann ikki leikti
við í dystinum SÍF-MB
03.11.04. Kappingarnevnd-
in metir ikki, at tað hevur
týdning fyri málið, at leik-
arin hevur leikt við FSV í
kappingarárinum 2004, tí í
hesum sambandi er kæru-
freistin, sambært grein 38,
stk. 1 í kappingarreglunumf
yri fótbólt, úti«. Sitat endar.
Her skal MB vísa á og gera
vart við at sambært Grein 2
stk. 1 stendur soljóðandi,
kappingarárið er frá 01.
januar til 31. desember. Tá
MB kærir at FS-Vágar hev-
ur brúkt ólógligan leikara
(av tí orsøk at hansara leik-
araloyvi liggur hjá SÍ) alt
kappingarárið 2004, so
kann
kappingarnevndin
ikki siga at kærufreistin er
farin, tí kæran skal vera
FSF í seinasta lagi 2 dagar
eftir, at brotið er framt. Tá
kappingarárið ikki endar
fyrrenn 31. desember og
FSV er kært fyri alt kapp-
ingarárið
2004,
so
er
hendan kærufreistin ikki úti
fyrrenn 30. januar 2005
sambært grein 38 hjá FSF.
Heldur ikki kann FSF
siga at hetta ikki hevur
týdning fyri áðurnevnda
mál, her er júst tað sama
talan er um, ólógligar leik-
arar, ið hava leikt við á lið-
um uttan at hava havt leik-
araloyvini í lagi.
Við hesum góðu grund-
gevingum úr lógum FSF’s
og eisini fyri rættvísina
skyld, vónar MB at rætt-
vísin fær sín rætt í hesum
máli og at dómsnevndin vil
gera sítt til at ítróttarandin
innan Føroyskan fótbólt
framvegis verður settur í
hæddina og at kappingar-
nevndin ikki bara kann seta
reglur FSF’s til viks tá tað
passar henni.
Við ítróttarkvøðu
MB (Miðvágs Bóltfelag)
Valdemar á Løgmansbø
(skrivari)
FO-370 Miðvágur