leygardagur 4. desember 2004síða 13
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 233 - 4. desember 2004
13
VIÐMERKINGAR
Viðmerkingar til Frágreiðingina um óhappið
á Norrønu 15. januar 2004
Kristin Rasmussen
Sivilverkfrøðingur
Av tí at eg ikki haldi at
niðurstøða og tilráðingar eru
nøktandi í nevndu frá-
greiðing, havi eg fylgjandi
lýsing av tilgongdini, sum
eins væl kann lesast út frá tí,
ið kemur fram í frágreið-
ingini. Sigast skal, at mínar
metingar eru gjørdar út frá
tilfarinum, ið finst í frá-
greiðingini, mínum kunn-
leika til skip og gongdini
annars frá skipið kom til
landið. Eg havi ikki havt
høvi til at síggja annað tilfar.
Fyrst um partarnar í
hendingini: Veðrið, Tórs-
havnar Havn, skipið og
manningina.
At veðrið í Føroyum er
skiftandi vita øll. Og teir
sum sigla hava altíð veðrið í
huga í teirra avgerðum.
Hetta fyri at staðfesta at
veðrinum kann ein ikki geva
skyldina fyri nakað. Veður
og vindur má sær ráða. Vit
mugu laga okkum eftir
veðrinum og ikki øvugt.
Samanborin við aðrar
havnir er einki sermerkt við
Tórshavnar Havn. Lætt at
leggja at hjá smærri skipum.
Men verða skipini størri
verður trongt inni á vág-
unum báðum og truplari og
truplari verður at manøvr-
era. Betri útbúnaður á skip-
unum bøtir um manøvru-
møguleikarnar, versnandi
veðurlíkindi gera teir verri.
Nær eitt skip ikki kann
koma inn á Havnina er
treyta av stødd á skipi og
útgerð umborð, veðurlíkind-
um og teimum royndum,
skiparin hevur at sigla uppá
Havnina.
Norrøna er eitt stórt skip í
mun til vágirnar í Havn. Tó
ikki størri enn so, at reiðaríi
metti,
tá
ið
simulato-
royndirnar skuldu gerast, at
Hanstholm Havn er verri
atkomulig. Men eg haldi,
sum fólk flest, at Norrøna er
í so stór at sigla uppá
Havnina skal hetta gerast í
mest sum øllum veður-
líkindum. Til at manøvrera
er Norrøna bygd við síðu-
skrúvum framman og tveim-
um skrúvum og tveimum
róðrum aftan. Hetta gevur
brúkiligar manøvrueginleik-
ar. Bæði Smyril og gamla
Norrøna eru útgjørd á sama
hátt og haðani koma allir teir
frá, ið hava avgjørt hvussu
nýggja
Norrøna
skuldi
útgerast. Tær royndir, teir
hava gjørt ígjøgnum árini,
hava viðført at teir valdu
somu loysnina til nýggju
Norrønu. Sjálvur meti eg at
síðuskrúvur aftan høvdu
hjálpt uppá manøvruevnini
og gjørt skipið tryggari at
manøvrera undir skiftandi
umstøðum. Sigast kann at
sama manøvruloysn sum á
nýggju Norrønu er vald á
komandi nýggja Smyrli.
Teir, ið vóru á brúnni
henda dagin óhappið hendi,
eru allir skipsførara lærdir.
Skiparin hevur siglt við
gomlu Norrønu síðani 1983,
verið skipari síðan 1992.
Harafturat hevur hann: 1.
verið í manøvrusimulatori
fyri at læra skipið at kenna
áðrenn tað varð sett í drift,
2. verið úti við skipinum 20.
mai 2003 og gjørt praktiskar
manøvruroyndir á opnum
havi fyri at gera seg enn
betri
kendan
við
manøvrueginleikarnar hjá
skipinum og 3. hevði tá ið
óhappi hendi royndir við at
sigla umleið 60 ferðir inn á
Havnina. Eftir hesum at
døma skuldi hann verið ein
tann besti at siglt Norrønu
inn á Havnina. Tað eru trý
viðurskifti sum benda á at
hann, tá ið óhappið hendi, er
tann við besta førleikanum
at føra skipið trygt inn á
Havnina. Hann hevur sum
tann einasti gjørt praktiskar
manøvruroyndir á opnum
havi, hann mælir beinan-
vegin nýggja Norrøna er
komin til landi frá at sigla
skipið inn á Vestaruvág,
men vil heldur bakka inn. At
hetta gevur betri manøvru-
møguleikar er nevnt í
lærubókini fyri skipsførarar
og verður brúkt av hinum
størru skipunum, ið koma á
Havnina. Í triðja lagi sæst út
frá
umstýrings-
(pitch
feedback) útskriftini at hann
ongantíð hugsar um at koyra
fram á BB skrúvu og bakk á
SB fyri at venda skipinum,
tá ið tað liggur fast uttanfyri
endan av molanum. Hetta
vildi viðført at skipið við tað
sama rak á Viðarnes. Man-
øvruroyndirnar (løb 110-
113) vísa eisini hetta: ov
nógvur vindur er, skipið
rekur á Viðarnes, simulator-
urin slær út.
Um maskinmenninar, ið
vóru í maskinrúminum
henda dagin, er at siga at
teir vístu í verki, at teir
kundu sítt kram.
Vit eru nú komin til
gongdina
henda
dagin
Norrøna fer á land. Fyrst er
at nevna at diskutiónirnar í
reiðarínum frá tá ið skipið
kemur til landið og í tíðini
framyvir enda við, at Norr-
øna siglir inn á Vestaruvág
heldur enn at bakka inn
soleiðis
sum
skiparin
heldur vildi. Eg skal ikki
gera meg til dómara yvir
hvat er rætta loysnin. Úr-
slitið av hesum telvingum
varð, at Norrøna byrjaði at
sigla inn á Vestaruvág og so
at manøvrera har frá. Ein
loysn líknandi teimum sum
Smyril brúkar og gamla
Norrøna brúkti.
Tað gongur fram ímóti
sumri, veðrið verður betri
og royndirnar fleiri, so tá ið
veturin kemur halda menn
seg hava fingið tamarhald á
hvussu berast skal at. Tó so,
neyvt skal manøvrerast, 3.
okt. 2003 ber Norrøna við
molan.
15. januar 2004 kemur
Norrøna móti Havnini í
ivaveðri. Alt bendir á at teir
á brúnni vóru árvaknir. Teir
vóru væl greiðir yvir at
berast skal rætt at og at
metast skal rætt. Tað er í
frágreiðingini einki, sum
sýnir at sløs er uppií. Út frá
veðurfráboðanini frá landi
og teirra vindmátara metir
skiparin út frá sínum roynd-
um at siglast kann inn.
Komin inn ímóti molanum
kemur eitt æl (í einum æli
økist vindferðin og ættin
skiftir umleið 10 gradir við
urinum) og knappliga drívur
skipið meiri av enn roknað
varð við. Skiparin roynir at
rætta uppá hetta við at trýsta
skipið upp ímóti vindinum
ímóti molanum. Stýriborð
skrúvu
fram,
bakborð
skrúvu aftur og fulla kraft á
síðuskrúvurnar. Eg eri ikki
kendur við at manøvrera, so
eg kann ikki lesa pitch
feedback
kurvarnar
so
neyvt, men eg má siga, at eg
dugi ikki at síggja nakað
tilvildarligt í teimum. Ser-
liga dugi eg ikki at siga
hvussu nógv ein skal koyra
á SB skúvu og BB skrúvu
fyri at trýsta skipið. Skipar-
in kennir skipið og veit hvat
hann skal gera. Eitt er greitt
hann roynir ikki at trýsta
forendan á skipinum upp
ímóti vindinum við at koyra
á BB skrúvu og bakka við
SB skrúvu. Hetta vildi
viðført at afturendin á
skipinum dreiv inn ímóti
Viðarnesi. Teir hava rent seg
fastar. Skipið kann ikki
manøvrerast. Ytru kreftirnar
(t.e. vindurin) eru ov stórar í
mun til tær kreftir skipið
hevur at arbeiða ímóti við
og skipið drívur spakuliga á
land.
Tí haldi eg, at manglandi
neyvur
kennskapur
til
hvussu nógvan vind skipið
tolir samanborið við at
vindtrýstið økist við vind-
ferðini í øðrum potensi er
tað sum ger at skipið kemur
í hesa støðuna. Skiparin
kundi havt hugt betur so
hann var varur við ælið ella
kundi hann tað, tað vita vit
ikki. Í hvussu so er so vísa
royndirnar í simulatorinum
(løb 101 og 102) at við hesi
vindferðini er ringt at koma
inn á Havnina sjálvt um
man bara skal leggja at
molanum. Løb 101 vísur at
man kemur at, í løb 102
verður skipið liggjandi úti
frá kaiini. Tað má metast
sum hann ikki fær skipið at.
Eingin roynd verður gjørd
at leggja skipið at ferju-
leguni. Simulatorroyndir-
nar vísa klárt at skipið er
ringt at manøvrera í vind-
ferð upp til 23 m/s. Og tað
bendir sostatt á at skiparin
tekur sína avgerð um at
sigla inn út frá at Havnin
boðar 10 - 17 m/s.
Aftaná at skipið hevur
borið við verður roynt at
fáa skipið leyst aftur. Hetta
er
vanlig
mannagongd
ímillum føroyingar í Føroy-
um. Í lærubókini fyri skips-
førarar verður nevnt, at
man skal leggja skipið stilt
aftaná at hava rent á land og
so peila tangar og kanna
hvussu langt skipið hevur
siglt upp á land. Hetta er
galdandi fyri donsk viður-
skifti (útgrunt, sandbotnur).
Bókin nevnir eisini at atlit
skal takast fyri veður-
líkindum og umstøðunum
annars. Í hesum føri valdi
skiparin at fáa skipið leyst
aftur. Hugsar ein meir um
vandan sum kann standast
av at Norrøna ber við land
undir manøvru, so er eyð-
sæð at neyvan verður nakar
vandi fyri ferðafólk og
manning.
Skipið
sjálvt
kann fáa eitt sindur av
skaða. Men soleiðis hugsa
skiparar ikki. Teir vilja fyri
alt í verðini ikki sigla á
land. Sjálvur havi eg mest
óttast fyri at skrúvurnar
fóru at bera við Tinganes
undir manøvru inn í ferju-
leguna við tí úrslitið at
skipið noyddist úr drift í eitt
longri tíðarskeið.
Í uppgerðini í frágreiðing-
ini yvir skaðar á skipið
verður ikki nevnt at skaði
kemur á BB skrúvu ímeðan
skipið stendur fast. Hetta
saman við nógva vindinum
kann vera orsøkin til at
skipið ber við molan á veg
út.
Tá ið leki kemur á í
maskinrúminum, bera teir
skjótt at fáa lensipump-
urnar í gongd sjálvt um
vacum ikki kann súgvast á
tær og harafturat fáa teir
sett neyðlensingina til við
at kava undir sjógv fyri at
koyra ventilarnar frá. Teir
fara eisini skjótt í gongd
við at pumpa ballast yvir í
SB. Teir arbeiða ikki undir
vanligum umstøðum, men
undir
stórum
trýsti.
Samskiftið við brúnna kann
vera merkt av tí og av hesi
orsøk velur skiparin at sigla
inn aftur á Havnina, tá hug-
urin at halda til havs má
metast at hava verið størri.
Skiparin vísir stórt álit á
maskinmonnunum og hví
skal hann ikki tað, tá ið vit
hugsa um hvussu raskir og
skilagóðir teir eru í teirra
arbeiði. Teirra orð ger man
ikki bara til einki.
Hetta má vera nokk til at
eg kann koma við teimum
tilráðingum sum eg meti
eiga at koma eftir hesa
hending.
1. Tá ætlanin við einum
størri skipi er, at tað sjálvt
skal leggja at í mest sum
øllum veðri má dokumenta-
tión finnast sum sigur at
manøvrueginleikarnir eru í
lagi. Best hevði verið um
hetta var eitt klassakrav.
Nakað líkt teimum ísklass-
um, skip verða bygd til.
2. VDR má verða nóg betri
tryggjaður. Hann má líkjast
meira svarta kassanum um-
borð á flogførum. Orsøkin
til at VDR ikki verður tikin í
álvara er at eingin umborð
skal brúka data í honum til
nakað sum helst. Tað er bert
aftaná ein tilburð at brúk er
fyri honum. Hann verður tí
altíð niðurprioriteraður, tá ið
nógv er at gera.
Nógvar aðrar ábøtur kunnu
gerast eitt nú tilráðingarnar
í frágreiðingini, tó ivist eg í
hvussu gott tað er at blanda
havnamyndugleikarnar inn
hetta málið, t.e. tilráðing nr.
9. Samskifti skal vera
ímillum partarnar, men
skip er eitt og havn er eitt.
Eg má siga at aftan at
hava lisið frágreiðingina
sovi eg líka gott umborð á
Norønnu, sum eg havi
gjørt. Tað er einki við ar-
beiðinum hjá teimum um-
borð og við skipinum, sum
fær meg at óttast.
Fróðskaparsetur
Føroya
30. november 2004
3 greinir eru í ársfrá-
greiðingini hjá Fróðskapar-
setrinum. Eins og undan-
farnu árini, hevur eitt
vísindafólk skrivað grein
umboðandi sína deild
Elin Súsanna Jacobsen,
lektari á Søgu- og sam-
felagsdeildini hevur skrivað
grein um, hvussu tey sinn-
issjúku blivu tald í 1847.
Bók hennara "Slóðir í
heilsuverkssøguni" kemur
út í komandi mánaði.
Magnus Danielsen, pro-
fessari á Náttúruvísinda-
deildini,
spyr
"Standa
gransking, menning og
hægri útbúgving í nóg
dyggum metum í Før-
oyum?" Tað ikki alt ov
jaliga svarið fæst við at lesa
ársfrágreiðingina.
Anfinnur Johansen, lekt-
ari á Føroyamálsdeildini,
skrivar grein um navnasið
og navnahagtøl í Føroyum.
Hann hevur samanborið
hagtølini fyri navnagávu í
tíðarskeiðinum
1851-55
við tíðarskeiðið 1951-55.
Har sæst, at summi nøvn
broytast, men at eisini fleiri
ganga aftur hóast 100 ár eru
millum tíðarskeiðini.
Hetta er seinasta ársfrá-
greiðingin, sum fráfarandi
rektarin, Malan Marners-
dóttir hevur ábyrgdina av. Í
innganginum fegnast hon
um, at hølisviðurskiftini
seinasta ár fingu ein bata,
tá ið Fróðskaparsetrið fekk
tvey undirvísingarhøli á
Sjómansskúlanum. Eisini
fegnast hon um, at tveir
Ph.D
studentar
vardu
ritgerðir sínar seinasta ár,
harafturat vardi ein av
adjungeraðu
lektarunum
doktararitgerð í Svøríki.
Umframt tað eru stubbar
um ymisk tiltøk og hend-
ingar, sum hava verið á
Fróðskaparsetrinum sein-
asta árið. Eisini fæst yvirlit
yvir avrikið hjá vísinda-
fólkunum á Setrinum. Út-
gávulisti er savnaðar aftast
í frágreiðingini
1. desember verður rekt-
araskifti á Fróðskaparsetr-
inum. Malan Marnersdóttir
stillaði ikki uppaftur til
rektaraval, sum var 2. nov-
ember 2004. Jóan Pauli
Joensen tekur 1. desember
við
sum
rektari
á
Fróðskaparsetrinum. Hann
sat eisini sum rektari frá
1990 til 1998.
Ársfrágreiðing 2003