leygardagur 4. desember 2004síða 14
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 233 - 4. desember 2004
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundir
føðingardagar, brúðleypsdagar, starvssetanir og -dagar.
Føðingar
6. oktober fekk Beinir, sum er 3 ár, hendan fitta lítla-
beiggjan. Hann var 53 cm og vigaði 3800 g. Foreldur
eru Gisleyg & Jóannes, og vit búgva í Vanløse.
28. november varð hendan vakra, lítla diddan borin í
heim á Hvidovre Sjúkrahúsi. Hon vigaði 3404 gram
og var 53 cm long. Hon eitur Laura og foreldur henn-
ara eru Eyðstein úr Miðvági og Eyðbjørg Leo Simon-
sen úr Havn.
19. november 2004 fingu Charlotte og Magnus
Mikkelsen, búsett í Århus, ein son
20. november fingu Armgarð og Ansgar Sørensen,
Tvøroyri, eina dóttur. Hon var 55 cm. long og vigaði
4130 gr.
22. november fingu Maria og Hjaltur Poulsen, Klaks-
vík, eina dóttur. Hon var 55 cm. long og vigaði 4500
gr.
24. november fingu Marjun Hansen og Høgni S.
Justesen, Kaldbak, eina dóttur. Hon var 54 cm long og
vigaði 3600 gr.
26. november fingu Zia og Hanus á Krákusteini,
Tórshavn, ein son. Hann var 53 cm langur og vigaði
3750 gr.
26. november fingu Anni Mia og Christian Djurhuus,
Klaksvík, eina dóttur. Hon var 55 cm long og vigaði
3660 gr.
27. november fingu Rini og Sámal Sivertsen,
Tórshavn, ein son. Hann var 54 cm. langur og vigaði
3850 gr.
28. november fingu Majbritt og Birgir Christiansen,
Haldórsvík, eina dóttur. Hon var 56 cm long og vigaði
4150 gr.
29. november fingu Valborg Simonsen og Oystein
Sørensen, Keypmannahavn ein son. Hann vigaði
3900 gr og var 58 cm langur.
30. november fingu Turið og Hans David Durhuus,
Vestmanna, eina dóttur. Hon var 55 cm long og vigaði
4025 gr.
30. november fiingu Randarsól Mohr og Jan
Simonsen, Tórshavn, ein son. Hann var 58 cm langur
og vigaði 4950 gr.
Í dag halda Hansa og
Benjamin Joensen í Klaks-
vík teirra gullbrúdleyps-
dag.
Hansa er dóttur Rikku og
Victor Danielsen, trúboð-
ara í Fuglafirði.
Benjamin
(Benni)
er
sonur Malvinu og Jákup
Joensen, bónda í Gerðum í
Klaksvík.
Tey eiga fýra børn, Rúnu,
Gudny, Victoriu og sonin
Jákup.
At skriva nøkur orð, um
hesi bæði sermerktu hjún,
er ikki so lætt.
At lýsa Hansu við orðum
á pappíri ber, fyri meg,
slættis ikki til, hon má
upplivast.
So, støkk inn á gólvið.
Verð saman við henni. Gev
tær tol, og tú finnur eina
gløgga kvinnu við stórari
vitan.
Hon trúttar og trýstir
einki oman yvir teg. Henni
nýtist ikki at veipa við
ørmunum, fyri at staðfesta
tað, hon vil bera fram, sum
veruleika.
Hon
hevur
prógvini.
Fá hana at breiða nakað
av tí, hon úr hondum sínum
og programeraðu bindi- og
seymimaskinun sínum hev-
ur virkað, út á borðið, og tú
undrast.
Og fyri ikka at tala um, tá
hon sigur ger so væl, tað er
borðreitt. At matgera er hon
framúrskarandi.
Aftaná, at børnini vóru
blivin vaksin, fór hon at
nema sær kunnleika í rokn-
skapi og bókhaldi. Fekk
fult stigatal í bókhaldi og
góðan karakter í roknskapi.
Hon hevði bert sín barna-
skúla lærdóm at dúva uppá.
Tað sigur ikki so lítið.
Nøkur ár arbeiddi hon á
roknskaparvirkið. Frá ung-
um av var hetta dreymur
hennara, og henni untist at
arbeiða við hesum nøkur ár,
og dámdi tað sera væl og
var nógv avhildin.
Spyr hana um ætt sína.
Fær í Bíbliuna við henni,
sum var umsett til føroyskt
í barnaheimi hennara. Spyr
hana um ymisku familjur-
nar í Klaksvík, tær eldru í
hvussu er og nógvar av
teim ungu við.
Spyr hana um alt. Hon
fylgir ómetaliga væl við.
Sum kona ein mann, ið
alt sítt langa lív hevur verið
sjómaður og er tað fyri so
vítt enn, hevur tað ikki altíð
verið lætt. Men sterka álit á
tann Harra, hon frá barni av
setti sítt álit á, hevur verið
ein barlast sum hevur borið
uppi í ringum, eins væl í
góðum døgum.
Benna má onkur søgu-
skrivari taka sær av.
Ein av skipsmonnum
hansara segði við meg:
"Benni er ikki hvør sum
helst. Eg veit ikki, hvat eg
skal siga um hann, hann er
nakað heilt sjáldsamt.
Tað er ein myndugleiki
yvir honum, sum setur ein í
respekt og allíkavæl í ar-
beiðinum sum javnlíka.
Sum skipari er hann av-
gjørdur um, at tað hann
hevur í ætlan er tað rætta,
men skuldi tað víst seg, at
hann kanska tók feil, er
hann ikki bangin fyri at
viðganga tað. Ikki bangin
fyri at taka hond í, um hann
kom niður á dekkið. Ein
stórur maður í mínum eyg-
um".
Eini 44 ár hevur hann
verið í tænastu hjá P/f.
J.F.Kjølbro. Meginpartin
sum skipari. Hevur verið
skipari á nógvum av teirra
trolarum. Var stjóri á
„Kósaskip" hjá P/f. J.F.
Kjølbro.
Ein av álitismonnunum
hjá Kjølbro segði fyri mær,
at Benni var sera góður at
samarbeiða við. Bæði táið
farast skuldi og tá landað
varð. Hann goymdi einki
undir ermuni, sum ikki
toldi dagsins ljós.
Umframt mangt annað,
Benni hevur fingist við,
hevur hann eisini verið í
tænastu hjá Olaf Nielsen,
reiðara. Verið skipari á trol-
arunum " Saida" sum var
"Nónhamar" og "Naumov"
sum var "Skálaberg" við
russiskari og føroyskari
manning. Vit høvdu eitt
sera gott samarbeiði í fýra
ár, sigur Olaf.
Benni kom væl útav tí
við russararnar og hevur
vinir millum teirra, og
onkur teirra hevur verið á
vitjan. Hann lærdi onkran
av teimum at syngja før-
oyskar sálmar.
Tá Olaf segði russarnum
frá, hvør bleiv skipari og
aldurin á honum, hildu teir
hann vera púra øran at
senda ein "olding" yvir til
teirra sum skipara. - - Eg
bað teir bíða eftir úrslitin-
um, og teir vóru ikki svikn-
ir, sigur Olaf.
Andaligu støðu Bennasa
er øllum kunnugt, og tað
sum nakað serligt, tá á døg-
um. Hann var bert 9 ár tá
hann fór til ein av teimum
elstu í Betesda og ynksti at
verða doyptur. Hetta var
óvanligt tá á døgum at so
ung vóru doypt. Aftaná
skilagott at hava greitt sína
støðu sambært skriftina fyri
teimum, var eingin ivi hjá
teim elstu, Benni skuldi
verða doyptur.
Hann hevur ikki verið
maður við mongum orðum
á pallinum, har hann sjáld-
an hevur staðið. Men skila-
gott, við fáum orðum, hev-
ur hann vitnað og havt eina
áminning til samkomuna.
Umborð
á
skipunum
hevur eingin ivi stungið seg
upp um, hvør andaliga
støða hansara er. Hann
hevur eisini lagað tað so, at
møtir hava verið hildin
umborð
Benni og Hansa! Hjarta-
liga til lukku, og havið ein
góðan dag saman við
familjuni, samverkafólki
og vinum.
Hansa og Benni gullbrúdleyp
Ann Mohr, klinikkgenta, hevði 3.
desember 25-ára starvsdag hjá
Tannlæknastovuni í Fuglafirði.
Hini starvsfólkini vilja á henda
hátt senda henni eina heilsu og
ynskja henni tillukku við degnum.
Samstundis vilja vit takka henni
fyri fyrimyndarliga gott samstarv
øll hesi árini.
Ann er gift við Pól Jákup Mohr,
sum arbeiðir á deildini hjá Spari-
kassanum við Streymin.
Ann og Pól Jákup eiga tveir synir;
Petur, sum er 15 ár og Pól, sum er
10 ár.
Teir tríggir fáa eisini eina heilsu
frá okkum – og tillukku við mamm-
uni!
Brynhild Maria,
Marjun og Steintór
25 ára starvsdagur