Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-12-04, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 4. desember 2004síða 15

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Tað kom mær ógvuliga dátt við, tá ið eg hoyrdi, at Marit var farin frá hesum foldarheimið. Væl visti eg at hon var sjúk, men tað verður tó ikki altíð hugsa um, at deyðin kann vera so skjótur á gátt hjá einum og hvørjum av okkum. Eg kom at kenna Marit, ja heilt frá ung- dómsdøgum av á Tvør- oyri, og seinni tá vit báð- ar fluttu norð um fjørð at búgva, tá komu vit oft- ani saman bæði til gam- an og álvara. Og ikki at gloyma allar tær hugnaligu uttanlanda ferðirnar, hvar vit kundu nýta tað góða veðrið og vera saman við glaðum og góðum fólkum. Men nú til seinast møtti tú ikki so oftani við, vegna ta ringu heilsuna. Eg komi ongantíð at gloyma, hvussu trúgv tú var at vitja meg, tá ið eg lá á hvíldarheiminum. Nú er Marit farin heim til Jesus, har hon bíðar eftir sínum kæru. Eg sigla man yvir lívsins hav, meg ber hin skiftandi bylgja, Mín Harri Jesus, hann kós mær gav, og hesi kós vil eg fylgja. Eg stevni fram at teim ljósu londum, við lívsins træi á føgrum strondum, har altíð sól og summar er. Friður verið yvir minni hennara. Justa Nr. 233 - 4. desember 2004 15 90 ára føðingardagur Hans Jacob Johannesen, skipari í Havn, fyllir 90 ár týsdagin 7. desember. Dagurin verður hildin saman við børnunum. Johan Restorff 65 ár Mánadagin 6. desember fyllir Jóhan Restorff í Havn 65 ár. Í hesum sambandi eru fólk vælkomin á Par- nassið á Hotel Hafnia millum kl. 9–12 at hitta Jóhan og fáa sær ein drekkamunn. Gullbrúdleyp Í dag, 4. desember hava hjúnini Hansa og Benjamin (Benni) Joensen í Klaksvík gullbrúdleyp. Dagurin verður hildin í Skálanum frá kl. 16.00. Øll eru hjartaliga vælkomin. Brúdleyp Í dag, 4. desember kl. 10.00 giftast í býráðssalinum í Havn Randi Fjallsá, Tórshavn og Andras Nolsøe, Trongisvágur. Brúdleypsveitslan verður í Pálsstovu kl. 13.00. Øll eru hjartaliga vælkomin. Prógv Niels Uni Dam hevur fingið kandidatprógv í sam- skifti við Roskilde Universitetscenter. Kunngjørt verður fyri slekt, vinum og kenningum, at kæri beiggi okkara Daniel Johann Poul Sigurd Joensen, skipsførari, ættaður frá Gjógv búsitandi í Nordby á Fanø andaðist mikudagin 1. desember 73 ára gamal. Jarðarferðin verður týsdagin 7. desember kl. 13.00 úr Nordby kirkju. Familjunnar vegna Poul Johannes og Hans Jacob Joensen Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum, at kæra mamma, vermóðir, omma, langomma og olduromma okkara. Mia Fagranes Runavík andaðist á Runavíkar Røktar og Ellisheimi týsdagin 30. november, 93 ára gomul. Jarðarferðin verður úr Glyvra kirkju leygardagin kl. 13.00. Familjunnar vegna Erling, Jenny og Tordis NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundir føðingardagar, brúðleypsdagar, starvssetanir og -dagar. Dagurin 4. desember. Barbara, deyð umleið ár 300. Halgi- søgan sigur, at tann vakra gentan varð vorðin kristin, og heidni faðir hennara stongdi hana inni í einum torni. Hon vildi ikki ganga frá trúnni, og at enda læt faðirin sjálvur hana hálshøgga. Navnið er grikst og merkir fremmand. 5. desember. Sabina. Nógvar halgikvinnur bera hetta navn, men eingin tykist at hava samband við henda dag. Hildið verður tí, at talan er um tann halga mannin Sankta Sabas, ið er kendur kleysturbyggjari í Palestina. Hann doyði umleið ár 532. 6. desember. Nikolaus, deyður umleið ár 350. Hann var biskupur í Myra, sum er í Lítlaasiu. Hann varð tikin av døgum sum pínsluváttur, men við grøv hansara í Myra hendu so mong undurverkini, at hann skjótt varð roknaður sum halgimenni. Niklasar- ella niklasmessa hevur verið hildin í Føroyum. Og ein gomul føroysk vísa er um Niklas, har niðurlagið er: Hjálpi mær Guð og ríki harrin, Sankta Niklas. Í Hálandi varð hann róptur Sinte Klaas, og haðani kom dyrkanin til Amerika, har hann varð Santa Claus, sum gevur børnunum gávur á jólum og er tann sami, sum nú á døgum verður róptur jólamaðurin. Navnið er upprunalga grikst, sett saman av orðunum nike ið merkir sigur og laos, ið merkir fólk. A.C. Evensen varð føddur hendan dagin í 1874. Nøkur minningarorð um Marit Persson Regin Vágadal er settur sum nýggjur leiðari á Rakstrardeildini hjá Strandfaraskipum Land- sins. Regin hevur verið fyri- bils settur rakstarleiðari í hálvtannað ár. Regin Vágadal er 34 ára gamal og útbúgvin skips- førari og hevur merkonom- útbúgving innan fyrisiting. Regin Vágadal, Tórshavn: Leiðari á Rakstrardeildini hjá Strandferðsluni Andlát 24. november Olivar Danielsen á Velbastað, vanliga nevndur Gode, 82 ár. 26. november Alma Samsonsen, fødd Midjord, ættað úr Fuglafirði, búsitandi í Keypmannahavn, 70 ár. Jacoba Nielsen í Sandavági, ættað úr Rituvík, 92 ár. 27. november Karl Heinrich Soll, vanliga nevndur Kalle, í Sørvági, 53 ár. Hermann Joensen, ættaður úr Hósvík, 81 ár. Niels Peter Madsen, Keypmannah., sonur Magnus Madsen, Havn, 49 ár 28. november Anna Jensen, Hellurnar, 95 ár. Edgard Højgaard, av Toftum, 70 ár. Sólarn Solmunde í Syrðugøtu, 78 ár. 29. november Laurina Hansen, vanliga nevnd Ninna, ættað úr Kolla- firði, 75 ár. Dávur Gudmundsson Isfeldt, Tórshavn, 44 ár . Sevilda Joenen, fødd Jacobsen, 75 ár. Birgir Nónsgjógv, ættaður frá Gjógv, búsitandi innan Glyvur, 51 ár. 30. november Mia Fagranes, Runavík, 93 ár.