leygardagur 4. desember 2004síða 16
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 233 - 4. desember 2004
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundir
føðingardagar, brúðleypsdagar, starvssetanir og -dagar.
Mikudagin 1. de-
sember 2004 var mót-
tøka hjá Føroya Tele í
Hoyvík í samband við
at Jóannes L. Ziska
(Jóa) kundi hátíðar-
halda sín 50 ára
starvsdag á stovn-
inum
MÓTTØKA
Myndir: Jens Kristian Vang
Móttøkan byrjaði við, at
Djóni Dalsgarð frá starvs-
fólkadeildini beyð øllum at
vera vælkomin. Síðan helt
stjórin á Føroya Tele,
Andras Róin, talu og hand-
aði Jóa "Fortjenstmedaljen
i sølv" frá HM dronning
Margrethe II.
Eisini fyrrverandi stjórin,
Sólbjørn Jacobsen, helt talu
fyri Jóa og mintist aftur á
gamlar dagar. Síðan helt
Jóa sjálvur talu. Hann segði
m.a. at hann fyri nøkrum
árum síðani gjørdist sjúkur,
og hann er sera takksamur
fyri, at hann kundi varð-
veita sítt starv og takkaði
bæði fyrrverandi og núver-
andi stjóranum fyri tað.
Andras Róin segði m.a. í
talu síni at Jóa mestsum
alla tíðuna arbeiddi sum
feilrættari, bæði av appa-
ratum og av linjufeilum.
Viðvíkjandi
linjufeilum
hava óiva fleiri strævnir
túrar verið millum bygdir,
men vónandi eisini góðir
túrar.
Seinni passaði Jóa feil-
rættarakontórið, har hann tók
ímóti
feilmeldingum
og
deildi arbeiðsuppgávurnar út.
Fyri nøkrum árum síðani
bleiv avgjørt, at Føroya Tele
skuldi hava eitt Tele- ella
fjarskiftissavn. Hetta var
m.a. gjørt við at savna,
merkja og skriva stutt um
lutirnir.
Heitt var á Jóa um at taka
hesa uppgávuna á seg, at
savna og umvæla, tí hann er
ein av teimum fáu, ið eftir
eru, sum kenna til hesi tól.
Tað hevur hepnast sera
væl. Tær prýðuligu lutirnar
sum m.a. nú eru her í
Klingruni eru upp til 100
ára gamlir. Sagt verður, at
hóast húsið er stórt og flott,
so fekk tað ikki sál, fyrr
enn gomlu lutirnir komu til
sín rætt í húsinum.
Umleið 200 fólk vóru til
móttøkuna og Jóa fekk
nógvar gávur og heilsanir.
Umframt starvsfólkini hjá
Føroya Tele vóru eisini
fyrrverandi starvsfelagar,
vinir og familja.
Jóa var bert 14 ára gamal,
tá hann fekk lærupláss á
Telefonverkinum í 1954 og
nú er hann tann seinasti,
sum er eftir av teimum
gomlu á stovninum.
"Eg havi havt eitt arbeiði,
sum hevur givið mær
møguleika at vera saman
við góðum starvsfelagum
og samstundis at vera
heima hjá familjuni hvønn
dag. Tað eri eg takksamur
fyri, segði Jóa í samrøðu
við blaðið "Tráðurin".
Jóa Ziska, Tórshavn:
50 ára starvsdag og medalju frá drotningini
Mikudagin 1. desember 2004 var móttøka fyri Jóa Ziska hjá Føroya Tele í Hoyvík. Hann hevur
arbeitt á stovninum, síðan hann var 14 ára gamal og fekk "Fortjenstmedaljen i sølv" frá
drotningini fyri trúgva tænastu
Dótturin, Birna, hjálpir pápanum við medaljuni, meðan
Andras Róin hyggur at
Stjórin á Føroya Tele, Andras Róin, ynskir Jóa tillukku við 50
ára starvsdegnum
Fyrrverandi stjórin á Føroya Tele, Sólbjørn Jacobsen, var við
til móttøkuna og helt talu fyri Jóa
F.v. Jóa, dótturin, Birna og ein abbadóttir, Randi (kona Jóa), og Tróndur Djurhuus
Starvsfelagarnir Aksel Haraldsen og Jónhild Rasmussen heilsa upp á Jóa