Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-12-04, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 4. desember 2004síða 17

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 233 - 4. desember 2004 17 Eins og í fjør skipar Frelsunarherurin fyri Jólagrýtu í SMS. Jólagrýta er eitt tiltak fyri at savna pening inn til heimleys, gomul, sjúk ,og tey sum eru illa fyri í samfelagnum HJÁLPARARBEIÐI Magnus Gunnarsson Slagorðið hja Frelsunar- herinum er "Umsorgan fyri alt menniskja" Tiltakið við Jólagrýtu er 110 ár gamalt. Tað byrjaði í San Francisco í 1894, tá leiðarararnir hjá Frelsunar- herinum har, Ruth og Joe McFee, sóu stóru neyðina í býnum, fólk vóru arbeiðs- leys, heimleys, svong, eins- lig og sjúk. Øll ynsktu sær arbeiði, men einki arbeiði var at fáa. Fólk búu á gøtunum, í køssum og skúrum, og alkohol var einasta troystin í allari neyðini. Tey skipaðu fyri eini innsavning og settu eina stóra grýtu upp við ferju- terminalin, har nógv fólk ferðaðust til og frá býnum. Tá jólini komu kunda tey borðreiða fyri 1400 fólk- um. Soleiðis byrjaði tiltakið við jólagrýtu, sum hevur breitt seg til størsta partin av heiminum. Í Norra hevur tiltakið verið roynt í meira enn 100 ár. Í fjør komu 70.000 krón- ur inn við tiltakinum í SMS. Peningurin fór til Herbergið hjá Frelsunar- herinum og til gomul sjúk, og tey sum eru illa fyri í samfelagnum. Sámal Jákup Joensen og Njál Djurhuus frá Frelsun- arherinum, siga, at enda- málið við innsavningini er at hjálpa teimum, sum ikki hava tað gott. Royndir í Noreg vísa, at tey flestu andlátini millum rúsmisnýtarar koma av feil- og undirernering. Tí leggur Herbergið stóran dent á at kunna borðreiða við døg- urðum og øðrum góðum mati til tey, sum raðfesta rúsevni fram um mat. Higartil í ár hevur Herberg- ið borðreitt við 2046 døg- urðum til 52 persónar. Frelsunarherurin takkar øllum sum vilja stuðla innsavningini, og øllum sum koma til Herbergið við mati. Sangkappingin Stjørna í eitt kvøld skal haldast í Århus, tí nevndin í Dan- marks Radio vil hava fleiri sendingar fram- leiddar úti um landið TÓNLEIKUR Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Seinasta útgávan av sang- kappingini Stjørna í eitt kvøld skal sendast bein- leiðis úr Århus. Hetta hevur nevndin í Danmarks Radio gjørt greitt. Orsøkin er, at DR vil hava størri framleiðslu úti um landið, skrivar danska blaðið BT, men nevndin í DR vil ikki váttað, at sam- anhangur er millum teirra ynskja um størri fram- leiðslu úti um landið, og at Stjørna í eitt kvøld verður flutt úr høvuðsstaðnum og til Århus. – Tað hevur leingi verið eitt ynski um at gera onkrar stórar sendingar uttanfyri høvuðsstaðin, og studio í Århus er tað størsta av sínum slagi, og tí kunnu vit fáa nógvar áskoðarar inn har, sigur Søren Terkelsen, undirhaldsstjóri í DR, við BT. Guðrun roynir seg Seinasta kappingin við Stjørnum í eitt kvøld verður millum luttakarar, sum hava gjørt vart við seg í undanfarnum kappingum. Ein teirra er Guðrun Sólja Jacobsen, sum vann eina av kappingunum. Hin vinnarin við føroyskum ættarbondum, Gunnar Mikkelsen, verður ikki við í kappingini. Øll tey átta innleiðandi umførini verða hildin í Århus, og finalan verður eftir øllum at døma hildin onkra aðrastaðni í Jyllandi. DR vil ikki siga nakað um, hvussu nógv tað kostar at flyta kappingina úr Keypmannahavn og til Århus, men DR váttar, at tað verður nakað dýrari at halda kappingina í Jyllandi. Guðrun og tey mugu flyta til Århus Njál Djurhuus og Sámal Jákup Joensen frá Frelsunarherinum við Jólagrýtuni, sum kemur at vera í SMS fram til jólaaftan Mynd: Jens Kristian Vang Fyrstu ferð Frelsunarherurin í Føroyum royndi tiltakið við jólagrýtu var í 1928 uttan fyri Gamla Apotek á Vaglinum, tá stóð Jana Jacobsen, sum ung genta, grýtuvakt. Hon ansaði eftir grýtuni og pengunum sum komu inn. Myndin er tikin á Ellisheiminum í Havn fyrr í ár, stutt áðrenn hon andaðist yvir 90 ára gomul Mynd: Inger Hansen Frelsunarherurin: Jólagrýta til heimleys og neyðstødd