Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-05-13, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 13. mai 2019síða 18

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 13. mai 2019 · Nr. 54 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Jóannes Hansen Tá ið tey stóru dystast ímóti hinum, so vinna tey stóru. Tað siga tølini. Næstsíðsta viku­ skifti vann B36 3-0 á ÍF, HB vann 3-0 á EB/Streymi, KÍ vann 4-0 á AB, og NSÍ vann 3-0 á TB. Í gjár gekk tað á sama hátt. B36 vann 1-0 ímóti TB, HB vann 2-0 ímóti ÍF, og NSÍ vann 5-1 ímóti AB. Í kvøld fær Víkingur vitjan av EB/Streymi. Tað skal heilt nógv venda øðrvísi, enn tað higar­til hevur gjørt, um Vík­ ing­ur ikki fer at standa eftir við øllum stigunum. Skála fær vitjan av KÍ, og tað er opin uppgerð, tí skálamenn hava fyrr í ár víst, at teir ætla at bjóða teimum stóru av. Skála hevur vunnið ímóti NSÍ (2-0) og HB (2-0), og Skála hevur tapt ímóti B36 (1-0) og Vík­ingi (3-2). Tølini siga, at tað ofta er tor­ ført hjá klaksvíkingum, tá ið teir vitja á Skála. Í fjør endaði fyrri dysturin málleysur, með­ an Skála vann tann seinna 1-0. Í fyrraárið var Skála á sigurskós á heimavølli ímóti KÍ, inntil tað restaðu tveir minuttir av van­ ligu leiktíðini. So skoraði Ísak Simon­sen tvey mál, og KÍ vann 2-1. Í átta teimum fyrstu um­ før­unum eru klaksvíkingar ongan­tíð farnir av vøllinum uttan úrtøku. Teir hava vunnið seks ferðir og tvær ferðir spælt javnt, og javnvágin á liðinum og hugflogið í spælinum hevur higar­til verið betri og meiri sann­førandi, enn tað leingi hevur verið. Jesper Brinck og Simen Sand­ mæl eru ein­astu spæl­ ar­ar­nir, sum hava verið á vølli­num allar 720 minutt­ir­nar, og hesir báðir nýggju spæl­ ar­arnir hava víst seg at vera fram­úr íkast. Boris Dosl­jak er tann, sum hevur spælt triði­ flest minuttir, og hann er av álvara vaksin við upp­gávuni. Samstundis hava Jóannes Bjartalíð, Jákup B. Andreasen og Jóannes K. Danielsen, sum eru ávikavíst 22, 20 og 21 ára gaml­ir, av álvara tikið við ábyrgd, og Kristian Joensen er mill­um teir bestu málverjarnar. Deni Pavlovic hevur funnið stev­ið eftir skaðasteðg, og liðið sum heild hevur lyft seg. Tað eru bara fimm mál farin ígjøgnum hjá KÍ. Næstfæst mál eru farin ígjøgnum hjá Skála. Karstin Hansen hevur ver­ið seks ferðir í netinum eft­ ir bóltinum. Jákup Jakobsen og Fróði Benjaminsen eru eins stinn greipa í miðverjuni, sum Deni Pavlovic og Jesper Borck eru hjá KÍ, og Skálaliðið hevur sum heild víst seg at vera í góð­ ari javnvág. Klaksvíkingar fara at heilsa uppá fleiri gamlar kenningar, tá ið teir í kvøld fara út á Skála. Skalavenjarin Eyðun Klak­stein spældi í nógv ár við barn­dómsfelagnum, har hann eisini var venjari hjá besta lið­ num, og tríggir spælar­ar, sum nú eru á Skála, hava um­boð­að KÍ. Teir eru Heðin Klak­stein, Niels Pauli Daniel­sen og Ronni Møller-Iversen. HB aftur á slóðini ÍF – HB 0-2 Tá ið teir í góðveðrinum í gjár fóru at hvíla seg í Fuglafirði, vísti talvan framvegis 0-0. Spurningurin var tó heldur nær enn um, at HB fór at fáa hol á. ÍF hevði Høgna Madsen og Jan Ó. Ellingsgaard í mið­ verjuni, men bara í 28 minuttir. So noyddist Høgni Madsen skaddur av vøllinum, og tað var smeitur. Tróndur Jensen var frá fyrsta bríksli á sentralum mið­ vallar­plássi hjá HB, meðan Daniel Johansen var vonverji í vinstru fyri leikbannaða Magnus Egils­son, og Sebastian Pingel var fremsti maður, meðan Ari Mohr Olsen var á beinkinum. Tað eydnaðist hvørki Sebast­ian Pingel ella Ara Mohr Ol­sen, tá ið hann varð skiftur inn, at skjóta mál. Tí syrgdu fram­rættaður síðuspælari og vong­verji fyri. HB spældi seg til fleiri stórar málmøguleikar, og miðskeiðis í seinna hálvleiki eydnaðist tað at fáa hol á, tá ið Pætur J. Peter­ sen við høvdinum setti bóltin í málið, eftir at tað við horna varð lagt innfyri. Ellivu minuttir undan leik­ loki staðfesti Daniel Johansen sig­urin við rimmar skoti av brots­teigarmarkinum. -Vit eru nøgdir við hug­burð­ in, tí vit arbeiddu nógv, men vit mugu samstundis ásanna, at tað ikki eydnaðist at fáa flót­andi fótbóltsspæl í lag, og at vit spældu ímóti liði, sum er væl betri enn okkara er, sigur ÍF liðformaðurin Jan Ó. Ellings­ gaard. -Fýra stig eftir fyrsta trið­ ingin av kappingini er ikki tað, sum vit høvdu ætlað okk­um, men vit kenna, at tað gong­ur rætta vegin, sigur ÍF lið­for­ maður­in. Síðstu løtuna var Jan Ó. Ellingsgaard í álopinum. Tað bar størri tyngd og styrki í luft­ spælinum við sær, men tað var heilt sjáldan, at vandi kendist vera frammanfyri málið hjá Teit Matras Gestsson. HB hevur vunnið tveir teir síðstu dystirnar við saman­ talda málmuninum 5-0, og FÓTBÓLTUR Klæmint A. Olsen skoraði trý mál, og nú er málmetið 169 HB LÍKIST ALT MEIRI SÆR SJÁLVUM