mánadagur 13. mai 2019síða 17
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 13. mai 2019 · Nr. 54
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
FÓTBÓLTUR
Jóannes Hansen
Punktum er sett fyri fyrsta
triðingin av kappingini í næst
bestu deildini. Nú hava øll liðini
spælt einaferð ímóti hvørjum
øðrum, og fríggjadagin, sum
er dýri biðidagur, verður
farið undir annað umfar. Tá
hittast tey, sum dystaðust í
fjórða umfari.
Støðutalvan sigur, at tað
bara er 07 Vestur, sum hevur
møguleika at flyta upp. Við 3-2
sigri á heimavølli ímóti teim
um næstbestu hjá HB vann
07 Vestur leygardagin odda
sessin. 07 Vestur er eitt stig
frammanfyri teir næstbestu
hjá Víkingi, hóast 07 Vestur
hevur spælt ein dyst færri. Enn
er tað ikki avgjørt, nær útsetti
dysturin ímóti B71 verður
spældur.
Støðutalvan sigur eisini, at
lið hjá fýra feløgum, sum eisini
eru umboðað í bestu deildini,
eru á plássunum aftanfyri 07
Vestur. Víkingaliðið er fram
vegis ósigrað, og so eru tað NSÍ,
KÍ og Skála.
B68 dreymurin um aftur at
verða partur av bestu deildini
letur ikki til at verða veruleiki
í ár. Tað eru tíggju stig frá B68
og fram til teir næstbestu hjá
NSÍ.
Tepur sigur í Sørvági
07 Vestur vann á heimavølli 3-2
ímóti teimum næstbestu hjá
HB, og tað leyp ógvuliga lítið
av hjá heimaliðnum.
HB var frammanfyri 1-0, inn
til tað restaðu tólv minuttir. So
gekk tað skjótt við at skjóta
mál. Einastu ferð, at heimaliðið
var frammanfyri, var í síðstu
løtu, tá ið Ken Fagerberg skor
aði sigursmálið til 3-2.
Hetta er triðja árið, at 30 ára
gamli Ken Fagerberg er í Vág
um. Í 2017 skoraði hann fimm
mál, í fjør skoraði hann trý mál,
og sigursmálið leygardagin var
tað fjórða í ár.
Javnt í Leirvík
Tá ið teir næstbestu
hjá Skála er annar parturin,
so endar tað javnt. Tølini siga,
at 2-2 í Leirvík leygardagin
var sjeynda ferðin, at Skála er
partur av javnleiki. Skála hevur
vunnið ein dyst og tapt ein,
og allir hinir eru endaðir við
javnleiki.
Víkingur legði seg framum
1-0, og heimaliðið svaraði aftur,
tá ið Skála hevði skorað tvær
ferðir. Talan var um fínan
fótbóltsdyst, og báðir partar
høvdu møguleikar at skora
fleiri mál.
Gestirnir vunnu á Toftum
Teir næstbestu hjá KÍ vunnu
2-1 á Svangaskarði. Søgan á
Svangaskarði var, at fyrrver
andi NSÍ miðverjin Jens Joen
sen nú er miðverji á næstbesta
liðnum hjá KÍ.
Fríggjadagin verður Jens
Joensen 30 ár. Hann hevur altíð
umboðað
barndómsfelagið
NSÍ. 6. apríl í ár var hann síðstu
ferð í hesum umfarinum í gulu
troyggjuni, tá ið NSÍ í 2. deild
hevði vitjan av B68, sum vann
2-1.
Síðstu árini hevur Jens búð
í Klaksvík, og nú
hevur hann gjørt av at
umboða KÍ. Hann venur ikki
so nógv, sum hann hevur gjørt
undanfarnu árini. Kortini er
eingin ivi um, at talan er um
stóran styrk fyri KÍ. Í fjør var
Jens Joensen ársins spælari í
NSÍ.
Stutt undan steðginum vísti
Aksel B. Danielsen máltevið,
sum hann hevur. Eingin vandi
tóktist vera á ferð, tí B68 mál
verjin hevði tak á bóltinum.
Men tá ið hann var óheppin
í roynd at sneiða seg leysan,
var Aksel á rætta staðnum og
trillaði bóltin í tóma málið.
Tíggju
minuttir
eftir
steðgin økti Jens Joensen um
KÍ leiðsluna, og stigini fóru til
Klaksvíkar, hóast Bárður Ó.
Jensen minkaði um munin.
Stór skrædl
B36 vann dyggan 5-1 sigur í
Gundadali ímóti EB/Streymi,
sum framvegis bíðar eftir
fyrsta sigrinum, og sum er
stórur favorittur at flyta niður.
EB/Streymur vann sær í fjør
rættin at luttaka í næstbestu
deildini.
NSÍ vann 4-0 á heimavølli
ímóti B71. Longu undan steðgi
num var støðan 3-0, og mun
urin á liðunum var so mikið
stórur, at talan væl kundi havt
verið um nógv størri sigur.
Leygardagin var enn einaferð staðfest, at tað er
heilt langt millum bestu og næstbestu deildina
1. deild menn:
1. deild menn støðan
LIÐ
DS
VD
JD
TD
MF
MÍ
MM
(%)
ST.
1
07 Vestur
8
7
1
0
19
7
+12
22
2
Víkingur II
9
6
3
0
24
9
+15
21
3
NSÍ II
9
6
1
2
21
11
+10
19
4
KÍ II
9
5
1
3
25
16
+9
16
5
Skála II
9
1
7
1
13
11
+2
10
6
B68
9
2
3
4
16
20
-4
9
7
B36 II
9
2
2
5
10
19
-9
8
8
B71
8
2
2
4
14
24
-10
8
9
HB II
9
1
2
6
11
17
-6
5
10
EB/Streymur II 9
0
2
7
15
34
-19
2
Víkingur – Skála 2-2 (1-1)
1-0: Hans Jákup Lervig 3.
1-1: Andreas Egeberg Jacobsen 10.
1-2: Poul Kallsberg 47.
2-2: Ingi Jonhardsson 54.
NSÍ – B71 4-0 (3-0)
1-0: Jákup Andrias Gaardbo 30.
2-0: Andri Benjaminsen 33.
3-0: sjálvmál 41.
4-0: Jannik M. Olsen br 90.
B68 – KÍ 1-2 (0-1)
0-1: Aksel B. Danielsen 40.
0-2: Jens Joensen 56.
1-2: Bárður Ó. Jensen 65.
07 Vestur – HB 3-2 (0-1)
0-1: Martin Dam 34.
1-1: sjálvmál 78.
1-2: Brian Slyne 82.
2-2: Martin Tausen 84.
3-2: Ken Fagerberg 92.
B36 – EB/Streymur
5-1 (4-0)
1-0: Sveinur Lava Olsen 10.
2-0: Ludvík Breckmann 12.
3-0: Tórur Hardlei 23.
4-0: Andrass Johansen br 42.
5-0: Andrass Johansen 65.
5-1: Teitur Olsen 72.
Máltindurin
Bárður Johnson Heinesen KÍ
6
Aksel B. Danielsen KÍ
5
Andrass Johansen B36
5
Clayton Soares B71
5
Gutti Dahl-Olsen EBS
5
10. umfar
Fríggjadagin 17. mai – dýri biðidagur
EB/Streymur – 07 Vestur
Leygardagin 18. mai
Skála – B68
HB – NSÍ
B36 – Víkingur
B71 – KÍ
TEIR NÆSTBESTU
ERU BETRI ENN
TEIR BESTU
9. umfar: