Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-05-13, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 13. mai 2019síða 16

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 13. mai 2019 · Nr. 54 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 André Olsen Á Amager í Danmark, har hóp­ in av føroyingum búleikast, er fótbóltslagið gott í hesum døg­ um. Fótbóltsflaggskipið í øki­ num, Fremad Amager, hevur nevniliga størri við­gongd enn tað ofta áður hevur havt. Um vikuskiftið vann Frem­ ad Amager enn einaferð týð­ andi sigur í næstbestu donsku deild­ini, sum ger, at Frem­ad Amager nú liggur á triðja plássi í deildini. Í verandi støðu við­ førir tað, at Fremad Amager skal spæla play-off dyst um at koma í donsku Superliguna, nú tað bert resta tvey umfør í. Heini gleðist um enn eina góða gongd Føroyski landsliðsleikarin, Heini Vatnsdal, er millum pro­filarnar í Fremad Amager. Hann gleðist um góðu gongd­ ina, og gleðist um góða stabili­ tet­in, sum Fremad Amager aftur hevur víst hesa hálvuna av kappingini. Vit endaðu hálvuna millum summar og jól í fjør, við at vera ósigr­aðir í sjey dystir. Tíverri brot­naði góða gongdin beint tá vit byrjaðu várhálvuna, men vit hava allíkavæl funnið stabilitet­in fram aftur, og hetta var dystur nummar níggju, at vit spæla uttan at tapa, so tað sigur seg sjálvt, at tað kennist væl at vera Fremad Amager leik­ari í løtuni, sigur Heini Vatns­dal. Spæla avgerandi oddadyst komandi vikuskiftið Áskoðararnir hjá Fremad Amager hava annars ikki góðar sið­venjur til fótbólt tey seinnu nógvu árini. Felagið sveiggjaði fyri fáum árum síðani millum næstbestu og triðbestu donsku deildina, og fór enntá nøkur ár undan tí, eisini av knóranum. Men nú tykist vend vera komin í. Lagnan í næstbestu deildini, hevur verið í tryggari legu í tvey ár á rað, og tað merkist á áskoðarunum, ið ikki hava so góðar siðvenjur til fótbólt seinnu árini. . Heini Vatnsdal sigur tó, at leikararnir ikki hvíla á góðu gongdini, men hava fokus á komandi uppgávuni, sum er móti oddaliðnum, Silke­ borg. Góða gongdin ger sjálvsagt eisini, at lagið millum við­ halds­fólkini er betri, enn tað plagar at vera, men hjá okkum leikarum er fokus bert á komandi dystinum. Vit hava Silke­borg heima komandi dyst, og kunnu sjálvir avgera um vit koma í play-off ella ikki, so tað er tað einasta vit hugsa um í løtuni, sigur Heini Vatnsdal. Fremad Amager hevur í sein­ astu tveimum dystunum dystir móti Silkeborg og Viborg, sum í løtuni liggja sum ávikavist nummar eitt og tvey. Jóan Símun spældi næstan fullan dyst Eisini álopsprofilurin á lands­ lið­num, Jóan Símun Edmunds­ son, hevði eitt gott fótbólts­ viku­skiftið. Jóan Símun Edmunds­son er fyri stuttum komin fyri seg aftur eftir skaða, og spældi 78 minuttir fyri Arminia Bielefeld í viku­ skiftinum, sum vann 3-0 á úti­ vølli móti Sandhausen. Jóan Símun Edmundsson viður­kennir, at seinasta hálva árið, har hann hevur verið nógv darvaður av skaðum, hevur verið ørkymlandi. Seinasta hálva árið hevur verið strævið, má eg viðganga. Eg havi ongantíð spælt heilt uttan pínu í knænum, og tað geri eg framvegis ikki. Men tað er sjálvsagt gleðiligt, at kunna vera aftur á vøllinum og spæla ein leiklut, og eisini merkja at venjaratoymið, hevur stóra trúgv til at eg kann geva liðnum nakað, sigur Jóan Símun Edmundson. Nú er málið at enda kapp­ ingar­árið við einum sigri á heima­vølli komandi sunnudag, og síðani syrgja fyri at eg fái gjørt alt sum eg kann, fyri at vera 100% klárur til uppstartin til komandi ár, sigur Jóan Símun Edmundsson. Hallur og Viljormur við góðum útgangsstøði Í bestu deildini í Danmark, hava feløgini hjá Halli Hansson og Viljormi Davidsen, um viku­ skiftið spælt týðandi upp­gerðir um at sleppa undan niður­flyt­ ing. Hallur Hansson spældi allan dystin fyri AC Horsens sunnu­dagin, sum vann 1-0 á útivølli móti Vendsyssel. Tí er útgangsstøðið hjá AC Horsens gott til seinnu uppgerðina, har teir við einum javnleiki ella ein­um sigri, kunnu tryggja sær enn eitt ár í Superliguni. Vejle spældi eisini ein líkn­ andi dyst. Vejle spældi á úti­ vølli móti Hobro og vann eisini tann dystin 1-0, sum ger at teirra útgangsstøðið eisini er gott. Viljormur Davidsen hevði leik­bann til dystin, og spældi tískil ikki ein leiklut. Lítil føroyskur leiklutur í Noregi hetta vikuskiftið Í Noregi spældi Gilli Rólants­ son Sørensen seinastu 20 minutt­irnar fyri Brann á útivølli móti Stabæk í einum dysti, sum Brann vann 1-0, meðan Mein­hard E. Olsen, sat allar 90 minuttirnar á bonkinum fyri Kristiansund, sum vann 1-0 á útivølli móti Sarpsborg. Kristiansund og Brann liggja ávika­vist á einum fimta og sætta plássi í bestu norsku deild­ini. andre@sosialurin.fo FÓTBÓLTUR Føroyski landsliðsleikarin, Heini Vatnsdal, er millum profilarnar hjá Fremad Amager, sum um vikuskiftið spældi sín níggjunda dyst uttan at tapa. Tí eru stór útlit fyri, at Fremad Amager kann fara at spæla play-off dyst um at koma í Superliguna Útisetar: HEINI OG FREMAD AMAGER HAVA MØGULEIKA AT FLYTA UPP Í SUPERLIGUNA