mánadagur 13. mai 2019síða 15
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 13. mai 2019 · Nr. 54
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
STUTT SØGD
Pætur Albinus
FÓTBÓLTUR
Stjørnan hjá Chelsea, Eden
Hazard, sigur í samrøðu við
Evening Standard, at hann
hevur tikið avgerð um framtíð
sína. Hann vil tó ikki enn av
dúka hvørja avgerð hann hev
ur tikið, men tað verður mett
at vera góður møguleiki fyri,
at hann skiftir til Real Madrid.
Sjálvur sigur Hazard, at hann
vónar at alt skjótt verður
avgreitt.
Chelsea
og
Real
Madrid hava verið í samráð
ingum um 28 ára gamla Hazard,
sum Chelsea sigst krevja 970
milliónir krónur. Hann hevur
spælt í Chelsea síðan 2012
og hevur sáttmála fram til
summarið 2020.
Alexis Sanchez hevur hug at
biðja um orsaka fyri vánaliga
kappingarárið hjá Manchester
United. - Hetta hevur verið eitt
hart kappingarár. Fjeppararnir
hava uppiborið eina umbering,
tí teir stuðla okkum óansæð
hvat hendir, skrivar hann á
instagram og leggur afturat, at
hann vegna óvæntaðar skaðar
hevur havt ilt við at avrika í ár.
Alexis Sanchez hevur sáttmála
við Manchester United fram til
2022, og hann er bjartskygdur
um framtíðina. - Eg eri vísur í
at Manchester United ein dag
aftur kemur at vera tað felagið,
sum tað var í tíðini við Sir Alex
Ferguson, sigur hann.
FORMIL 1
Fimtu kappkoyringina á rað
endaðu teir báðir Mercedes-
koyrararnir, Lewis Hamilton
og Valtteri Bottas, nummar
eitt og tvey, tá ið formil 1-feltið
hetta vikuskiftið koyrdi kapp
í Barcelona í Spania. Lewis
Hamilton yvirhálaði Valtteri
Bottas, sum annars byrjaði
fremstur,
longu
í
fyrsta
svingi, og hann varðveitti
sína leiðslu allan vegin á mál.
Nummar trý gjørdist Max
Verstappen (Red Bull). Danski
Kevin Magnussen (Haas) bleiv
nummar 10 og fær seks stig til
samlaðu Grand Prix-støðuna,
har Lewis Hamilton nú yvir
hálaði
liðfelagan,
Valtteri
Bottas. Munurin er tó sera lítil:
teir báðir hava 112 og 105 stig.
Næsta kappkoyring verður í
Monako sunnudagin 26. mai.
Í
løtuni
verður
gjørdur
ein dokumentarur um týska
formil 1-kappkoyraran, Michael
Schumacher. Dokumentarurin
skal snúgva seg um leiðina
sum kappkoyrari og um lívið
hjá honum. Tað skrivar AP. Tað
er Rocket Science, sum í løtuni
framleiðir dokumentarin, ið
ætlanin er at selja á altjóða
marknaðinum. Samrøður við
pápan, konuna og børnini vera
við í dokumentarinum um
Michael Schumacher, sum á
skíðvanlukku í desembur í 2013
gjørdist heilaskaddur og ikki
hevur verið at sæð. Tað hevur
heldur ikki verið nógv at frætt
um heilsustøðuna hjá honum.
FR. ÍTRÓTTUR
Lýdia
Paula
Simonsen
úr
Hvirluni setti síðsta vikuskifti
nýtt føroyskt met í kúlustoyti,
tá ið hon á Tårnby Games sendi
kúluna 11,15 metrar avstað.
Hetta var greitt nýtt føroyskt
met við 19 sentimetrum, og
sambært hvirlan.fo, so hevði
gamla metið staðið í heili 17 ár.
Eisini Tórur Mortensen setti
nýtt met. Tað gjørdi hann á
300 metra-teininum, har hann
rann á mál við tíðini 36,14. Tað
var 1,67 sekund betri enn tað nú
falna føroyska metið.
HONDBÓLTUR
Jóhan á Plógv Hansen er kosin
at vera ársins spælari í danska
felagi
sínum,
Bjerringbro-
Silkeborg. Tað eru fjeppararnir
í
fjepparafelagnum
BSV
Support, ið við atkvøðugreiðslu
hava avgjørt tað. - Ongantíð
áður hava so nógv atkvøtt.
Ársins spælari hevur gjørt
eitt stórt avrik fyri okkum alt
kappingarárið. Hann er eisini
fantastiskur til at fáast við
viðhaldsfólkini. Hann er tann
besti á sínum plássi í deildini,
og so er hann eisini HM-
vinnari, segði frásøgumaðurin
í høllini tá hann undan dysti
num ímóti Skanderborg í gjár
fekk handað heiðurin.
TENNIS
Roger Federer vann sín dyst
nummar 1200, tá ið hann í
1/8-finaluni
í
ATP-kappingini
í Madrid vann 6-0, 4-6, 7-6 á
franska Gael Monfils. Einans
Jimmy Connors hevur vunnið
fleiri dystir enn Roger Federer.
Tey árini hann var á toppinum
í 1970-unum og 80-unum vann
hann 1274 dystir á ATP-støði.
Roger Federer, ið er 37 ára gamal,
tapti tó í fjórðingsfinaluni í Madr
id ímóti eysturríksla Dominic
Thiem. Kappingina vann heim
sins nummar eitt, Novak Djoko
vic, eftir at hann í finaluni vann
6-3, 6-4 á griska Stefanos Tsitsipas.
JÓHAN KOSIN TIL
ÁRSINS LEIKARA
Føroyski Jóhan á Plógv Hansen hevur fingið frálíkan heiður í danska felagi sínum, Bjerringbro-Silkeborg
Jóhan á Plógv Hansne (t.v.) saman við gomlu donsku landsliðskempuni, Michael V. Knudsen