mánadagur 13. mai 2019síða 22
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 13. mai 2019 · Nr. 54
22
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Vikan ið fór
Alt er víðopið í
kappingini um
Løgmanssteypið eftir
at báðar tær fyrru
hálvfinalurnar ímillum
Skála-Víking og HB-KÍ
enda við 1-1-javnleiki.
Liverpool og Tottenham
spæla seg í Champions
League-finaluna eftir
ótrúligar comeback-
sigrar á ávikavist FC
Barcelona og Ajax.
Manchester City
endurvinnur Premier
League í tættari kapping
við Liverpool, har
Manchester City á síðsta
leikdegi vinnur 4-1 á
Brighton.
Tað er stríð um
heimadystin hjá NSÍ
ímóti AB. NSÍ vil flyta
hann vegna endabrakið
í Premier League, og
hóast AB er ímóti, so
gevur FSF runavíkingum
viðhald.
Føroyska
kvinnulandsliðið
gerst nummar trý í
smálandakapping
í Luksemburg
eftir 3-0-sigur á
Norðurírlandi í
bronsufinaluni.
Gundadalur ressast
í Betrideildini hjá
monnum, tá bæði B36
og HB vinna sínar dystir
í einum forskotnum 9.
umfari.
...við ítróttinum
5 SKJÓTIR
Fimm skjótir spurningar
til føroysk ítróttarfólk...
Navn: Hanna Iansdóttir Biskopstø
Aldur: 17
Yrki: Flogbóltsleikari
(Ikast og Føroyar)
Royn tína vitan um
ítróttin her og nú!
Svarini standa niðast til vinstru, men royn teg nú fyrst
1. FC Fredericia
2. Danmark
3. Jógvan Hendrik (Hegga)
Samuelsen
4. Viking Stavanger
5. Huddersfield, Fulham
og Cardiff
6. Frælsan ítrótt
7. Jóannes Bjartalíð
8. Teitur Olsen
1-3 røtt: Tú mást lesa in.fo
og Sosialin nakað meir
4-5 røtt: Nú byrjar at líkjast
6-7 røtt: Tú fylgir bara væl við
8 røtt: Fantastiska flott,
tillukku!
Quiz
1
Hvørjum donskum fótbóltsfelagi spælir Sonni Ragnar
Nattestad við?
2 Úr hvørjum landi er nýggi venjarin hjá føroyska
kvinnulandsliðnum í flogbólti?
3 Hvussu eitur tann nýliga frákoyrdi ÍF-venjarin í fótbólti?
4 Hvørjum norskum hondbóltsfelagi spæla Helgi H. Hoydal,
Kjartan Johansen og Jónas G. Djurhuus við?
5 Hvørji trý feløg flyta niður úr Premier League í ár?
6 Hvønn ítrótt fæst felagið Hvirlan við?
7 Hvør er toppskjútti í Betrideildini hjá monnum í løtuni?
8 Hvussu eitur TB-leikarin á myndini?
Myndin hesa vikuna:
Eru tit nøgdar við
bronsuna í smá
landakappingini?
- Nei, ikki heilt nøgdar! Tað
er altíð deiligt at vinna eina
medalju, men vit vildu gjarna
í finaluna og vinna gullið,
men tað gekk akkurát ikki.
Hvussu er tað at vera
partur av føroyska
A-landsliðnum?
- Tað er ordiliga skeg! Man
sleppur at spæla móti teimum
bestu
úr
øðrum
londum
og eisini spæla saman við
teimum bestu.
Hvørjum ungdóms
landsliðum hevur tú
áður verið við á?
- Eg havi verið við U17 og U19
til NEVZA og eisini verið við
U19 til CEV-kapping.
Hevði tú væntað
at verða úttkin til
A-landsliðið longu nú?
-
Ikki
ordiliga.
Allar
á
landsliðnum eru so rutiner
aðar og hava spælt flogbólt í
so nógv ár, men tað fekk meg
bara til at kempa meira um at
koma á.
Hvat er málið hjá
tær í flogbólti?
- Málið hjá mær er at spæla
flogbólt í onkrum stórum
flogbóltsnatiónum, sum t.d.
Italia og Frankaríki, men
tað verður kanska ringt við
mínari hædd.
Liverpool-hópurin fegnast saman við áskoðarunum eftir at hava spælt seg í Champions League-
finaluna eftir risa comeback og ótrúligan 4-3-sigur á FC Barcelona