Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-05-13, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 13. mai 2019síða 23

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 13. mai 2019 · Nr. 54 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 KLUMMAN Tróndur sigur sína hugsan... Gott við dystar­ flytingum NSÍ hevur til hetta umfarið valt at flyta sín dyst til klokkan 19 sunnudagin. Eg haldi hetta er fyrstu ferð, at eg havi vitað um at ein dystur er klokkan 19 eitt sunnukvøld. Tað hevur vakt ans, at argjamenn hava mótmælt, tí teir nú vóru uttan málverjan, sum mátti til Danmarkar í útbúgvingarørindum sunnukvøldið. Her kann eg eisini skilja AB og at teir koma í ein torføra støðu, tí nú mugu teir brúka ein sera ungan og óroyndan málverja, sum vónandi ikki missur mótið. Hinvegin, so haldi eg tað er fríkst og spennandi at vit flyta runt upp á dystir, so tað er møguligt at fara til fleiri dystir eitt vikuskiftið. Hetta hava vit tosað um fleiri ferðir fyrr. Tað verður torført hjá føroyskum fótbólti, at vinna kappingina við lokal og altjóða tiltøk. Tað hevur í fleiri ár riggað væl, at liðini sína millum flyta dystir tá eitt nú stevnir og onnur tiltøk eru. Hartil verður tikið atlit til eitt nú kappróðurin og so framvegis. Í blaðnum í dag ber eisini til at lesa um støðuna í 1.deild hjá monnum, har tey næstbestu hjá teimum stóru vinna á teimum bestu hjá teimum smáu. Hetta er vandamikil gongd, tí vit hava brúk fyri breiddini í føroyskum fótbólti, og ítrótti sum heild. trondur@sosialurin.fo Føroyska kvinnulandsliðið í flogbólti hevur um viku­skift­ið vunnið bronsu í smá­landa­kapp­ ingini, sum hevur verið í Luksem­ borg. Í gjár vann føroyska liðið 3-0 á Norðurírlandi í bronsudystinum. Settini endaðu 25-11, 25-13 og 25 -11. Føroyar vunnu fyrsta dystin í kappingini móti Skotlandi 3-0. Tá fingu heilir seks spælarar debut. Hilda Bolstad Mortensen (Fleyr), Barbara Herdalur Poulsen (Dráttur), Sirið D. Antoniussen (Mjølnir), Anna Larsen (Alborg), Hanna Iansdóttir Biskopstø (Ikast) og Janna Falkvard (SÍ). Føroyar taptu spennandi hálv­ finaluna móti vertstjóðini í smá­ landa­kappingini í kvinnu­flogbólti, Luksemborg. Men sigast skal, at Før­oyar fullu við æru. Luksem­ borg vann tvey tey fyrstu settini 25-21 og 25-23, men føroysku kvinn­ ur­nar komu sterkt aftur og vunnu triðja sett 25-19 og fjórða sett 25- 23. Tíverri var orkan uppi í fimta settið, ið Luksemborg vann greitt 15-7. Eftir kappingina bleiv Sofía Pur­hús Splidt bleiv vald til besta áleypara í kappingini. trondur@sosialurin.fo Føroysk bronsa í Luksemburg Flogbóltur: