Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-05-14, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 14. mai 2019síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 15. mai 2019 · Nr. 55 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 TÍÐINDI ALMENN UTTANLANDSSIGLING Fýra flokkar á Løgtingi taka undir við, at gera eina roynd at lata Strandferðslan eisini sigla í fastari rutu til Skotlands. Hinvegin heldur ein floksformaður, at slíkt kann ikki takast í álvara Áki Bertholdsen Tað er stór ósemja í Løgting­in­ um um at lata Strandferðsluna aftur fara undir regluliga rutu­ sigling ímillum Suðuroynna og Skotland. Tað gjørdust greitt á fólka­ fundi í Salt leygardagin. Men tað var eisini greitt, at sum støðan er nú, er tað meiri­ luti í Løgtinginum fyri at royna eina slíka ætlan. Ein arbeiðsbólkur í Suðuroy hevur gjørt nøkur tiltøk um, hvussu gongdin í Suðuroy kann vendast, so at oyggin menn­ist aftur og eitt av upp­ skot­unum var at lata Strand­ ferðsl­una taka skot­lands­sigl­ ing­ina upp aftur. Fyri nøkrum árum síðani sigldi Strandferðslan í fastari rutusigling upp á Skotland og á fólkafundinum vísti Dennis Holm, borgarstjóri í Vági, á verð­ur hesin tátturin tikin upp aftur, hevði tað verið eitt rætti­ ligt frambrot fyri ferða­vinn­ una í Suðuroy, men tað hevði eisini verið eitt frambrot fyri vinnuna. Tí vildi hann hava at vita frá øllum flokkum á Løgtingi, hvørja støðu teir hava til at lata Strandferðsluna aftur fara undir regluliga skot­lands­ sigling. Og tað vísti seg beinanvegin, at løgtingið stendur rættiliga spjatt í hesum spurninginum, tí fýra flokkar taka undir við eini slíkari roynd, men tríggir flokk­ar eru ímóti eini slíkari ætl­an. Men teir fýra flokkarnir, sum taka undir við at gera eina roynd sum hesa, hava meiri­ lut­an í Løgtinginum í løtuni, tí til­samans hava teir 17 tinglimir av teimum 33, sum eru. Men so eru tvey, fyrverandi, Javnaðafólk eftir, Sonja Jógv­ ansdóttir, sum fór úr Javnað­ ar­flokkinum, og Kristin Mich­ el­sen, sum varð koyrdur úr flokk­inum. Tey eru bæði uttan­flokka­ tingfólk, og tað sama er Magni Laksá­foss, sum er farin úr Sam­bandslokkinum. So spurningurin um ein slík ætlan skal verða veruleiki, veldst alt um, hvør fer at skipa samgongu eftir løgtingsvalið seinni í summar. Hevði ment Suðuroynna - og allar Føroyar Bjarni Hammer, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, tekur und­ir við, at ein slík rutusigling verður skipað sum skjótast. Hann sigur, at fyrr í ár hittu hann, og Jógvan Skorheim, for­maður í Sjálvstýri, polit­ik­ ar­ar úr Norðurskotlandi, Het­ landi, Orknoyggjum og Hebrid­ unum, og teir eru sera áhug­aðir fyri at fáa ferða­sam­band við Føroyar. Teir vóru sinnaðir at gera tað, teir kundu, fyri at fáa slíkt ferðasamband í lag, ser­ liga við Suðuroy. Men hann leggur eisini dent á, at verður ein slík ruta skipað, er tað ikki í kapping við nakað vinnulív, tí eingin hevur eina slíka rutu. Hann ivast ikki í, at hetta hevði verið eitt rættiligt menn­ ingartiltak fyri allar Føroyar, og ikki bara fyri Suðuroynna. Jógvan Skorheim, formaður fyri Sjálvstýri, sigur, at hetta er eitt ógvuliga áhugavert og spennandi mál, sum eigur at verða kannað gjølligari, og sum hann hevði viðgjørt við væl­vild. Hann sigur, at tað vísir seg ikki til at vera vinniligur áhugi fyri einum slíkum sambandi og tí hevði tað verið ein áhuga­ verd roynd at latið landið tikið skotlandssiglingina upp aftur. Hann heldur, at hetta hevði eisini lagt siglingina ímillum Suðuroy og Havnina í eina trygga legu, tí so hevði Strand­ ferðsl­an altíð havt eitt avloys­ ara­skip klárt. Sirið Stenberg, lands­stýris­ kvinna fyri Tjóðveldi, heldur, at eitt fast ferðasamband ímill­ um Suðuroy og Havnina hevði verið kærkomið, og Tjóðveldi hevur einki ímóti, at talan er um eina almenna rutu. Hon heldur, at tað hevði verið eitt frambrot fyri ferða­ vinnuna, men hon vísir eisini á, at kostnaðarstigið er lægri í Skotlandi enn tað er úr Før­oy­ um, og eitt fast rutusamband hevði eisini bøtt um møgu­leik­ ar­nar at flutt vørur til Føroyar, sum eru bíligari enn tær vørur, vit annars fáa. –  Tað kundi avgjørt verið við til at gjørt tað liviligari í Før­oyum, heldur hon. Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi, heldur, at ein ruta til Skotlands kundi eisini verið við til at lagt ferðasambandið ímillum Suðuroy og Havnar í eina trygga legu. Hann vísir eisini á, at Suðuroyggin er ikki bara ein útjaðari, tí tað er tann oyggin í Føroyum, sum er nærm­ast við okkara granna­ lond fyri sunnan. Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum, sigur, at Mið­ flokkurin tekur heilt avgjørt undir við tí, at Strandferðslan fer at sigla til Skotlands, tí tað hevði gjørt Suðuroy til ein mið­depil. Hann spyr, hví skal allur út­ flutningur úr Suðuroy fyrst norð­ur eftir til Havnar at ríka Tórshavnar Havn upp, áðrenn aftur ferð umborð á eitt skip, og verður fluttur suðureftir aft­ur, fram við Suðuroynni, á veg suður í Evropa. Skal vera á privatum hondum Hinvegin taka Fólkaflokkurin, Fólkaflokkurin og Sambands­ flokkurin, ikki undir við eini slík­ari ætlan - tó at Sam­bands­ flokkurin ikki heilt vildi smekka hurðina aftur. Poul Michelsen, formaður í Framsókn, ivast ikki í, at Suð­ uroy eigur at fáa sín lut í ferða­ vinnuni, men skal sigling tak­ ast upp ímillum Suðuroyar og Skotlands, skal tað vera á priv­ atum grundarlagi. Hann vísir á, at vit hava priv­at flutningsfeløg í Før­oy­ um, og meta tey, at tað loysir seg at sigla ímillum Skotlands og Suðuroynna, fara tey uttan iva at gera. – Men tit kunnu ikki meina at tað skal vera tað almenna, sum røkir slíka sigling, tí tað er ikki ein almenn uppgáva, sigur formaðurin í Framsókn. Bárður á Steig Nielsen, for­ maður fyri Sambandsflokkin, tekur heldur ikki undir við eini slíkari ætlan. Hann heldur, at skal tað almenna brúka meiri pengar í Suðuroy, eru teir betri farnir til onnur endamál, eitt nú at menna Suðuroyar Sjúkra­hús - og her hugsar hann serliga um at skipa eitt tilboð um endurvenjing á Suð­ Meiriluti í Løgtinginum Strandferðsluna sigla Tað vísir seg ikki til at vera vinniligur áhugi fyri einum slíkum sambandi Hví skal allur útflutningur úr Suðuroy fyrst norður eftir til Havnar at ríka Tórshavnar Havn upp