Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-05-14, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 14. mai 2019síða 7

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 15. mai 2019 · Nr. 55 TÍÐINDI uroyar Sjúkahúsi. Eitt ferðafólkaskip skapar ikki serliga nógv arbeiðspláss, men tað hevði skapt nógv ar­ beiðspláss at fingið fleiri tilboð á sjúkrahúsinum. Men hann hann kvetti kort­ ini ikki heilt á stokkinum, tí hann sigur, at tað merkir ikki, at Sambandsflokkurin skal nokta blankt fyri tí. Men hann sær onga meining í at lata tað al­menna fara undir eitt ferða­ fólkasamband til Skotlands. –  Tað hava vit roynt áður, men tað bar seg ikki, sigur hann. Og hann leggur afturat, at farmaflutningur er eingin trupul­leiki, tí tvey skip sigla frammanundan ímillum Før­ oy­ar og Skotlands við farmi. Jacob Vestergaard, løg­tings­ maður fyri Fólkaflokkin, sigur at Fólkaflokkurin tekur ikki und­ir við, at tað almenna skal taka skotlandssiglingina upp aftur. –  Vit hava fleiri flutnings­ feløg, sum sigla ímillum Skot­ lands og Føroyar, og er tað at sigla ímillum Suðuroy og Skot­ lands við ferðafólki, nakað sum loysir seg, fer onkur av teim­um privatu feløgunum utt­an iva at taka tað upp, sigur hann. Jørgen Niclasen, formaður Fólkafloksins sigur, at tað verð­ur ikki skotlandssigling, sum fer at bjarga Suðuroynni, tí tað kann bara ein undir­sjóv­ ar­tunnil gerast. Ávaringarlampan lýsir á Strandferðsluni Strandferðslan tekur undir við, at hon tekur skotlandssiglingina upp aftur - men tað er mest at trygdarávum Áki Bertholdsen Strandferðslan tekur undir við at siglingin upp á Skot­ land verður tikin upp aftur Hilmar Eliasen, stjóri á Strandferðsluni, hevur áður víst á, at Smyril er ógvuliga hart koyrdur og vandin fyri einum óhappi, lúrir altíð. Og hendir tað, hava suð­ uroyingar einki samband. Samstundis verður al­samt truplari at fáa avloys­araskip, tí tað eru so fá skip, sum yvirhøvur fáa loyvi at sigla her um okkara leiðir. Tí eru ávaringar­lamp­ur­ nar á Strandferðsluni farnar at lýsa, og sjálvur heldur stjórin, at tað er ábyrgd­ar­ leyst, bara at lata standa til og bíða eftir óhappinum. Og hann heldur, at tað er bara ein loysn, og tað er at Strandferðslan fær eitt skip afturat, sum kann vera fast avloysaraskip fyri Smyril. Men fyri at eitt slíkt skip ikki skal verða ein fíggjarlig byrða, kann tað ikki bara liggja við bryggju og bara sigla nakrar fáa vikur um árið. Tí hevur Strandferðslan tekur Strandferðslan undir við, at hon aftur fer undir sigling ímillum Suðuroynna og Skotland, tí sostatt fær Smyril eitt fast avloys­ara­ skip, sum eisini siglur til Skot­lands, tá ið tað ikki er brúk fyri tí. m fyri at lata til Skotlands Í løtuni er meiriluti á Løgtingi fyri, at gera eina roynd, har Strandferðslan aftur fer undir at sigla í fastari rutu ímillum Suðuroy og Skotlands. Tað hevur fleiri fyrimunir, tí tað er ein vinnugur fyri bæði ferðavinnu og vinnulív, men tað kann eisini bjarga ferðasambandinum ímillum Suðuroy og Havnina