Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-05-14, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 14. mai 2019síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 15. mai 2019 · Nr. 55 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Eyðun Klakstein Føroysku bankarnar læna alt meira pengar út, og vøksturin í útlánunum er nú so stórur, at Lands­ bank­in mælir til at halda eyga við gongdini. – Ferðin, sum útlánini økjast við, er vaksandi. Hó­ast útlánini vaksa sein­ni nú, enn tey hava gjørt undan kreppum, vísa royndirnar frá sein­ astu fíggjarkreppu, at útlánini kunnu tví­faldast innan fá ár. Tí er um­ráð­ andi at eygleiða, hvussu skjótt útlánini vaksa, sigur Landsbankin í frá­ greið­ing­ini, sum kom í gjár. Í frágreiðingini verður gongdin í bankageiranum greinað og viðgjørd. Tað er nógv ferð á føroyska búskapinum, og tað sæst eisini aftur á útlánsvirkseminum hjá bankunum. Seinastu árini eru útlánini støð­ ugt vaksin, og ferðin á vøkstri­num er eisini vaksin fleiri ár á rað. Í 2014 vuksu útlánini í mið­ al við 0,5 prosentum, men í 2018 var vøksturin 6 pro­ sent. Í mars var útláns­ vøksturin 4,8 prosent. –  At ferðin á út­láns­ vøkstri­num veksur, er ikki ein trupulleiki í sær sjálvum. Men tá út­lán­ini vaksa skjótari enn bú­ skap­urin, eiga ávar­ingar­ lamp­urnar at blunka. Hetta kann vera tekin um, at bank­ ar­nir slaka kreditt­krøv­ini mót­veg­is við­ skifta­fólk­u­ num, og har­við øk­ist vand­in fyri, at kund­ ar ikki klára at rinda skuldina aft­ur, og at bankar fáa tap, sigur Landsbankin. Gongdin Ein háttur at meta um vøksturin á útlánunum hjá bankunum er at saman­bera útlánini við brutto­tjóðar­úrtøkuna (BTÚ). BTÚ sigur nak­ að um, hvussu nógv virksemið er í landi­ num, og um fígging frá pen­inga­stovn­um øk­ist skjótari enn virk­ sem­ið, kann tað vera tekin um at peninga­ stovn­ar­nir hava slakað kreditt­krøv­ini. Hetta merkir at summi við­skiftafólk, hava fingið laga­ligari lánstreytir, enn tey áttu at fingið. Um bú­skaparliga gongdin vendir, megna hesi møgu­liga ikki at rinda skuld­ina aftur, og hetta kann hava við sær tap fyri pen­ ingastovnarnar. Útlánini í prosent av BTÚ vuksu serliga nógv beint áðrenn kreppuna Upp í 17 hita­ stig Hýggj á breyði Seinastu tvær vik­ ur­nar hava hita­ mát­ar­ar­nir í Før­oy­ um havt tað lætt. Í nógvar dagar hevur tað bert verið nøk­ur fá hitastig, og kald­ liga veðrið hevur mint meira um heyst enn vár. Men nú er lýkka í luftini. Kom­andi dagarnar sigur danska veður­ stovan DMI, at verða javnan verður upp í 15 hitastig, og í dag kann hitin koma upp í 17 stig. Dagar­nar fram til viku­skiftið verður vind­megin millum 5 og 10 m/s mesta av tíðini, og hitin fer um dagarnar at ligg­ja millum 10 og 15 stig. Um náttina kemur hitin niður í 5 stig. Heilsufrøðiliga Starvs­ stova hevur aftur­ kall­að sonevnt Naan­ breyð, sum verður selt í føroyskum handlum. Talan er um vøruna »Rema 100 Naan­brød m/ hvid­løg«. Pakk­ar­ nir eru fram­leidd­ir 22. mars og halda sær sam­bært dato­merk­ ing­ini til 12. juli. Inni­ hald­ið er 230 gram. Ótilætlað hýggj, sum er staðfest á hes­ ari vøru, er orsøk til, at hon er ikki egnað til matna. Fólk, sum hava keypt vøruna, vera biðin um at beina hana burtur ella bera hana aftur til handilin, har hon er keypt. Ferðin á útlánsvøkstrinum hjá bankunum er so stórur, at neyðugt er at halda eyga við gongdini, heldur Landsbankin. Í fjør vuksu útlánini við seks prosentum TÍÐINDI BANKARNIR LÆNA NÓGV MEIRA ÚT Enn lýsa reyðu lampurnar ikki, men Landsbankin mælir til at fylgja gongdini í útlánsvøkstrinum hjá peningastovnunum