Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-05-14, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 14. mai 2019síða 9

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 15. mai 2019 · Nr. 55 í 1990’unum, og eisini áðrenn Eik Banki mátti bjargast í 2010. Í árunum undan fíggjar­kreppuni var eisini stórur vøkstur í út­lán­unum. Í 2004 vóru útlán 90% av BTÚ við veðhaldum. Bara trý ár seinni, í 2008, vóru útlánini kom­in upp á 165% av BTÚ við veðhaldum. Út­lán­ini vuksu sostatt sera skjótt innan fá ár og tvífaldaðust í tíðar­ skeiðnum 2004-2008. Í hesum tíðarskeiði vuksu út­lánini nógv skjótari enn búskapurin. Við ársenda í fjør vóru samlaðu útlánini 95 prosent av BTÚ uttan veð­hald og 114 prosent av BTÚ við veðhaldum. Út­lánini í mun til BTÚ hava verið vaksandi seinastu tvey árini, og samlaðu út­ lánini eru í dag tvífalt út­lán í 2004. Men av tí at brutto­tjóðar­úr­ tøkan eisini er økt, eru útlán lut­fals­liga lág samanborin við BTÚ í dag. –  Hóast pen­inga­ stovnarnir skulu lúka mun­andi strangari kapital­krøv í dag, enn fyri tíggju árum síðani, er tað eftir meting Lands­ bankans neyðugt at halda eyga við útláns­ vøkstri­num hjá pen­ i n g a ­s t o v n u n u m , serliga í sam­bandi við núverandi há­kon­ junktur. Endamálið er at fáa eyga á fíggjarligt óstøðu­festi í góðari tíð, sigur Landsbankin. Eyðun Klakstein Fólkatalið í Føroyum setur støðugt met. Tann 1. apríl búðu 51.617 fólk í Før­oyum – tað vóru 860 fólk fleiri enn fyri einum ári síðani. Vøksturin er 1,7 pro­sent. Tað vísir nýggj upp­ gerð hjá Hagstovu Før­ oya. Vøksturin stavar bæði frá burðaravlopi – tað er mun­urin millum fødd og deyð –  og frá tilflyting. Burðar­avlopið hetta sein­ asta árið var 289 fólk, og nettotilflytingin var heili 571 fólk. Mannfólk standa fyri væl størri parti av fólka­ vøkstri­num enn konu­ fólk. Tað sæst serliga aftur í tilflytingini. 187 fleiri mannfólk enn konu­fólk fluttu til Før­ oya hetta seinasta árið. Tríggj­ar fleiri gentur enn dreingir vóru føddar hetta seinasta árið, með­ an 34 fleiri mannfólk enn konufólk doyðu. Hetta hevur við sær, at í samanlangda tali­num vóru 150 fleiri mann­fólk enn konufólk í fólka­ vøkstri­num. Eysturoyggin veksur mest Landafrøðiliga var stórur fólkavøkstur í øllum sýslum uttan Sandoy og Suðuroy, har lítil ella eingin vøkstur var. Í tali var størsti vøkst­ ur­in í høvuðs­staðar­øki­ num, har fólkatalið vaks við 368 fólkum. Lut­fals­ liga var nógv tann størsti í Eysturoynni, har fólka­ talið vaks við 293 fólkum – hetta var ein vøkstur á 2,6 prosent. Stívliga 60 pro­sent av fólkinum í Før­oy­um býr nú í í høvuðs­staðar­øki­ num ella í Eysturoy. Kringvarp Føroya hevur fingið nýggjar leið­ar­ar. Báðir eru gaml­ir kenn­ ingar í miðla­heimi­num. 52 ára gamli Georg L. Petersen er settur sum nýggjur tíðindaleiðari. Hann avloysir Liljan Weihe, sum varð søgd úr starvinum. Heini Gaard røkti starvið, meðan søkt var eftir nýggj­um tíð­inda­leiðara. Georg L. Peter­sen hevur kandidat­ út­búgv­ing innan journali­stikk, og hann var til nýliga blaðstjóri á Dimma­lætting. Tríggjar um­sókn­ir vóru til starvið. 44 ára gamli Kári Sól­ stein er settur sum leiðari fyri mentanardeildina. Hann hevur røkt hetta starv, síðani Barbara Samuel­sen fór í farloyvi úr starvi­num. Starvið er tíðar­av­markað fram til heyst­ið 2020. Kári Sól­ stein er útbúgvin lær­ari og journalistur. Hann hevur starvast í Kring­ varpi­num síðani 2002 og er millum annað kendur fyri sendingarnar »Vitan«. Eitt skifti røkti hann stjóra­starvið í KvF. Fýra um­sóknir vóru til starvið. Teistin siglir fyri Spógvan Hanni sýnir fram í Klaksvík Broytingar eru í siglingini hjá Strand­fara­skipum Land­sins í dag. Í gjár fór Spógvin, sum røkir siglingina mill­um Gomlurætt og Hest, á beding, og hann verður ikki aftur í sigling fyrr enn hósdagin. Hesar báðar dag­ ar­nar røkir Teistin sigl­ing­ina millum Gomlu­rætt og Hest. Túr­ar­nir verða færri, enn teir van­ liga eru, og til ber at kunna seg um fyri­bils siglingina á heima­síðuni hjá Strand­ferðsluni. Listamaðurin Hanni Bjartalíð, sum er ætt­ aður úr Klaksvík, men hevur búð uttanlands í nógv ár, hevur leitað sær heim til kend­ ar gøtur. Í hesum døg­um hevur hann fram­sýning í Gamla Segl­húsi í Klaksvík. Fram­sýningin lat upp sunnu­dagin, og hon er opin allan hendan mánaðin. – Tað er ein ógvuliga fjøl­broyttur og poetisk­ur listamaður við ógvuliga høgum morali, vit hava framm­an fyri okkum. Ein samtíðar lista­ mað­ur við egnum al­ tjóða myndamáli, ið ikki beinleiðis teng­ist tí hevdbundnu før­ oyskari listini, segði Oggi Lamhauge í røðu á ferni­seringini. Mannfólk mynda fólkavøksturin KRINGVARPIÐ FINGIÐ NÝGGJAR LEIÐARAR Nógv fleiri mannfólk enn konufólk eru í fólkavøkstrinum í Føroyum Tveir nýggir leiðarar eru settir í Kringvarpinum TÍÐINDI Fólkatalið í Føroyum veksur støðugt – og nú er lutfalsliga størsti vøksturin í Eysturoy Kári Sólstein er ein av nýggju leiðarunum í Kringvarpinum