Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-05-14, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 14. mai 2019síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 15. mai 2019 · Nr. 55 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 TÍÐINDI Gera listar til fólkatingsval - tosa um at kalla tingið saman Teir fýra stóru flokkarnir og framsókn og sjálvstýrið eru mest sum liðnir við uppstillingina til fólkatingsvalið Arni Gregersen Páskavikan verður vanliga nevnd dimbildagavikan ella stilla­vika. Í politikki hava vit nú eisini fingið eina stillu viku, sum er júst hednan vikan vit eru í. Løgtingið er farið í summ­ arfrí. Danski forsætisráðharrin Lars Løkke Rasmussen hevur sagt, at val til Fólkatingið verð­ ur grundlógardagin 5.juni. At hann longu hevur kunn­ gjørt valdagin gevur flokk­un­ um eitt óvanliga langt valstríð- longri enn vanligt. Gitt verður um orsøkina, men einki bein­ leiðis gott svar er komið uppá hví so er. Men í Føroyum hevur tað í al­menna politiska úminum verið stilt og friðarligt. Men aftanfyri leiktjøldini hev­ur kortini verið arbeitt hart. Flokarnir hava arbeitt fyri at skapa ein so góðan kandi­dat­lista, sum til ber. Tað vísir seg eisini at hesir listarnir eru gjørdir, men flokkarnir halda eitt sindur aftur við at kunn­gera nøvnini á kandi­dat­ unum. Langir listar Hóast listarnir ikki eru al­ mennir enn, so verður tað so­ leiðis, at allir flokkar fara at manna seg við vanliga langum list­um, sum telja løgtingslimir, lim­ir í landsstýrinum og sol nøk­ur valevni afturat. Einasti flokkurin, sum hev­ ur almannakunngjørt nøvnini er Javnaðarflokkurin, men eis­ ini tann listin er gjørdur eftir somu uppskrift. Einasti listi, sum ivi er um, er listin hjá Sjálvstýri. Har eru tey enn ikki komin á mál og tey hava heldur ikki tikið støðu til um formaðurin einsa­ mall­ur skal stilla upp – ella um list­in skal fevna um eini fimm nøvn. Fyri flokkarnar er tíðin til val­stríðið rættuliga long, so eing­in av teimum væntar, at ferð av álvara kemur á fyrr enn í næstu viku. Løgtingið Samstundis sum flokkarnir fyri­reika seg til fólkatingsvalið, verður eisini arbeitt við møgu­ leikanum at kalla tingið sam­ anaftur. Hedtta er ein møguleiki, sum kann brúkast til at fáa mál úr nevndum og avgredd frá tinginum, ðarenn løg­tings­ val verður 31.august. Møguleikin er nevndur fleiri ferðir, men sum støðan er júst nú, so er lítið og onki, sum bendir á, at tingið kemur sam­anaftur fyrr enn á ólav­ søku, tá ið nýggj tingseta byrj­ ar, samstundis sum løgmaður handla við. Tey, sum stilla upp fyri Javnaðarflokkin: 1. Aksel Vilhelmson Johannesen 2. Barbara Gaardlykke Apol 3. Bjarni Hammer 4. Djóni Nolsøe Joensen 5. Eyðgunn Samuelsen 6. Finnbjørn Vang 7. Gunnvá Tróndardóttir Joensen 8. Heðin Mortensen 9. Helena Dam á Neystabø 10. Henrik James Frits Old 11. Jónleif Johannesen 12. Kristianna Winther Poulsen 13. Marita Klein Joensen 14. Rigmor Dam 15. Sjúrður Skaale Aksel V. Johannesen, løgmaður, er á listanum Sjúrður Skaale, fólkatingmaður, stillar upp Poul Micelsen og Framsókn, eru til rediðar, verður tingið kallað saman áðrenn ólavsøku.