týsdagur 14. mai 2019síða 12
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 15. mai 2019 · Nr. 55
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
TÍÐINDI
Eitt uppskot er farið til hoyringar
um veðurlagspolitikk Føroya. Mælt
verður til eina skerjing av oljunýtsluni
á landi á 45 prosent í 2030, og á
sjógvi á 50 prosent í 2050
Frants Jensen
frants@sosialurin.fo
Tað er ein arbeiðsbólkur við
embætisfólkum úr Umhvørvis
stovuni, Heilsu- og innlendis
málaráðnum, Fiskimálaráðn
um, Uttanríkis- og vinnumála-
ráðnum og Fíggjarmálaráðn
um, sum hava gjørt eitt upp
skot um, hvønn veðurlags
politikk, vit skulu føra hesi
næstu árini.
Høvuðstilmælið er, at Før
oyar í 2030 skulu hava minka
útlátið frá virksemi á landi við
í minsta lagi 45 prosentum í
mun til útlátið í 2010, og at
Føroyar fara beinanvegin at
seta tiltøk í verk at tálma út
látið frá skipum og at fyrireika
seg til, at útlátið á sjónum skal
vera skert munandi í 2050.
Sirið Stenberg, landsstýris
kvinna við umhvørvismálum,
fær væntandi tilmælið handað
um tvær ella tríggjar vikur.
Langt frá lagdari ætlan
Føroya Løgting samtykti ein
mælt í 2009, at Føroyar í árun
um frá 2010 til 2020 skuldu
minka útlátið av vakstrarhús
gassi við í minsta lagi 20 pro
sentum í mun til útlátið í 2005.
10 ár seinni kann staðfestast,
at tað gongur illa at røkka
hesum máli.
Útlátið er nú umleið 9 pro
sent hægri enn í 2005. Tað er
vist, at vit røkka ikki málinum,
sum varð sett í veðurlagspolit
ikkinum í 2009, skrivar ar
beiðsbólkurin.
Tilmælið, ið nú verður lagt
fram, hvussu vit kunnu fáa
meira orku, er býtt í tvey. Eitt á
landi og eitt á sjónum.
Grøn orka á landi
Við at minka útlátið frá virk
semi á landi við 45 prosentum í
mun til útlátið í 2010, minkar
verandi nýtsla av olju við
umleið 62.000 tonsum fram til
2030, tað er frá 141.000 til um
leið 79.000 tons. Harumframt
skal møgulig øking í orkunýtsl
uni verða CO2 neutral, tað vil
siga, at økt orkunýtsla má ikki
hava økt CO2 útlát við sær.
Mælt verður til, at oljunýtsl
an til upphiting skal minka 50
prosent og til elframleiðslu
skal minka niður á null í 2030.
Hetta eru stórt sæð somu
skerjingar, sum mæltar eru til í
frágreiðingini
Orkupolitisk
ætlan – hvussu vit røkka mál
unum í 2025 og 2030.
Eisini verður mælt til at
minka oljunýtsluna til ferðslu
og ídnað við 10 og 5 prosentum.
Grøn orka á sjónum
Altjóða
felagsskapurin
fyri
sigling, International Maritime
Organisation
(IMO)
miðar
eftir, at útlátið frá skipavinn
uni verður skert við 50 pro
sentum í 2050 í mun til útlátið
í 2008, ásannandi, at tøkniliga
eru avmarkaðir møguleikar at
tálma útlátið á sjónum stór
vegis næstu 10 árini.
Útivið helmingurin av saml
aða føroyska útlátinum av
vakstrarhúsgassi stavar frá
fiskiskipum.
Fiskiflotin
er
nógv tann størsti einstaki
bólkurin av orkubrúkarum í
Føroyum. Fiskiskip og farma
skip skulu sostatt eisini virka
fyri at minka útlátið, millum
annað við áhaldandi at dag
føra flotan og tillaga raksturin.
SKERJA
OLJU
NÝTSLUNA
45 PROSENT
Í 2030
Helvtin av øllum oljufýringum skulu skiftast út áðrenn 2030, og tá skal heldur ikki
vera loyvt at selja bensin- og dieselbilar. Tað mælir arbeiðsbólkur til.
Tilgjørd mynd: Álvur Haraldsen