týsdagur 14. mai 2019síða 13
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 15. mai 2019 · Nr. 55
TÍÐINDI
Átaksøki
Hesi átaksøki mælir arbeiðsbólkurin til, at nakað verður gjørt við
Upplýsing og kunning
Føroyar eiga sum samfelag
áhaldandi at arbeiða fyri at
minka um útlátið av vakstr
arhúsgassi fyri at tálma veð
urlagsbroytingunum og at
upplýsa
og
stuðla
undir
almennum orðaskifti, so veð
urlagspolitikkurin alla tíðina
er á politiska breddanum.
Í hesum partinum verður
mælt til tiltøk, sum kunnu
stimbra
umhvørvisvinaliga
tilvitið og almenna orða
skiftið um veðurlagsbroyt
ingar. Hesin parturin hevur
sostatt ikki til endamáls at
minka føroyska útlátið eitt
ávíst tonsatal.
Mál:
At
stimbra
um
hvørvisvinaliga tilvitið og al
menna orðaskiftið.
Minka oljunýtsluna
til upphiting
Umleið 50.000 tons av olju
verða árliga brúkt til at upp
hita sethús og bygningar.
Umleið 18.000 sethús og bygn
ingar eru í Føroyum. Allar
flestu verða upphitað við
oljufýrum.
Í 2030 eigur í minsta lagi
helvtin av upphiting av set
húsum og bygningum at vera
við varandi orkukeldum. Skal
hetta røkkast, er neyðugt at
fara undir átøkini beinan
vegin.
Mál: Í minsta lagi helvtin
av upphiting av sethúsum og
bygningum verður við var
andi orkukeldum.
Minka oljunýtsluna
til ferðslu
Meira ferð skal setast á um
skiftið frá dálkandi bilum til
grønari bilar. Bilframleiðarar
eru nú av álvara farnir undir
at menna útboðið av elbilum,
og við stuttu frástøðuni mill
um býir og bygdir í Føroyum
kann nógv av lættaru ferðsl
uni á landi leggjast um til el
bilar næstu árini. Veðurlagið í
Føroyum er eisini væl egnað
til elbilar, tí battaríini í elbil
um virka best í hitalagi, har
tað hvørki er ov kalt ella ov
heitt.
Ferðslan stendur nú fyri
umleið 10 prosentum av saml
aða útlátinum.
Mál: Ferð skal setast á út
breiðsluna av elbilum og el
bussum.
Øll elframleiðslan
skal vera grøn
Málið er, at øll elorka skal
vera grøn í 2030. Sum er, verð
ur sløk helvtin av elorkuni
framleidd úr olju, og elfram
leiðslan stóð fyri 12 prosent
um av samlaða útlátinum í
2018.
Ein yvirskipað ætlan er
løgd fyri útbygging av var
andi orkukeldum til elfram
leiðslu.
Næstu
tvey
árini
verður verandi máttur av
vindorku eftir ætlan øktur
við 42 MW, úr 18 MW upp í
sløk 70 MW. Eftir tað verður
mátturin av vindorkufram
leiðslu framhaldandi øktur
við pumpuverkætlanum og
sólorku.
Mál: Øll elframleiðsla verð
ur úr varandi orkukeldum.
Minka oljunýtsluna
til vinnu á landi
Tað eru framvegis avmarkaðir
møguleikar hjá ídnaðinum á
landi at leggja um til varandi
orkukeldur í framleiðsluni,
men pláss er kortini fyri bat
um.
Ídnaðurin átti 8 prosent av
samlaða útlátinum í 2017. Tað
fevnir um útlát, sum stavar
frá brenning av olju, serliga
fiskiídnaðarvirkjum,
flaka
virkjum og byggivirkjum.
Mál: At minka oljunýtsluna
til vinnu á landi.
Minka oljunýtsluna
hjá skipum
Møguleikarnir at skerja út
látið frá skipum eru meira
avmarkaðir enn fyri útlátið á
landi. Tøkniliga eru enn ikki
verulig alternativ til olju
riknu
motorarnar.
Onkrir
møguleikar eru so smátt við
at koma fyri skip og bátar, ið
sigla styttri teinar, og loysnir
fara við tíðini helst eisini at
vera fyri longri teinar.
Fiskiskip standa fyri ein
um trivaligum parti av saml
aða útlátinum – í 2017 var
parturin
42
prosent
av
samlaða útlátinum.
Altjóða
sjóvinnufelags
skapurin hjá ST, IMO, hevur
sett sum mál, at í 2050 er út
látið frá sjóvinnuni skert við
50 prosentum í mun til útlátið
í 2008.
IMO hevur gjørt av, at ein
ítøkilig ætlan fyri at minka
útlátið frá sjóvinnu skal vera
samtykt í 2023. Føroyar skulu
fylgja teimum samtyktum,
sum IMO ger á hesum øki.
Mál: Oljunýtslan hjá skip
um skal minkast.
Oljunýtslan hjá flogførum
Úti í heimi veksur útlátið frá
flogvinnuni í stórum, men í
Føroyum stendur flogferðsl
an fyri einum heilt lítlum
parti av samlaða útlátinum,
bara 0,1 prosenti.
Tað er tí, at flogførini
keypa mest sum alt brenni
evnið uttanlands. Føroyska
flogvinnan
eigur
kortini
sjálvsagt eisini at virka fyri at
minka sítt útlát og fylgja al
tjóða krøvum á hesum øki.
20 beinleiðs tilmæli
í sambandi við veðurlagspolitikk
Arbeiðsbólkurin mælir til hesi 20 beinleiðis átøkini ísambandi við veðurlagspolitikkin
1. Veðurlagslóg
Mælt verður til at samtykkja
eina lóg, ið ásetir, hvussu nógv
CO2 útlátið skal minkast.
2. Seta ráðgevandi
veðurlagsbólk
3. Veðurlagspolitikk
fyri almenna geiran
Mælt verður til at seta krøv
til almennar myndugleikar, ið
áseta, at grønar loysnir skulu
veljast í almenna geiranum.
4. Lata umhvørvisstuðul
til menningarlond
Føroyar eiga sum framkomið
ídnaðarland at vera við til
at fíggja grøna umskiftið
í menningarlondum.
5. Oljufýr skulu út
Tað skal framhaldandi vera krav,
at allir almennir nýbygningar
skulu hava grøna hitaskipan, og
í verandi almennu bygningum,
skulu grønar hitaskipanir set
ast upp skjótast gjørligt.
Harumframt skal vera krav, at
nýggj privathús og nýbygningar hjá
almennum stovnum og feløgum
skulu hava grøna hitaskipan.
Forboð skal eisini setast fyri at
skifta gomul oljufýr út við nýggj
oljufýr. Hetta kann gerast við
longri freist enn fyri oljufýr til
nýggj hús, men eigur eisini at verða
fráboðað skjótast møguligt.
6. Eggja til at bjálva
Fyri at eggja fólki til at bjálva hús,
eigur meirvirðisgjaldið fyri tilfar
og arbeiðsløn at verða afturborið
í eitt avmarkað áramál fyri at
javnseta bjálving við hitapumpur.
7. Seta oljuavgjald
Oljunýtslan skal avmarkast
við at leggja hægri gjøld á
oljuna, og hetta skal setast
í verk skjótast gjørligt.
8. Styrkja vegleiðingina
um orkuloysnir
Tann almenna vegleiðingin
skal styrkjast.
9. Forboð setast fyri
bensin- og dieselbilar
Forboð eigur at vera sett
fyri at selja nýggjar bensin-
og dieselbilar í 2030.
10. Umhvørvisgjald
á bensin og diesel
Nýtslan av brennievni
skal avmarkast við at
leggja hægri gjøld á.
11. Avgjaldsfrítøkan fyri
elbilar skal leingjast og
onnur gjøld endurskoðast
Frítøkurnar av skrásetingargjaldi,
meirvirðisgjaldi og vektgjaldi
eiga at verða longdar.
12. Felags ferðslan
skal vera grønari
Land og kommunur eiga at
leggja seg eftir, at bussar í mest
møguligan mun frameftir verða
riknir við grønum orkukeldum.
13. El-framleiðslukervið
skal útbyggjast
Íløgur skulu gerast fyri umleið
2 mia. kr. í framleiðsluverk og
goymslur umframt umleið 1,3 mia.
kr. í netútbyggingar fram til 2030.
14. Avlopsorka
skal gagnnýtast
Avlopsorka frá oljuriknu
elverkunum, brennistøðunum,
biogassverkum og øðrum eigur
eisini gagnnýtast best møguliga.
15. Leggja umhvørvisgjald
á brennievni
Fyri at eggja til minni orkunýtslu
í ídnaðarvinnunum, eigur
umhvørvisgjald at verða
lagt á oljunýtsluna.
16. Umhvørvisgjald á
oljunýtsluna hjá skipum
Umhvørvisgjald eigur at verða
lagt á oljunýtsluna hjá skipum.
17. Betri
fíggingarmøguleikar at
byggja ella tillaga skip
Mælt verður til at stimbra
áhaldandi dagføring av
skipaflotanum, eins og at
stimbra tillaging av rakstrinum.
18. Leggja umhvørvisgjald
á F-gass
Mælt verður til at áseta
umhvørvisgjald á F-gass fyri
at minka nýtsluna munandi.
19. Upplýsing
Mælt verður til áhaldandi
upplýsingarátøk, sum gera okkum
varug við veðurlagsbroyingarnar
bæði heimsfevnandi og heima.
20. Fyrireiking
til avleiðingar av
veðurlagsbroytingum
Mælt verður til, at aðalráð
og stovnar eru tilvitað um og
fyrireikað til avleiðingarnar
av veðurlagsbroytingum, so
vit fáa lagt upp fyri hesum í
so góðari tíð sum gjørligt.