Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-05-14, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 14. mai 2019síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 15. mai 2019 · Nr. 55 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 HEILSA Vilmund Jacobsen NRK veit at siga, at eitt norskt felag er nær ein­ um alfevndum kopp­ar­ evni móti krabba, og í løtuni verða av­ger­andi kann­ingarnar gjørd­ar, sum skulu vísa, um kopp­ ingar­evnið virkar. Koppingarevnið UV1 skal viðvirka til at styrka immunterapi móti krabba­meins­kyknum. Kopp­ingarevnið styrkir nevni­liga evnini hjá immun­verjuni at leypa á krabba­meins­kyknur. Málið er, at UV1 saman við núverandi immun­ terapi skal viðvirka til, at tey flestu, sum verða rakt, yvirliva krabbasjúkuna. - Stóri dreymurin er, at krabbasjúkan í ringasta føri kann gerast ein kronisk sjúka, sum vit kunnu viðgera, soleiðis at sjúkan heldur verður at liva við – enn doyggja av. Hetta er okkara vón við hesi koppseting, sigur Jónas Einarsson, fyri­sit­ ingar­stjóri í Radium­hos­pi­ tal­ets Forskningsstiftelse (Rad­forsk) og leiðari í heili­vágsfyritøkuni, Ulti­ mo­vacs. Lekidómur og fyribyrging Ultimovacs er eitt norsk felag, sum ger heilivág, og sum arbeiðir við menning av nýggjum loysnum inn­ an immunterapi móti krabba­meini. Felagið er sprottið úr tí, sum verður rópt Radium­hospitalet og er stovnað í 2011. Arbeiðið, sum nú er í gongd at menna eitt alment og alfevnt kopp­ ingarevni, verður mett at vera heilt eina­stand­ andi innan krabba­meins­ gransking. Í mun til onnur kopp­ ingarevni móti krabba­ meini, sum antin eru passaði til hvønn ein­ stakan persón – ella tey eru passaði til eina ávísa krabbameinssjúku – fer koppingarevnið UV1 at kunna brúkast móti øllum sløgum av krabba­ meini og fer at halda sjúkuni undir eftirliti. Haraftrat metir heili­ vágs­fyritøkan Ulti­mo­ vacs, at møguleikar eru at víðarimenna kopp­ingar­ evnið, soleiðis at tað eisini kann virka fyribyrgjandi fyri fólk, har arvaligar krabbasjúkur eru í familjuni. Um alt gongur, sum tey vóna, verður UV1- kopp­ingar­evnið á mark­ naði­num um 3-4 ár. Saman við dagsins immun­terapi fer UV1 sam­bært granskarum at viðvirka til, at tey flestu fara at yvirliva krabba­ meinssjúku. Immunverjan berjist móti krabba Øyvind Kongstun Arnesen, sum er fyri­ sit­ingar­stjóri í Ulti­mo­ vacs, sigur, at nýggja kopp­ingarevnið byggir á kunnleikan um krabba­ meins­kyknur niður í minstu smálutir, eins og kopp­ingarevnið byggir á samanspælið millum immun­verjuskipanina og krabba­meinskyknur. Hann vísir á, at fleiri ferðir um dagin standast kyknur í lika­ min­um, sum hava krabba­meinslíknandi egin­leikar, og sum hava evnini at menna seg til krabbasjúku. Men, tí­ betur syrgir immun­ verju­skipanin oftast fyri, at einki verður burtur úr hesum – og uttan, at vit merkja nakað til tað, sum hendir inni í okkum. - Orsøkin til, at slík­ ar kyknur sjáldan men­ na krabbasjúkur, er, at kroppurin í sær sjálv­um hevur eina ”um­vælingar­ skipan” og eina immun­ verju­skipan, sum ruddar upp í hesum, áðrenn nøk­ ur krabbasjúka mennist, sigur Øyvind Kongstun Arne­sen. Men, tá so hesar kyknur av og á menn­ ast og gerast til krabba­ sjúku, er tað tí, at svull­ur­in mennir verju­ mekan­ism­ur sum minna um skjøldur, og hetta skjøld­ur syrgir fyri, at immun­verjuskipanin ikki megnar at gera av við hesum kyknur. Við immunterapi verður hetta skjøldur tik­ ið burtur, og tá sleppur verju­skipanin aftur í gongd at beina fyri krabba­meins­kyknunum. Men, viðgerðin við immun­terapi hjálpir bert helminginum av sjúk­ lingunum við krabba­ meini, og tað er her, at nýggja kopp­ingar­evnið – UV1 – ger seg galdandi. UV1 syrgir nevniliga fyri, at tað verða fleiri ”soldát­ar” og ”herleiðarar”, sum kunnu herja á krabba­meinsjúkuna, tá skjøldurin er burtur. Avgerandi kanningar Nýggja koppingarevnið er roynt á Radium­hospi­ talet við sjúklingum við eitt nú prostastakrabba við spreiðing og lungna­ krabba við spreiðing, og sagt verður úr Noregi, at úrs­litini eru góð. Heilivágsfyritøkan Ulti­movacs stendur nú yvir­fyri einari størri og avgerandi kanning, har 150 sjúklingar, sum eru raktir av krabba við spreið­ing, skulu verða við í kanningini, sum skal gerast bæði á altjóða stigi og á norskum sjúkra­hús­ um. - Hesar kanningar verða heilt avgerandi. Vit hava tekin og ábendingar um, at koppingarevnið virk­ar, men kanningarnar eru enn ikki gjørdar við nóg nógvum sjúklingum, so­leiðis at vit við vissu kunnu siga, at UV1 røkk­ ur sínum endamáli, sigur Øyvind Kongstun Arne­ sen. Heilivágsfyritøkan hevur longu fingið eina røð av íleggjarum, og til­ samans hava hesir íleggj­ ar­ar lagt fleiri hundrað miljónir norskar krónur í verk­ætlanina. - Íleggjararnir hava havt velduga stóran týdn­ing fyri okkum, og fleiri hava verið við síðan byrjan. Nú bíða øll í spenningi eftir, at vit skjótt og effektivt kun­ nu skjalprógva, hvat UV1 koppingarevnið kann gera fyri okkara sjúk­ling­ ar, leggur fyri­sit­ingar­ stjórin í Ultimovacs aftr­ at. TRÝ ÁR FRÁ KOPPINGAREVNI MÓTI KRABBMEINSSJÚKU Tað er ikki óhugsandi, at norskir granskarar kunnu gerast teir fyrstu í heiminum við einum alfevndum koppingarevni móti krabbameini, sum kann verða klárt um í fyrsta lagi trý ár Saman við dagsins immunterapi fer UV1 sambært granskarum at viðvirka til, at tey flestu fara at yvirliva krabbameinssjúku Jónas Einarsson er fyrisitingarstjóri í Radiumhospitalets Forskningsstiftelse (Radforsk) og leiðari í heilivágsfyritøkuni, Ultimovacs