týsdagur 14. mai 2019síða 16
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 15. mai 2019 · Nr. 55
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
HAVIN OG ÚTILÍV
Vilja varðveita neystini
sum hugnalig bátaból
Neysting hevur sum endamál at varðveita føroysku neystini
sum arkitektoniskan mentanararv og søgu tjóðarinnar.
- Hetta vilja vit gera við at geva neystunum nýggja
samtíðarhóskandi funktión sum ból fyri vallarar, ferðafólk
og mentanaráhugað, sigur Elin Maria Nolsøe Joensen
Vilmund Jacobsen
Tað var í mai mánaði í 2017, at
Elin Maria Nolsøe Joensen,
arkitektur, stovnaði fyritøk
una Neysting ÍVF saman við
Sissal Christinu Fosaa. Við
fyritøkuni er eisini Eirkur
Sanderson.
Elin Maria Nolsøe Joensen
skuldi í endauppgávuni á skúl
anum í Keypmannahavn í 2016
partvís vera við til at leggja
uppgávuna til rættis sjálv.
- Tað var her, at hugskotið
um at byggja BátaBól mentist
og tók skap. Eg vil siga, at bólið
sameinir arkitektoniskan ment
anararv og sniðgeving, sigur
hon.
Hin 28. august í fjør kundi
Neysting bjóða til móttøku í
fyrsta BátaBólinum í Føroyum,
har frumsniðið – ella proto
typan – varð sett upp í einum
neysti Niðri á Møl í Froðba.
Henda dagin fekk eisini al
menningurin høvi at síggja
bólið.
Hetta var eitt væl valt og
náttúruvakurt stað, og fitt av
fólki var eisini komið at ynskja
tillukku og síggja frumsniðið
hanga í neystinum.
Bólið er rættiliga rúmligt, og
her er einki til hindurs hjá fýra
fólkum at sova.
- Eg svav fyrstu náttina í
bólinum, og tað kendist heitari
at sova her enn inni í einum
tjaldi. Tjalddúkurin er seymað
ur úr vovnaðari føroyskari ull,
og hetta er helst orsøkin til, at
lýggja kendist í bólinum.
Tá almenna tiltakið var í
Froðba, var eisini borgarstjórin
í Tvøroyrar kommunu, Kristin
Michelsen, á gátt við blómum
og góðynskjum frá kommun
uni.
Framsýning í Havn
Í oktober í fjør kom bátabólið
úr Suðuroy til Havnar.
Hetta var í samband við
arkitekturardagar undir heit
inum ”arkitekturisma”.
Her varð bólið sýnt fram í
neystinum
hjá
Tórshavnar
Froskmannafelag
Undir
Bakka.
- Her var eisini høvi hjá fólki
at síggja, merkja, lukta og
royna bólið. Vit bjóðaðu te og
kaffi, og her vóru nógv góð
prát, sigur Elin Maria Nolsøe
Joensen, sum heldur, at bólið
royndist minst líka so væl í
neystinum Undir Bakka sum í
Froðba.
Stigtakarin til bátabólið sig
ur, at avgerandi fyri, at ætlanin
er komin so langt, er, at Vinnu
frami hevur stuðlað frum
sniðnum – ella prototypuni.
- Uttan henda stuðul, høvdu
vit ikki verið komin har til, vit
eru í dag, leggur hon aftrat.
Dugnaligi
bátasmiðjurin,
Hanus Jensen, sum býr og hev
ur verkstað í Danmark, hevur
staðið
fyri
arbeiðnum
við
prototypuni saman við teim
um trimum, sum standa aftan
fyri Neysting.
- Í mínari endauppgávu á
skúlanum var farið rættiliga
langt niður í smálutir, og tí
havi eg eisini verið saman við
Hanusi Jensen um, hvussu
bólið skuldi byggjast, sigur
Elin Maria Nolsøe Joensen.
Hvat er Neysting?
Neysting hevur sum endamál
at varðveita føroysku neystini
sum arkitektoniskan mentan
ararv og søgu tjóðarinnar.
Hetta vil Neysting gera við
at geva neystunum nýggja
samtíðarhóskandi
funktión
sum ból fyri vallarar, ferðafólk
og mentanaráhugað.
Ætla fyrst at byggja ból í Suðuroy
Ætlanin hjá
Neysting er, at
nøkur bátaból
fyrst skulu skipast
í Suðuroy
Vilmund Jacobsen
Elin Maria Nolsøe Joensen
heldur, at tað hevði verið
ynskiligt, um nøkur neyst við
bóli lógu rímiliga tætt upp at
hvørjum øðrum, og ætlanin
er í fyrstu syfti at satsa upp á
Suðuroynna.
Hon heldur, at tað kundi
verið hent, um nøkur ból
vóru í sama heystaumhvørvi,
tá talan eitt nú er um
bólkaferðir – ella familjur,
sum ynskja, at aðrar familjur
eisini eru í sama umhvørvi.
- Tann sosiali parturin er jú
eisini
ein
partur
av
hugskotinum hjá Neysting.
Elin Maria Nolsøe Joensen
vísir á, at ætlanin serliga er at
stíla
eftir
útjaðaranum
í
Føroyum, tí tað liggur líka
sum eisini í verkætlanini at
venda aftur til náttúruna og
siðaarvin - tey mentanarligu
og samfelagsligu virðini eins
og okkara samleikakenslu.
- Verkætlanin fer at taka
sína tíð, men eins og vit, sum
standa aftan fyri Neysting,
gleða okkum til at kunna
bjóða út henda sermerkta
gistingarmøguleika,
kunnu
fólk
eisini
gleða
seg
til
møguleikan
at
liggja
í
bátabóli og hoyra aldurnar
skvatla, fuglarnar syngja og
vindin súsa, sigur hon.
Tey trý, sum eiga Neysting, f.v.: Sissal Christina Fosaa, Elin Maria Nolsøe
Joensen og Eirikur Sanderson Mynd: www.tvk.fo
Soleiðis sá bólið út í Froðba, tá tað varð víst fram fyri
almenninginum. Her er rímiliga rúmligt Mynd: tvk.fo