mikudagur 15. mai 2019síða 6
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 17. MAI 2019
SOSIALURIN 56
6
PÆTUR HJALMAR EVENSSON
PATURE@SOSIALURIN.FO
T
að eru lutfalsliga fá,
ið kunnu erpa sær við,
at tey hava spælt við í
stórfingnu sendirøðini
Game of Thrones. Men tað kann
Jóhannes Haukur Jóhannesson,
sum er hálvur føroyingur og hálv
ur íslendingur.
Hóast talan ikki er um ein
stóran leiklut, so kann ikki sigast
annað, enn at tað er rættiliga kul
og sermerkt, at ein við føroyskum
blóði er við í heimsins víðagitnastu
og mest umrøddu sendirøð.
Stoltur føroyingur
Omma hansara var Frida Gutte
sen úr Havn, og abbin var Elias
Zachariassen úr Mykinesi. Tey
fóru til Íslands sum ung, har
tey fingu sjey børn; harímillum
mammu Jóhannes Haukur.
Hann er sera stoltur av sín
um føroyska uppruna, og tí pres
enterar hann seg eisini altíð sum
hálvan føroying, og soleiðis verð
ur hann eisini umrøddur, tá miðl
arnir skriva um hann.
Viðurkendur sjónleikari
Jóhannes Haukur telist millum
fremstu sjónleikarar í Íslandi, og
hann hevur verið við í fleiri altjóða
viðurkendum filmsverkætlanum.
Fyri at nevna nakrar úr rúgvuni
kunnu nevnast: sendirøðirnar
“The Innocents” og “Origin” og
filmarnir “Alpha” og “The Sisters
Brothers”.
- Halló, hetta er Jóhannes, ljóðar
røddin hjá Jóhannes Haukur úr
telefonini. Hann er staddur í kekk
iska høvuðsstaðnum Prag, har
nýggja Netflix-sendirøðin, “The
Letter for the King”, verður tikin
upp. Hóast hann hevur úr at gera
í sambandi við upptøkur, ger hann
sær stundir millum upptøkurnar
at greiða nærri frá sínari sjónleik
arayrkisleið, sínum sambandi við
Føroyar - og síðst men ikki minst…
Game of Thrones.
Ein summarferia
bleiv til trý ár
Hann hevur búð í Íslandi størsta
partin av sínum lívi, men hevur
eisini slitið sínar barnaskógvar í
Føroyum.
Í 1987 kom tann tá sjey ára
gamli Jóhannes Haukur til Før
oya við føroysku mammu síni
at halda summarferiu. Hendan
summarferian bleiv væl longri
enn væntað.
- Tað var ongantíð ætlanin, at
vit skuldu flyta til Føroya. Men
tá summarið var liðugt, segði
mamma við meg, at vit ikki fóru
aftur til Íslands enn, tí nú skuldi
eg byrja í skúla í Havn, fortelur
Jóhannes Haukur á føroyskum.
Lærdi skjótt
føroyska málið
Hann gekk í Eysturskúlanum í
Havn, og hann minnist væl hesa
tíðina, sum hann sær aftur á sum
eina stuttliga og mennandi tíð.
Men hann dugdi ikki føroyskt, tá
hann kom til Føroya hetta summ
arið.
- Tá eg byrjaði í skúlanum,
mátti eg læra málið flótandi fyri
at kunna vera við í tímunum. Eg
og ein norskur næmingur úr sama
flokki tóku nakrar sertímar í før
oyskum, men tað var skjótt, at
lærararnir gjørdu av, at eg ikki
hevði tørv á serhjálp, tí eg lærdi
tað so skjótt, greiðir hann frá og
avbrýtur seg sjálvan:
- Í dag hevði eg heilt sikkurt
havt tørv á serhjálp! Eingin ivi
um tað, flennir hann sjálvironiskt
og ásannar, at hann ikki hevur
hildið føroyska málið nóg væl við
líka, og tí er orðatilfeingið ikki so
stórt, sum tað einaferð var. Hann
roynir tó at hyggja at føroyskum
FØROYSKT
BLÓÐ Í GAME
OF THRONES
Jóhannes Haukur Jóhannesson er hálvur føroyingur og
hevur spælt við í hópin av filmum og sendirøðum. Millum
annað hevur hann sum einasti føroyingur ein leiklut í
víðagitnu og aktuellu sendirøðini Game of Thrones
PERSÓNSØGA
Jóhannes Haukur:
Jóhannes Haukur Jóhannesson sleit sínar
barnaskógvar í Havn síðst í 80’unum