mikudagur 15. mai 2019síða 7
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 17. MAI 2019
SOSIALURIN 56
7
sjónvarpi av og á fyri viðlíkahald.
Í 1990, tá Jóhannes var 10 ára
gamal, gjørdi mamma hansara av
at fara aftur til Íslands. Barnaár
ini hjá Jóhannes Haukur í Før
oyum blivu við hesum til trý ár
tilsamans.
Upptøkuroyndin
var í stovuni
Í sínum vaksna lívi hevur Jóhann
es Haukur leingi arbeitt seg upp
eftir sum sjónleikari í íslendskum
sjónvarpi og filmum.
- Yrkisleiðin í Íslandi tók skap,
og síðani fluttu uppgávurnar seg
spakuliga til Onglands og USA. Tá
byrjaðu míni umboðsfólk at skaffa
mær upptøkuroyndir til alskyns
sløg av spennandi leiklutum, for
telur Jóhannes Haukur.
Soleiðis var tað eisini, tá hann
fekk leiklutin í Game of Thrones.
- Tað var mín umboðsmaður,
ið syrgdi fyri, at eg kom til upp
tøkuroynd til Game of Thrones
leiklutin. Tað gekk soleiðis fyri
seg, at eg sjálvur skuldi gera eina
upptøku, og so eg tók eitt video
brot upp av mær sjálvum heima í
stovuni, greiðir Jóhannes Haukur,
sum býr í Reykjavík, frá.
Upptøkuroyndin fangaði upp
merksemið hjá Game of Thrones-
framleiðarunum, sum hildu hann
egna seg væl til Westeros. Tí fekk
hann leiklutin sum hin mann
vándi Lem Lemoncloak, sum var
við í tveimum pørtum í sesong 6.
Bleiv stórur fjeppari
beinanvegin
Tá hann fekk leiklutin, kendi hann
ikki nakað serligt til víðagitnu
sendirøðina.
- Eg hevði ikki sæð ein einasta
part. Men eg fór beint at hyggja
eftir øllum undanfarnu fimm
sesongunum, og tað var nakað
so gott. So eg bleiv stórur Game
of Thrones fjeppari beinanvegin,
sigur Jóhannes Haukur. Kona
hansara hevur, sum so nógv onn
ur, leingi verið íðin hyggjari og
lesari av dramatikkinum í West
eros.
- Hon hevði lisið allar bøkurnar
og hevði sæð sendirøðina, langt
áðrenn eg fekk hendan leiklutin.
Tá eg fortaldi henni, at eg skuldi
Game of Thrones er ein av populerastu
sendirøðunum, sum nakrantíð hava verið
at sæð á sjónvarpsskerminum. Sendirøðin
byggir á bøkurnar hjá amerikanska
rithøvundanum George R.R. Martin.
Game of Thrones samantvinnur uppá
ein skilagóðan hátt realismu og fantasy
í einum drama, sum blæsir ein um koll
ferð aftaná ferð. Røðin viðger nógv ymisk
evni og hálar okkum inn í eitt kjak um
vald, politikk, samleika, religión, rættvísi
og kyn. Fingrarnir verða ið hvussu er ikki
lagdir ímillum, tá tað umræður ógvusligar
pallmyndir við harðskapi, drápi og sex
- her verður einki fjalt og sensurerað.
Søgan gongur fyri seg í onkrum sum líkist
miðøldini í heimspartinum "Westeros",
sum hevur sjey ríkir, og her verður
støði tikið í dystinum um ta sokallaðu
Jarntrónina í býnum Kings Landing - og
tað eru fleiri, ið meina seg hava einarætt
til trónina. Út frá hesum fylgja vit fleiri
valdsstríðum millum einkultpersónar og
sokallað “hús”, umframt innanhýsis stríð.
Umframt eina knasandi góða søgu
við nógvum óvæntaðum hendingum,
so er prikkurin yvir i’ið, at alt verður
gjørt á ein so gjøgnumførdan hátt
við listarliga flottum upptøkum.
Um Game of Thrones:
Framhald á síðu 8
Hetta er frá Game of Thrones. Jóhannes
Haukur hevur leiklutin sum Lem
Lemoncloak, sum er í miðjuni